heldur Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum, sum Sosialurin hevur biðið um viðmerkingar til gongdina í Carlton-málinum, nú trætan hevur vart í meira enn ein mánaða. - Tað einasta, sum [...] a ídnaðarsáttmálin at halda seg til, leggur hann aftrat. Avgerandi broyting Í januar í ár hendi tó ein avgerandi broyting í hesi støðu. - Fiskimannafelagið gevur tá Hanusi Hansen, reiðara, skrivliga tilsøgn [...] beinleiðis við manningina. Tað er sjálvandi ikki í lagi. Søgan aftanfyri Óli, sum ígjøgnum mong ár var við til at gera sáttmálar vegna fiskimenn, vísir á, at tað var í 1971, at FF fekk ein ídnaðarsáttmála fyri
positiv uppliving. Flott EB/Streymur! Í boks!!!!! Torgard saves again! Ensku miðlarnir hava í dag bara rósandi orð at bera René Torgarð fyri sítt avrik í gjár. Sosialurin hyggur at onkrum av tí, sum bløðini [...] dagsins maður. Men munurin á Premier League og Formuladeildini var tó aftur staðfestur í ríkiligan mun. Málleyst í steðginum Sigfríður Clementsen valdi aftur eitt væleydnað verjukent útgangsstøði. Fróði [...] mótstøðuni frá at fáa bóltin í netið. Manchester City hevði fleiri upplagdar møguleikar, men takka verið hepni og stórbjargingum frá stórspælandi René Torgarð var málleyst í hálvleikinum. EB/Streymur hevði
mugu fyri alt í verðini ikki enda í somu støðu, sum í 1946. Skipanin skal broytast undir øllum umstøðum Ein av spurningunum í sambandi við broyttu ríkisskipanini er hvussu verður við blokkinum í framtíðini [...] ongantíð í nýggjari tíð verði beinleiðis tema í einum valstríði og eini eftirfylgjandi samgongu. Men tað tykist, sum nú-verandi samgonga ætlar at leggja stóran dent á orðini, sum eru niðurfeld í samgonguskjalið [...] slepta upp á fjall í einum so stórum málið sum hesum? ? Nei, tað haldi eg ikki at teir hava nakra orsøk til. Eg havi tosað við Javnaðarflokkin, sum er størsti flokkur, og sum eigur formannin í uttanlandsnevndini
Petra Tausen, havt uppgávuna, sum í 2019 varð boðin út til at galda í trý ár. Seinni var sáttmálin longdur fram til 31. desember í 2024. Kommunan skrivar, at í tráð við innkeyps- og útboðspolitikkin [...] fyri Tórshavnar kommunu í 22 ár. Seinast vit bjóðaðu upp á uppgávuna, tað var í 2019 – var tilboðið frá Fa Petra slakar 800.000 krónur. Tá var koyringin millum Urd og heimið í Sløttalíð ikki við. Og tá [...] Sosialurin 17. januar: Tá Tórshavnar kommuna bjóðaði út tænastuna at koyra mat út til pensjónistar og millum røktarheim í býnum, var almenna partafelagið Posta nógv bílari enn privatu veitarnir
búfólkini á Psykiatriska Deplinum ikki fáa framíhjárætt at flyta inn í sambýlið, Eystan Heyg. Í vikuskiftisblaðnum prentaði Sosialurin samrøðu við Karsten Hansen, Heilsumálaráðharra og Tormóð Stórá, leiðandi [...] landsstýriskvinna í almannamálum hvørki vil ella kann geva teimum framíhjárætt. - Eg kann ikki avgera, hvør skal inn í sambýlið. Tað má vera tann borgarin, sum er ringast fyri, sum sleppur inn í sambýlið. Tað [...] upprunaliga í lógartekstinum, at íbúðirnar skuldu byggjast til fólkini, sum høvdu fastan bústað á Psykitriska Deplinum. Lógin varð broytt í 2011, tí hildið var, at tað var skeivt at skriva í eini lóg, hvør
