so verður gula og reyða kortið á lofti akkurát, sum vit kenna tað frá fótbóltinum, og kortini bera eisini róðrarbann við sær. Hvussu reglarnir eru hesum viðvíkjandi sæst í skipanini fyri kappróður, sum [...] givin fyri: Bátur, sum ikki er komin á startmálið, tá dómarin fer at leggja bátarnar, fær gult kort. Dómarin bíðar ikki eftir nøkrum báti, og tað vil siga, at teir, sum ikki eru komnir, tá startskotið gongur
málinum). Úr Danmark frætta vit, at sigurin hjá FCK átti at havt verið tvey ella trý mál størri, enn hann var, men í FCK hava teir framvegis tann trupulleikan, at teir eru ikki nóg avgjørdir og neyvir [...] Fyri ein álopsspælara eru tað málini, sum telja, tá avrikini verða dømd. Higartil í hesum kappingarárinum hava teir í FCK havt meiri enn ilt við at skora mál, og tá teir í fimta umfarinum mánakvøldið tóku [...] Todi Jónsson skuldi sita á beinkinum fyrstu løtuna, meðan ungi Thomas Lauridsen, sum fyri stuttum er komin til FCK, skuldi fáa møguleikan undir liðini á David Nielsen, sum er fastur maður hjá Kim Brink. Todi
flokkurin eisini tekur undir við uppskotum, sum koma frá samgonguni, hóast flokkurin er í andstøðu. »Vit eru ikki í móti nøkrum bara við teirri grundgeving, at tað kemur frá samgonguni,« sigur Thordur Niclasen [...] na í andstøðu. Kristian Magnussen, landsstýrismaður, sigur, at teir hava tosað saman um málið, og eru samdir um, at tað verður soleiðis. Sjálvur hevur hann trý stór mál, hann skal hava niðan í Tingið í [...] at Miðflokkurin hevur ongar ætlanir um at fara í nakran valbólk, og har er heldur eingin áheitan komin, sigur hann. Miðflokkurin fer framvegis, eins og fyrr, at taka støðu í hvørjum einstøkum máli, sum
størru flokkunum í føroyskum politikki. Eisini úr flokkinum hjá løgmanni, Javnaðarflokkinum, eru mótmæli komin ímóti Hans Pauli Strøm. Í blaðnum í dag er nevniliga eitt lesarabræv, har Gerhard Lognberg finst [...] Løgmaður heldur, at tað er viðurkent í tí politisku skipanini, at í sokallaðum etiskum spurningum eru tinglimir frítt settir at svara sambært síni egnu samvitsku, og at soleiðis verður farið fram í eitt [...] fólki, sum tóku undir við hansara avgerð um at halda røðu á hesum fundinum. - Tað er so ymiskt hvussu vit vekta slíkar spurningar, sigur løgmaður.
at leggja seg á blómurnar. Og at enda gavst hann heilt við grønmeti. - Tú kann siga, at vit øll trý systkinini eru vaksin upp við blómum. Vakstrarhúsið er skjótt 33 ára gamalt, og elsta systurin er 31. [...] Mótasýningar eru rættiliga vanligar, men tú setur tær sjáldan í samband við blómutyssi ? og als ikki við tara og gras. Men tað var júst ein slík mótasýning, ið var í vakstrarhúsinum í Sandavági seinnapartin [...] Lofti, eitt vakstrarhús í Sandavági. Hann hevði gingið á landbúnaðarskúla í Noregi, og heimaftur komin fór hann undir at framleiða grønmeti í vakstrarhúsinum, serliga tomatir og agurkur. Men kappingin
hesuferð, og tað hevur sjálvsagt ávirkað úrslitið av valinum. Hann sigur, at tá ið nýggi Smyril er komin, eru møguleikarnir eisini at reka vinnu í Suðuroynni líka góðir sum aðrastaðni í Føroyum og hann ivast [...] sigur Hergeir Nielsen. Annars ásannar hann at undanfarna samgonga kom styrkt burturúr valinum. ? Vit høvdu 17 tinglimir í samgonguni, men eftir valið hava teir fýra flokkarnir, sum myndaðu samgonguna [...] tinglimir. Men fyri tað sigur hann ikki, at hendan samgongan skal endurskipast. Hann heldur, at tað eru nógvir møguleikar fyri eini nýggjari samgongu og hann vil ikki nevna nakran ávísan.
bara er vorðin kringari í við árunum. So tað er ikki bara tað, at tekningarnar eru stuttligar. Sum politiskar viðmerkingar eru tær eisini á sera høgum støði, heldur Edmund. - So eg eri eisini rættiliga errin [...] Edmund Joensen, løgtingsformaður sat so hugagóður og smáflenti, tá vit ringdu at spyrja, hvat hann helt um jólagávuna, hann hevði fingið frá Óla P. - Tú, eg siti beint nú og lúri í hana. Eitt tað stuttligasta [...] Sosialin upp í hondina, men eg má viðganga, at eg eisini geri tað, fyri at síggja hvat úrslit Óli er komin til í onkrum politiskum máli, tí tað rakar sjáldan við síðuna av. Edmund hevur ongantíð ivast í, at
Umframt "vanligu" ferðafólkini, sum koma til landið eru eisini nøkur "óvanligir" gestir. Ein teirra vitjar júst í hesi løtu. Tað er Lorreine Britten, einkjan eftir suðurafrikanara, sum í mong ár sat fangi [...] fangi í tí ræðuliga fangatippinum á Robbin Island. Hon er komin higar fyri at takka fyri tann stuðul, sum føroyska deildin av Amnesty International og her serstakliga fyrrverandi forkvinna tess, stríðskvinnan [...] bert tann týdning, sum Amnesty International hevur fyri so mong kúgað og ófræls úti í heimi og at vit øll at taka fult undir við arbeiðinum hjá hesum felagsskapi. Hóast tað kann kennast lítisvert at senda
Sjálvur fegnast Henrik Holmboe um tað arbeiðið, sum er gjørt við at menna hesa føroysku teldutaluna. -Vit eiga ta tøkniligu útgerðina. Hví ikki lata tey blindu fáa gagn av henni?, spyr hann, og dugir bara [...] ans í ST-stovninum UNESCO. Í samband við framløguna í gjár var ein umborðsmaður teirra, Paul Hector komin til landið fyri at vera við í hesum. Teir báðir, Paul og Henrik hittust fyri trimum árum síðani á [...] jú ein føroysk verkætlan, sum tit kunnu koma langt við - eisini langt út í heimin við. -Tá tit, sum eru eitt so avmarkað máløki kunnu menna eina slíka verkætlan sjálvi, so eiga eisini onnur øki at kunna
altso ikki eru vanir við. Í vikuni fór málmans-vikarurin, Hallur Hansen, aftur til Danmarkar, og tá Meinhardt Joensen framvegis er skaddur, hevur GÍ leitað sær nýggjan styrk til plássið. Sum vit skrivaðu [...] skrivaðu í gjár, so hevur felagið fingið fatur á póllendska Marcen Dawid, sum er komin í yvirskot, nú Sumba og VB hava lagt saman. Fleiri ivamál Sum skilst, so hava gøtumenn annars allar mans tøkar, og einki er [...] tað sama á Skála nú. Enn hevur Skála tó ikki roynt at vinna í Gøtu, men einki er at ivast í, at tað eru trý stig, sum teir fara eftir. Ikki minst, tí teir vilja reisa seg eftir tapið fyri VB seinast. Hjá