at fevna um embætisførsluna hjá hesum løgmanninum. Kortini vil hann ikki siga, um stig skulu takast, ella, hvørji stig skulu takast. Hann vil heldur ikki siga um hetta gevur orsøk hjá landsstýrismálanevndini [...] vil siga um tann spurningin. Men hann heldur kortini, at alt hetta kann fáa fólk at ivast í trygdini við kanningini. Tá ið Løgmaður boðaði alment frá kanningini, segði hann: Løgfrøðiliga kanningin kemur at [...] tað heilt burturvið at seta aðrar avmarkingar, í hesum føri embætistíðina hjá Jóanesi Eidesgaard. Hann sigur, at landsstýrismenn kunnu revsast fyri brot á embætisskyldurnar fimm ár aftur í tíðina. - Tí
løgtingsmann, um hann minnist dagin 7. juli. Hann er skjótur at svara. Jú, tað er dagurin, sum seint fer í gloymibókina í morgin er eitt ára dagurin eftir bumbuatsóknirnar í London. Hann var staddur nærhendis [...] nærhendis ta einu undirgrundarstøðina, har ein bumba brast. Hann greiðir frá, at ein slík ræðulig uppliving fer seint úr minninum. Hann og konan komu úr Isle of Man hendan morgunin og skuldu út at síggja [...] útsettu túrin eitt sindur. Hergeir Nielsen var hendan morgunin í ferð við at keypa nakað av frukt, tá ið hann sá, at fjáltur líkasum kom á fólk og tey byrjaðu at renna í ymsar ættir. Stutt eftir hetta, varð økið
Jan og Eirikur eisini sín stóra lut í, at Javnaðarflokkurin hevur so stóra undirtøku, sum hann hevur. At hann hevur havt Sosialin at tala sína søk bæði so og so, hevur givið Javnaðarflokkinum ein veldugan [...] avgerandi fyri søluna var altso ikki bara prísurin. Hesum er einki galið við. Keyparin ger av, hvønn hann selir til. Tað er eisini heilt upplagt, at ein bólkur við Jan Muller og Eiriki Lindenskov á odda fær [...] einum íleggjara, sama, hvør politiski liturin er. Hví skuldi ein føroysk avís verið øðrvísi? spyr hann. Jamen góði Jan! Tað er ikki avísin, sum eg havi kritiserað fyri nakað. Munurin er íleggjarin. Føroya
Høgni Hoydal, at Anfinn Kallsberg hevur verið eitt vónbrot á fólkatingi. ? Hvørja ferð, hann er á Fólkatingið, hevur hann stuðlað donsku stjórnini. Høgni Hoydal sigur, at Anfinn Kallsberg hevur ongantíð givið [...] tað er landsstýrið, sum eigur at taka stig til eina slíka kanning, kundi hann havt tikið stig til at gjørt eina slíka kanning,. hann kundi eisini havt boðað frá síni støðu frammanundan, so at føroyingar kundu [...] avleiðingar tað fær fyri Føroyar, um Danmark góðkennir nýggju ES-grundlógina. Frammanundan hevði hann eina varisliga vón um, at fólkatingið fór at taka undir við málinum, tí teir vóru allir positivir
vongverjin í høgru, Bárður Olsen, ímillum. Hann langaði langa diagonalsending, sum Sorin Anghel ikki rakk. Men tað gjørdi Hans Pauli Samuelsen, og í hesi støðuni var hann tryggur og setti fram við Karstini Joensen [...] eydnan var ikki við Hans Paula Samuelsen, og kanska var tað kuldin, sum var orsøk til, at royndirnar viðhvørt fóru omanfyri og aðrar ferðir við síðuna av málinum. Sigursmálið skoraði Hans Pauli Samuelsen, [...] sprakk so í føvningin á KÍ málverjanum. Gert Hansen hevði opnan møguleika eftir horna úr vinstru, men hann sendi við høvdinum skeivu megin stólpan. Undanfarnu árini og serliga í fjør hevði EB/Streymur rættuliga
byggja røktarheim í Vági. Nú um vikiskiftið fingu allar kommunurnar skriv frá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, har hann heitir á tær um at taka stig til at byggja røktarheim í Vági og at samstarva við [...] kommunurnar, ið projekterað og skipa bygginevndina, sigur Landsstýrismaðurin. Brúk fyri 38 plássum Hans Pauli Strøm upplýsir fyri kommununum, at ein tørvsmeting vísir, at tað er tørvur á røktarheimsplássum [...] milliónir í stuðuli til eitt heim til 30 fólk Í brævinum til kommunurnar nú um vikuskiftið, staðfestir Hans Pauli Strøm enn einaferð, at landsstýrið stendur við tilboðið um at finna loysn á tí fíggjarliga partinum
dømi um. Hann møtti í Gøtu, og har noyddist hann at bíða. Hevði hann havt vitað, at dystur var í Fuglafirði klokkan 14.30, so hevði hann havt møguleika at fingið tveir dystir fyri, nú hann var í Eysturoy [...] Skuggar yvir øðrum Stóru tíðindini í fótbóltinum vóru í gjár, at KÍ venjarin hevur fingið sekkin. Hann var tann fyrsti, sum reyk í hesum árinum, og tað kann væl roknast við, at tað eru aðrir, sum kenna
, ið hava lagt hann undir at sláa unnustuna og harðligt náttarlív. Rooney hevur svarað aftur við einum rættarmáli ímóti The Sun. Men sunnudagin vísti hann sítt virði á vøllinum, tá hann fluktaði bóltin [...] Premier League Jose Mourinho kann nú fegnast um, at hann bert er tvey stig frá at tryggja sær meistaraheitið. Hetta kunnu hansara menn gera, tá teir møta Bolton leygardagin. Chelsea kann tó tryggja sær [...] meistaraheitið í fimmti ár, um Arsenal ikki vinnur á Tottenham mánakvøldið. Mourinho hevur tó sagt, at hann fer at heppa á Arsenal mánakvøldið, tí at so verða hansara menn enn meira uppsettir at vinna ímóti
Mørkøre spældi hegnisliga mitt ímillum til Berg Midjord, og eins hegnisliga slapp hann sær leysan av verjuni, áðrenn hann sendi málverjan ein veg og bóltin annan. Hetta tók mest sum luftina úr GÍ-trýstinum [...] Mikkjal Thomassen var alt annað enn samdur í dømingini ígjøgnum dystin, og tá hann gav hetta til kennar yvir fyri dómaranum, fekk hann ostaskorpuna sum tøkk. Eftir hetta flutti GÍ nógv fólk fram. Einar tvær [...] óneyvleiki í avgerandi løtunum førdu við sær, at Jákup Mikkelsen ikki slapp so frætt sum at vísa, at hann skal roknast sum besti málverjin í landinum. Ikki minst gav tað gestunum gott pláss í hesum partinu
felag í monopollíknandi støðu, so er tað eitt privat felag í somu støðu, heldur landsstýrismaðurin. Hann ætlar sær tí at leggja stóran dent á, at kappingin á føroyska telemarknaðinum verður varðveitt og [...] koma um hetta. Tí fekk Bjarni Djurholm trý ymisk uppskot um eina privatisering av Føroya Tele, tá ið hann fekk frágreiðingina frá arbeiðsbólkinum. Uppskotið hjá Føroya Tele var, at fyritøkan varð privatiserað [...] tvey ymisk feløg. Nú er gongd komin á Bjarni Djurholm hevur síðani arbeitt víðari við málinum, og hann hevur havt fundir við fjarskiftisveitarar og onnur um privatiseringina. Eitt úrslit av gongdini hevur