hoyrist. Jarðleggja mállæruna Annars er tað at siga, at meira enn ein av nýggju upplesarunum í tíðindasendingunum ikki tykjast at geva sær far um, at tey eru við til at jarðleggja meginpartin av føroysku mállæruni [...] einki annað. Ilt at skilja hetta ? tað mátti verið meira málsligur stoltleiki í fólki enn so, at nakar vil hava eitt mál, ið als ongar reglur skal hava at ganga eftir, men bara sleppa at fara í órøkt við [...] sum tær eiga, og »artikulerar«, ber orðini fram í heilum líki o.s.fr. Tað er at harmast um, at hetta er rættiliga sjáldsamt at hoyra hjá ungum fólki í dag, tíverri. Hon nýtir føroyskt framtungu »r« í endingum
Gunnarsson At siga, at rein dekk ikki glíða í kava, er møguliga ov nógv avgjørt, men nakað er hóast alt um tað. Nú kavin hevur ligið, er ofta komið fyri, at bilar við góðum vetrardekkum hava ilt við at klára [...] Ringinum«, og komu til ta niðurstøðu, at tað var lívshættisligt at brúka. Sannleikin var, at teir høvdu royndarkoyrt dekkini undir skeivum fortreytum, við tað at teir sprændu Dekkvask á dekkini, og fóru [...] verður bilurin heilt øðrvísi at koyra, og klárar seg nógv betur í kavanum. Dekkvask á ?Jyllands-Ringen? Einaferð í áttatiárunum stóð at lesa í Motor, limablaðnum hjá FDM, at teir høvdu roynt Dekkvask hjá
hevur verið, at okkurt mátti gerast. Okkurt hugskot hevur verið um at byggja eina hædd aftrat oman á. Men tað hjálpir einki upp á, at hallirnar í neðra eru ov lágar, og so varð mett, at tað fór at verða rættiliga [...] helvt av árinum, at valt varð at bíða við umbyggingini, til »brúdleypssesongin« var av í summar. Tað eru leirvíkingar, sum smíða. Jógvan Elias Joensen sigur, at fólk hava verið ófør at stuðla bygdarhúsinum [...] umframt at húsið verður nógv vakrari uttan. Bygdarhúsið eigur eitt sindur av peningi, og restina er ætlanin at fíggja við láni. Tað var eitt áhugafelag, sum eigur bygdarhúsið í Leirvík. Fólk hildu, at tað
dagrøktarmammunum eru tó samd um, at í pengum er hetta eitt so lítið mál, at tað er bæði synd og skomm at verkfallið skal halda fram av hesi orsøk. Og báðir partar vóna, at nakað hendir í málinum skjótt. [...] Hansen, bygdaráðsformaður í Kollafirði, eru so rørandi samd um, at nú er tað so lítið, sum skilir partarnar, at tað er bæði synd og skomm at halda fram við verkfallinum. Annars høvdu samráðingarnar um v [...] samdir um, at sáttmálin skal koma í gildið 1. august og fara úr gildi aftur 31. desember. Tá leggur Kollafjørður saman við Tórshavnar Kommunu og Kollafjarðar Kommuna sigur, at hon hevur ikki heimild at gera
við sær, at sumbingar eru niðastir. Um Sumba í síðsta umfarinum fer at spæla fyri at sleppa av aftasta plássinum, so verður tað torførari hjá HB á Krossinum, enn tað verður, um Sumba einki hevur at spæla [...] meðan B68 fer at spæla toppdyst í Vági. Annan leygardag skal VB í Gundadal at spæla ímóti B36, meðan HB skal suður til Sumbiar. Tá fær B68 vitjan av GÍ. Nógvir tímar verða í hesi vikuni nýttir at skifta orð [...] tvey umfør bendir mest sum alt á, at hon fer at seta seg í HB húsinum í Gundadali ella í VB húsinum á Vágs eiði. Reglarnir Á Svangaskarði skemtaðu HB áskoðarar sær við, at teir hava b a r a B36 og Sumba eftir
løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing [...] byggifrøðingur. Tú skalt minnast til, at tá hús eru eini 25 ár, skulu vindeygu, hurðar og annað skiftast, sigur hann. Sama mynstur Tað er einki at dylja yvir, at innrásin av ali- og oljufólkum seinastu [...] Dahl-Jacobsen. Eg veit um, at onkur hús eru farin fyri dupultan prís, og tað havi eg ongantíð upplivað áður, sigur húsameklarin. Hann leggur dent á, at dygdin ikki hevur tað nógv at siga. Húsið skal vera stórt
undirtónarnar, at tað er spurningurin um fullveldið, sum stendur upp á spæl. Onkur hevur í ramasta álvara sagt, at um føroyingar megna eitt gott úrslit í kvøld, so hevði tað verið lættari at fingið meiriluta [...] við Allani Simonsen, spæla bara átta í tí heimligu kappingini, og tað er neyvan at skjóta við síðuna av at siga, at bara tríggir úr heimligu kappingini verða millum teir fystu ellivu. So nógvir útisetar [...] útlendingunum mugu tveir finna seg í at sita á beinkinum. Jákup Mikkelsen ella Jens Martin Knudsen verður málverji. Tann, sum ikki fer at standa í málinum, fer at sita á beinkinum. Jákup hevur ikki verið
tí fullan rætt til at brúka leikararnar fríggjakvøldið og hann so gjørdi. Tað sigur seg sjávlt, at tað er eitt sjokk hjá kyndlaleikarum at síggja eitt fyrsta lið, tá ein roknar við at síggja eitt væl veikari [...] hjá Kyndli at dekka offensivt, tí seinastu løtuna megnaði StÍF at halda stand og dysturin endaði við, at StÍF vann við 36 málum móti 33. StÍF verjan tøtt sum tróðrið Størsta orsøkin til at strandingar [...] fríggjakvøldið fingu kyndlamenn at føla, at tað gongur ikki altíð, sum ein roknar við sjálvur. Kyndil fekk fríggjakvøldið vitjan av 2. liðið hjá strandingum, men tað skuldi vísa seg at vera ein ov stórur biti
samanhangandi fótbóltsspæli var at síggja. Kongstankin hjá NSÍ hevur í ár verið at leggja trýst á mótstøðuliðini fyri at kroysta tey at gera mistøk, sum tað so hevur verið ætlanin at fáa nyttu burturúr. Um hetta [...] Tað sást ikki á avrikunum, at annað liðið stríðist fyri at sleppa við í Europa Cup, og at hitt liðið stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini. Oyggjauppgerðin millum NSÍ og ÍF var tøtt og jøvn. Talan [...] havt verður í huga, at vitjandi liðið telist millum teirra, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, so var útgangsstøðan hjá NSÍ sera lítið álopskend. Mortan Hansen var so at siga einsamallur á
vónað at vit sloppu at framføra, sigur Kaj Johannesen í Taxi. Teir høvdu frammanundan roknað við at fáa 45 minuttir, minst, tí tað var tað fyrireikararnir høvdu sagt bólkinum og fjølmiðlunum, at bólkarnir [...] fyrireikarar av Prix Føroyar og onnur sum ætla at selja føroyskan tónleik uttan fyri landoddarnar noyðast at gera eitt munandi betri fyrireikingararbeiði. Neyðugt er at vera meir ágangandi yvirfyri til dømis [...] fingu høvi at vísa seg á stóra pallinum, og høvdu uppiborið betri sømdir á Norwegian Wood. Fyri teir sum fyrireika Norwegian Wood er tað einki annað enn ein gøla, at teir bjóða einum bólki at ferðast í