sermerkta var tó, at tann, ið rendi á, rýmdi av staðnum uttan at siga frá. Talan var um ein bil, sum bakkaði á ein annan bil. Løgreglan hevði fingið at vita, hvør tað var, og koyrdi runt at leita eftir viðkomandi [...] viðkomandi. Tað eydnaðist løgregluni at finna bilførararn, og hann varð skuldsettur fyri at vera rýmdur av staðnum uttan at halda sínar skyldur.
Rosenergoatom, sum rekur verkið. Lagt verður aftrat, at geislingarnar í økinum eru óbroyttar. Tíðindastovan NTB veit at siga, at dronan varð steðgað, eftir at hon hevði rakt eitt av kølitornunum á kjarnorkuverkinum [...] Í Russlandi vita tey í dag at siga, at ein ukrainsk drona hevur rakt eitt kølitorn á russiska kjarnorkuverkinum, Novovoronezj. - Tað vóru eingir materiellir skaðar ella persónsskaðar, sigur almenna felagið [...] kjarnorkuverkinum. Hvussu dronan kundi vera steðgað - eftir, at hon hevði rakt verkið, sigur søgan einki um.
sambært JIG, at tað tá var rentustuðulin til sethús, sum var orsøkin til at ongir leigubústaðir vórðu bygdir. Hesin trupulleikin er ikki longur. Tað eydnaðist Bústøðum í 2012 at viðvirka til, at bygging av [...] og hetta væl at merkja galdandi fyri øll – eisini privatar byggiverkætlanir. Sostatt skuldi verið gaman í, at privatir íleggjarar eisini fóru at byggja íbúðir til útleigan, heldur enn bert at byggja sethús [...] “Tað almenna er, við Bústøðum, størsta orsøkin, at bústaðir vanta”. Orsøkin sigst verða, at Bústaðir hevur so nógvar fyrimunir framum tey privatu, at tey privatu ikki kunnu fara í holt við leigubústaðabygging
og størri upphæddum, ið tilsamans skulu tryggja, at talan verður um ein serligan dag, ið leingi fer at liva í minninum. Í tí sambandi kann tað vera hent at venda sær til ein bankaráðgeva, ið kann veita ráðgeving [...] fáa peningin at ganga undan, sigur Sóleyð P. Hansen, ráðgevi í BankNordik, og leggur afturat. Tí er tað umráðandi, at brúðarparið av gerð, hvussu nógvan pening tey hava hug og møguleika at brúka til brúdleypið [...] dagin. Meðan nøkur ynskja at gera so nógv sum gjørligt sjálvi við góðari hjálp frá familju og vinum, so eru tað onnur, ið gjarna vilja gjalda fyri tað mesta, so at tey sleppa undan at gera ov nógv praktisk
slapp í íslendska havn at fremja tað, sum skip nú einaferð fara í havn at fremja; m.a. taka olju og proviant eins og at landa. Skipið slapp so til endans í havn, men bert tí at tað hevði maskinbrek, og [...] EF-dómstólurin. Í øllum førum eigur ein tílíkur dómstólur tá at hava heimild til at áleggja tapandi partinum at gjalda sakarmálskostnað og at áleggja bøtur, gjarna stórar bøtur. Tá høvdu londini helst hugsað [...] íslendingum heilt klokkugreitt, at nú mugu tey læra seg at virða og halda sínar skyldir í sáttmálanum ella má hann setast úr gildi! Vit kunnu snøgt sagt ikki loyva okkum at lata standa til longur og hoyra
er átlauvert at hoyra landsstýriskvinnuna í fjølmiðlunum í hesum døgum siga, at kommunurnar klára ikki at samstarva. Haldi kommunurnar fram um mangt annað hava prógva at tær eru fult førar at samstarva. [...] sagt, at tær velja “the highway”. So nú haldi eg persónliga tað, at landsstýriskvinnan bara skal fara undir eina tilgongd at taka ALT eldraøkið inn aftur til landið, sjálvt um eg eri sannførdur um, at ALT [...] felags upptøkunevndir fer ikki at loysa trupulleikan á eldraøkinum. Tvørtur ímóti. Hon skapar øsing og setir kílar millum land og kommunur, og vandi er eisini fyri, at hon fer at seta kílar í millum kommunurnar
við at trýsta á ein knøtt, og so aftur at fáa gekkahjólið at steðga, við at trýsta á ein annan knøtt. Men tað er ikki alt, sum er so lætt at skilja. Annars so hevur tað ikki altíð verið so lætt at forsyrgja [...] síðani at hann gavst at arbeiða. Abbi hevur balst á sjónum stóran part av lívinum, og hevur róð út líka til hann bleiv 99 ár. Tá vóru eyguni vorðin so vánalig, at hann hevði trupult við at síggja [...] ð og Mykines, so hann bleiv noyddur at gevast við at rógva út. Um eyguni ikki vóru farin at bila, so hevði hann nokk hildið áfram til hann bleiv 100 ár. Hettar, at ein maður drívur fiskaríð einsamallur
er ikki til at fata, og tað kennist sera ringt nú – og tá ið so gerandisdagurin kemur, verður tað uppaftur verri. Saknurin verður ringur at liva við. Tað at hon ikki ringir og heldur, at tað er langt [...] langt síðani, at hon sá meg. Eg fari oman, og vit seta okkum at binda, práta um líkt og ólíkt og hugna okkum. Hon lærdi meg m.a. at binda hosur og dugdi sera væl at læra frá sær, og soleiðis var mostir ótrúliga [...] seinasta ár. Eisini fór mostir at ferðast til Samsø í Danmark fyri at vera saman við døtrunum og ommubørnum, og var tað ein góður túrur. Henni dámdi væl at ferðast og at uppliva – hon livdi lívið fult
ir. Hon vísir á, at hóast betongarbeiðið so at siga stendur í hálvum gekki, merkir tað ikki, at alt er farið fyri skeyti. - Tað haldi eg ikki, mann kann siga. Støðan er bara tann, at í verandi løtu hava [...] ovastevnu hvørt ár síðani, sigur Unn Sørinardóttir og heldur fram: - Av tí at fyrsta stevnan gekk so væl, valdi nevndin at halda fram við at skipa fyri ovastevnu og stíla fyri tiltøkum av ymsum slag, tað vikuskiftið [...] hava vit ikki pengar til at gera betongarbeiðið liðugt og annars arbeiða víðari við svimjihylinum. Ovastevnan doyr ikki út Tað gerst alsamt meira trupult at fáa fólk at vitja tær ymsu bygdastevnurnar, sum
Tað eru fleiri vikur síðani, at Piotr Krakowski segði í samrøðu við Rás2, at hann var hundrað prosent vísur í, at 07 Vestur næsta ár fór at verða umboðað í bestu deildini. Fryntligi póllendingurin er [...] fara at hýsa sunnudagsfótbólti. Men nú restar so mikið lítið í, at tað næstan ikki slepst undan uppflytingini, og tað er sannlíkt, at tað verður greitt longu í morgin, tá ið 07 Vestur fer at vitja [...] Sørvági mikukvøldið, og har sást tað avgjørt ikki, at gestirnir hava kós í triði bestu deildina, og at heimaliðið eftir øllum at døma longu í morgin fer at tryggja sær pláss í bestu deildini. Vesturættin