Orð og myndir: Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað vóru spent og glað borifólk, sum landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm og stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu hittu, tá vitjað varð umborð [...] hava higartil "bara" havt uppgávur á økjum í Norðsjónum, har olja er funnin. Hetta er fyrstu ferð vit skulu til at finna olju, og tað at hetta so eisini er í einum jomfrúuligum øki, har eingin olja er [...] basaltfláir hevur hildið mongum útlendskum oljufeløg aftur at vera við í oljuleitingini um okkara leiðir. Nú er so vónandi vent í holuni. Tað er tí heldur einki at siga til, at gleðin millum manningina
tekur endaligu avgerðina. Bjarni Djurholm sigur seg annars vera ósamdan við stjóran í Kaupthing, sum í Sosialinum í gjár sigur, at tað hevði verið skilabetri, um landið byrjaði at einskilja minni prob [...] konsern í vár. Men skulu vit til at selja FT ella konsernina FT, so eru vit framvegis í tí ivamálinum, at vit mugu ansa eftir ikki at minka um kappingarmøguleikarnar tvs. útboðið av televeitarum í Føroyum [...] Føroya Tele gerst eitt privat monopol í mun til tað tað er í dag, nærum eitt alment monopol. Bjarni Djurholm vísir á metingar, sum siga, at býtir tú Føroya Tele í tvey og selur tænastupartin fyri seg og
Føroyar innan ríkisfelagsskapin. Loysing í fýra stingum Sambandsflokkurin vísir í uppskoti sínum á, at landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja fullveldisætlanina í fýra stingum. Og, sum Sambandsflokkurin [...] fólki fyri grundlógini, verður hon sett í gildi. Ódemokratiskt ? Ætlan landsstýrisins letst at vera demokratisk, men í roynd og veru má hon sigast at vera tað øvuga. Í besta lagi er hon bara demokratisk at [...] Løgtingið góðkenna sáttmálan. Síðani skal sáttmálin leggjast til fólkaatkvøðu í Føroyum. Fær hann meiriluta, verður hann settur í verk. Tá alt hetta er avgreitt, verður uppskotið til føroyska grundlóg lagt
sproytum áður, men tað ætlar hann sær hinvegin at gera í framtíðini, tá spartli-arbeiði er á skránni. Hann er í løtuni í ferð við eitt málaraarbeiði í bygningum hjá Trygd. Ein onnur rættiliga stór uppgáva [...] vandamikið Martin í Nesi úr Hvalba hevur arbeitt við sproytum í nógv ár. Men ikki fyrrenn nú hevur hann til fulnar skilt, hvussu hent hetta amboðið í roynd og veru er. - Eg havi brúkt tær í nógv ár, uttan [...] áður, meðan aðrir høvdu arbeitt við teimum í mong ár. Her var tí talan um ein rættiliga breiðan skara av føroyskum málarameistarum sum saman við SRI Máling í Havn tóku ímóti frálæruni á skeiðnum. - Hetta
rogvi@sosialurin.fo Við nýggjari breiðbandstøkni, ið byrjað verður at seta upp í summar, ætlar Føroya Tele sær helst at gera eitt av teimum heilt góðu hálunum. Gongur sum ætlað, fer Føroya Tele í summar [...] Hetta er tó inni á meginlandinum, og í fyrstu atløgu Tórshavn, Klaksvík, Skálafjørðinum og á flogvøllinum, ið verður liðugt sett upp í summar. Tað stóra hálið verður tó tá netið er liðugt útbygt, og kemur at [...] skipanin er í veruleikanum tvey ymisk net. Antin koyrir tú yvir fartelefonnetið, ella koyrir tú yvir tráðleysa netið við antin eini donglu, ella einum innbygdum tráðleysum korti, ið flestu nýggju teldur í dag