av teimum eru 280 í donsku deildini. Tey seinastu fimm árini hevur Richard verið leiðari á deildini fyri strategi og marknaðarføring. Her hevur hann havt ábyrgdina av ráðgevingini av leiðslunum í stórum [...] ini og á teknisku deild, Heini Joensen og Hjallgrím Hentze. Richard Mortensen er argjamaður, men hevur seinastu nógvu árini búð uttanlands. Eftir lokna bankaútbúgving í Sjóvinnubankanum í 1983 fór at lesa
Funningslaks hevur keypt farmaskipið Nordic frá Nordic Bulk í Havn. Ætlanin er tó ikki at fara undir farmasigling, men at brúka skipið í alivinnuni. Ætlanin er at leggja skipið við aliringarnar, sum F [...] Funningslaksur hevur liggjandi undir Líðini uttalaga á Funningsfirði. Har er í løtuni ein flaki, men hann verður skiftur út við Nordic sum er nógv størri og arbeiðsligari, sigur Kári Nielsen, stjóri á [...] taka fóður umborð og annars røkja somu uppgávur sum einhvør annar aliflaki, sigur hann. Funningslaks hevur umleið eina millión fiskar gangandi undir Líðini, har Nordic fer at liggja, sigur Kári Nielsen Skipið
skolaðir í havið. Hetta hevur darvað ferðasambandinum í Kalsoynni almikið og eitt nú fæst ikki mjólk úr summum bygdum í oynni. Fleiri hava funnist at Strandferðsluni tí tey halda, at hon hevur ikki gjørt nóg mikið [...] skriðulopið, hvørki beint ígjøgnum tað, ella undir sjálvari skriðuni Strandferðslan sigur, at hon hevur kannað málið saman við serfrøðingum hjá Landsverkfrøðinginum og niðurstøðan er, at tað er ikki ráðiligt
eru so at siga allir mans tøkir. Mikkjal Thomassen hevur leikbann, men sum skilst, hevði hann helst ikki verið tøkur kortini. Miðvallarin, sum eisini hevur verið verjuleikari í ár, meiddi seg nevnliga undir [...] Taka sær ikki av løttum At meta eftir tí, sum leikararnir siga, er tó einki um hetta prátið. B36 hevur framvegis møguleika at røkka bronsuplássinum og harvið Europa komandi ár. - Vit fara á vøllin fyri
hesum viðvíkjandi. Hann leggur afturat, at hann javnan hevur kunnað býráðið um støðuna í málinum, seinastu ferð 14. desember 1999, og ongantíð hevur nakar mótmælt tí arbeiði, sum er farið fram í málinum [...] seg. Sjálvur vil hann tó ikki hava ákærurnar sitandi á sær, og ger hann tí greitt, at hann hvørki hevur logið ella dult nakað fyri andstøðuni. Jógvan við Keldu sigur at enda, at málið verður lagt fyri á
fiska hann. Hetta hevur eggjað monnum, og umsóknir eru sendar landsstýrinum um royndarveiðu. Sum í happadráttinum hava summir verið hepnir, meðan aðrir hava drigið svart; onkur hevur mist á borði, hvat [...] tunfiskaloyvir vóru í nýtslu seinasta ár? Hvussu mong vóru ikki ikki í nýtslu? Hvussu mong loyvir hevur landsstýrismaðurin drigið inn aftur og við hvørji grund? Hvørji feløg/persónar sita við tunfiskaloyvum
Djurhuus, sum seinastu árini hevur starvast sum embætismaður í uttanlandsdeildini í Tinganesi. Esther Dahl, sum í 1998 varð sett sum tann fyrsti føroyski umboðsmaðurin í Brússel, hevur skjótt verið í starvinum [...] hjá Esther Dahl í Brússel í november, tekur Esther Dahl yvir tað starvið, Hákun J. Djurhuus fyrr hevur røkt á uttanlandsdeildini í Tinganesi. Hetta heldur Herluf Sigvaldsson vera eitt frálíkt umbíti.
Dam er norsk og búsitandi í Føroyum, fyrst frá 1977 til 1981 og kom aftur til Føroya í 1995. Hon hevur vart doktararitgerð í analytiskari evnafrøði við Universitetið í Trondheim, verið gestagranskari við [...] Memorial University of New Foundland 1989-90 og við Aalborg Universitets Center 1990-95. Síðan 1995 hevur hon verið í starvi á Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Hon kannar umhvørviseitur í tí føroyska umhvørvinum; [...] seinasti bólkurin, grind og fuglur. Hesi seinastu árini eru umleið 500 grindahvalir kannaðir. Eisini hevur verið arbeitt við at fáa til vega álítandi kanningartøl um teista, æðu, havhest, skarv og lunda.
Í eitt ár hevur danin Jens Melgaard hildið skeið fyri føroyskum næmingum, ið hava havt áhuga í vøddamýking. Herfyri fingu 15 kvinnur og ein maður handað prógv á Hanilsskúlanum í Havn. Í eitt ár hava tey [...] alskins trupulleikum, men sjálvsagt teir eisini forkelað tann, ið leggur seg á bonkin, um hesin bert hevur brúk fyri at slappa av, eftir harðan dag. Jens Melgaard letur væl at fyrstu føroysku vøddamýkjarunum [...] arbeiðast inn. Í Danmark eru tey von við vøddamýking og at leita sær til slíkar serfrøðingar. Í Føroyum hevur hetta ikki verið gjørligt og tí ikki vanligt. Men Jens Melgaard væntar, hetta óivað verður øðrvísi
noyddir at fara í holt við uppgávuna uttan hjálp frá Óla Johannesen. Verjuleikarin, sum hevur sína dagligu gongd í AGF, hevur ikki fingið ta stóru spælitíðina síðani ársskiftið, men kortini man hann av mongum [...] útivølli móti Liktinstein, og sjálvur vónaði Óli, at hann tá aftur var klárur at spæla. Í øllum førum hevur hann enn ikki tikið støðu til, hvørt hann skal geva avboð til landsdystin, men hetta fara komandi