ðar, og hetta er so eisini ein roynd at lodda dýpið - at vita í hvønn mun áhugi er millum útlendskar íleggjarar at gera íløgur í Føroyum í eitt nú umrøddu privatiseringar. Men eisini føroyska vinnan sum [...] vónandi fer at seta fokus á lítla oyggjalandið úti í Norðuratlantshavi við sínum stóra ríkidømi - á landi - í havinum og, hvør veit , kanska eisini í undirgrundini. Sosialurin [...] stóra ávirkan á føroyska búskapin, men vit liva í eini verð við altjóðagerð og har mørkini gerast alt meira ósjónlig. Vit hava hoyrt framstandandi bankafólk í Føroyum tala fyri at fáa útlendingar at gera
formaðurin í Stjørnuni er væl nøgdur við kappingarárið, tá ið havt verður í huga, at klaksvíkingar vunnu tað, ið vinnast kann í bestu kvinnudeildini. Stjørnan gjørdi VB bragdið eftir frá í fjør og vann [...] Ragnarsson. Í løtuni umhugsa tey í Stjørnuni eisini, um felagið skal bjóða seg fram til at luttaka í europeiskum hondbólti til komandi kappingarár, men tað er alt ein spurningur um pengar, sigur Kristoffur [...] við Stjørnuna í tveir mánaðir afturat, men í næstum fer Stjørnan at taka upp samráðingar við unga havnarmannin um at longja sáttmálan. Uppbakningurin til Stjørnuna hevur verið ótrúligur í Klaksvík, og
sjálvsvirðing í 100 ár og tað ger hon enn. Í 1910, tá ið hart leikaði á móti tí føroyska undir sambandsmeirilutanum, segði Símun av Skarði í "Hugsan mín á tingi": Blindaða fólk, sum livir í trúgv, at hetta [...] , tað fløvar, at tit í hjartanum viðurkenna at vera føroysk tjóð. Tað er bara ikki nóg mikið í nútíðarligu heimskringini at vera samd um hetta innantanna. Til fullan myndugleika í samskiftum við onnur [...] viðurkendur rættur. Og tann rætturin er enn ikki í okkara egnu hondum, hann er í øðrum hondum nevniliga donskum, og harvið eru vit heft. Hetta darvar okkum í politisku, mentanarligu og vinnuligu menningini
Hansen. Vera á varðhaldi Í Sosialinum í gjár sigur forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, at klár tekin eru um byrjandi ovurhitan av búskapinum. ?Eg eri samdur við honum í tí, at tekini eru til staðar [...] talan í stóran mun er um danskt málsøki. Vit fangaðu Karsten Hansen á fartelefonini í hýruvogni á veg til fundar við Bendt Bendtsen. Persónligur blokkur Spyrt tú Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum [...] skattahækking í næstum. Hann heldur somuleiðis, at íløgurnar hjá tí almenna eru varðisliga lagdar til rættis, og tær eru ov stórar, metir Karsten Hansen. Hann nevnir í sama viðfangi, at í tráð við royndarnar
fyri hesum serligu viðurskiftum - ikki bert her í høvuðsstaðarøkinum, men eisini í øðrum vakstrarøkjum í landinum - og hækka íløgukvotuna tilsvarandi. Í ár hevur Tórshavnar kommuna - saman við Kollafjarðar [...] kann nevnast, at bara tað eina árið í áttati-árunum vóru íløgur gjørdar her fyri umleið 130 miljónir krónur. Hetta var í høvuðsheitum fyri læntar pengar, meðan kommunan í dag fíggjar alt sítt virksemi sjálv [...] høvuðsstaðnum ligið um 300 fólk um árið í meðal. Bara í hesum valskeiðnum er fólkatalið vaksið við sama íbúgvaratali sum í Vestmanna - stívliga 1200 fólkum! Men sambært feskastu metingunum hjá hagfrøðingum
av eini vónleysari kapping um klóku høvdini í landinum, sum taka størv í tí privata og í grønlendsku umsitingini fram um almenn størv í Føroyum. Leiðarar í umsitingini og á almennum stovnum mugu ferð eftir [...] ómetaliga óheppin støða, vit eru í, men trupulleikin er tíverri ikki nýggjur. Vit hava livað við hesum trupulleika í fleiri ár, og bara síðani 1996 hava vit fingið nýggj fólk í øll størv, sigur hann. 14 fólk [...] fer í mars mánaði til Grønlands, har hann skal gera sama arbeiði ? bara fyri grønlendarar og betri løn. ? Vit klára okkum heilt einfalt ikki í kappingini við tað privata og almennar umsitingar í øðrum
tað spælararnir. Sum vit søgdu í blaðnum leygardagin, so hevur KÍ tryggjað sær undirskriftina hjá fleiri av teimum, sum hava verið millum berandi kreftirnar, men í blaðnum í dag eru tey tíðindini, at fleiri [...] formaður í KÍ, segði á middegi í gjár, at avtalan við Sogndal og Svendborg var ikki komin heilt upp á pláss, men hann roknaði heilt víst við, at spælararnir fóru at fáa møguleikan at fara uttanlands: ? Í fyrstu [...] á, at tað fyri stuttum varð gjørd avtala við Jákup í Stórustovu um, at Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen seinni í heyst skulu fáa høvið at royna seg í onkrum europeiskum felag. ? Vit hugsa sjálvsagt um
minst 13 milliónirnar, sum vit føroyingar gjalda í mvg fyri stroymingtænastur, enda í føroyska landskassanum, og ikki sum nú í danska statskassanum. Hesir pengar skulu oyramerkjast til list. Við hesum krónum [...] Í dag hava fleiri kjak verið um mentan. Eg luttók sjálv í einum kjakið á Skúladeplinum í Hovi, har spurningurin var um Føroyar skulu hava ein mentanarpolitikk, ið byggir á eina semju sum røkkur yvir fleiri [...] Reinsarínum í kvøld og undrist á at bland kemur í hugtøkini mentan og list. Mentan – eitt yvirskipað hugtak Mentanarpolitikkur snýr seg um okkara lív. Mentanin er menning, meining og innihald í okkara lívi
landsstýrisformanninum Múte B. Egede (IA), tí Danmark hevur havt ágóðan av námsuvinnuni í Grønlandi í áravís. Tað sæst í einum nýggjum dokumentari, sum verður vístur á DR. - Vit hava altíð vitað, at land okkara [...] hevur ikki fleiri viðmerkingar av virðing fyri, at val verður í Grønlandi 11. mars. Filmurin sæst á DR og verður eisini vístur á KNR í Grønlandi í dag. /Ritzau/ [...] Sambært einum nýggjum heimildarfilmi vann Danmark ovurstórt ríkidømi við námsvinnu við kryolit í Grønlandi í yvir 100 ár. Skal Grønland vera óheft frá Danmark, er ein av stóru spurningunum, hvussu heimsins
Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum. Hann er eisini borgarstjóri í Havn, og sostatt umboðar hann størsta eigaran í SEV. Hann leggur dent á, at í hesum máli standa kommunurnar í Føroyum saman. - Vit [...] umstøðum at góðtaka eina ognartøku av SEV, sigur formaðurin í Kommunufelagnum. Í hesum sambandi sipar hann til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, sum mangan hevur róð fram undir, at landið skal [...] av túrum verður eisini broytt í heilum - alt eftir, um pengar eru tøkir. - Hví ikki fáa hetta at rigga fyrst, áðrenn tosað verður um at yvirtaka samlaðu elframleiðsluna í Føroyum? Her er hóast alt bert