Stella leggur stóran dent á, at handilin skal vera eitt stað, har ung kristin kunnu møtast. Stella ynskir, at handilin helst skal verða eitt stað, har tey kunnu vera seg sjálvi. Hon heldur, at tey ungu kristnu [...] kristnu hava ov fá støð at halda til í. - Handilin skal vera eitt stað, har ung kristin kunnu hugna sær, men øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Stella. Fólk við trupulleikum ella sum eru á skeivari lívskós
ferð er á. Tað skal vera áheitan okkara, at fólk traðka spakuligari á speedaran allan jólamánaðin og vísa størsta varsemi við eldi heima við hús. Størri árvakni á hesum økjum kann vera við til at gera jólini [...] óhapp, sum henda í jólamánaðinum, hví tey henda og hvørjar avleiðingar tey hava. Hetta fyri at kunna vera meira medvitandi um, hvussu vit fyribyrgja ella minka um hesi mongu óhapp, sum helst standast av
leikarar, og tí hugsaði eg, at um eg við hesum kundi geva nakað av friði og stabiliteti, so mundi tað vera eina roynd vert, heldur Uni fyri, tá vit hittu hann á máli um spurningin. Og ikki kann sigast annað [...] hetta hevur hann ikki so stóran part av æruni fyri. - Tað er rætt, at tað hevur gingið væl, men tað má vera leikarunum fyri at takka. Hasar báðar dystirnar hava vit fyrst og fremst vunnið í verjuni, og har [...] skemtandi til. Tá vit at enda spyrja Una, um hetta so merkir, at hann eisini í framtíðini ætlar sær at vera ein spælandi partur av føroysku fyrstu deild, er svarið eitt sindur ivandi, hóast úrslitini hava verið
sama bólk. Tað forðar tó ikki fyri, at onkur av bólkunum vera sera sterkir á pappírinum. Ikki minst tí talið av lium ger, at tað altíð vilja vera fýra fyrstudeildarfeløg í einum bólki. Í ár gjørdist tað [...] avgjørt má metast sum lítla liðið í hesum sambandinum. Í hinum báðum bólkunum tykjast KÍ og NSÍ at vera greiðir favorittar, tó at ávíkavist VB og B68 ivaleyst vilja kappast við, eins og tað verður spennandi
eru tað pláss, sum eru útihýst, eigur tað at vera gjørt greitt beinanvegin, segði Eyðun Elttør. Sí eisinigreinarnar: ?Seta strangar treytir? ?Tíðin má ikki vera avgerðandi? ?Guds gávu er tað skylda okkara [...] Hann helt, at vit eiga at ansa eftir natúruni, men tað er heldur ongin ivi um, at fremsta endmálið má vera, at vit fáa eina góða havn. Hann vísti eisini á, at mannagongdin í hesum máli hevði verið røtt og
skal bjóðast út um alt landið og ikki bert í miðstaðarøkinum? Tað kann vera gott við kapping á fjarskiftisøkinum, men so má tað vera verulig kapping, har eitt felag sleppur at brúka sínar stórdriftsfyrimunir [...] lítil marknaður má verða øðrvísi at fáast við enn marknaðirnir í stóru grannalondum okkara. Eisini má vera lættari at seta antennur og sendarar upp í Danmark, ið er flatt sum ein pannikaka, í mun til í Føroyum
Ellingsgaard Klaksvík, Sosialurin: Teir hava altíð onkra skemtiliga viðmerking, og ein kann ikki lata vera við at smílast, tá teir vísa seg. Teir eru rokaligir, men sjáldsama fittir. Teir eru tað, sum á føroyskum [...] sigur Kristjan Suni. Og tað er heilt víst, nógv kenna eisini teir báðar. Teir eru kendir fyri altíð at vera skemtiligir og serstakliga hittinorðaðir. - Jamen, tað er tá klárt. Ein skal altíð hava tíð til kundan [...] at gera. Tí kenna vit okkum eisini tryggar her, greiðir Sonhard frá. - Og vit ætla okkum eisini at vera her leingi afturat. Líka til vit skulu pensionerast, leggur Kristjan Suni afturat. Og so kemur skálkurin
landsliðið endaði á einum samlaðum fjórða plássi av ellivu luttakandi feløgunum, og hetta má sigast at vera á einari góðari leið. Tvey gull heiðursmerkir Bestu føroysku avrikini í Íslandi, stóðu Jóannes á Fløtti [...] Andrass Thomsen vann sannførandi 1500 Frí við tíðini 18.27.58. Úr Íslandi verður sagt, at Andrass mundi vera einar 25 metrar frammanfyri nummar tvey. Umframt tey tvey gullheiðurmerkini, vann føroyska landsliðið [...] verður herjað á aftur í august. Stórar avbjóðingar standa fyri framman, har málið er, at svimjarnir vera so væl fyri sum yvirhøvur møguligt til oyggjaleikirnar komandi summar. Umframt oyggjaleikirnar skulu
hálendska flogbóltssambandið, av tí at hálendska landsliðið er millum tey fremstu í heiminum. Tað vera teir báðir Jan Pilsmark og Peter Morell, sum fara at undirvísa á skeiðunum. Teir eru báðir settir [...] askeiðið«. Tað verður hildið fríggjadagin 10. og leygardagin 11. mai, meðan »T1« og »T2« skeiðini vera hildin í september. Sum sagt verður »barnavenjaraskeiðið« longu vikuskiftið 10. og 11. mai og møtt [...] verður aftur leygarmorgunin klokkan 9.00 og tá verður hildið á til klokkan 19.00. Tey, sum hava hug at vera við til skeiðini, hava enn møguleika at boða frá luttøku. Seinasta freist er nevniliga í dag, týsdag
við vegna skaða seinast, meðan Kári Hansen hevði leikbann, men teir vera so allir við til dystin hesaferð. Einasta ivamálið tykist vera Pauli Hansen, sum framvegis dregist við skaða. Hjá HB er støðan viðvíkjandi [...] teir verið á útivølli, og báðu ferðirnar hevur talan verið um javnleik. Hesa ferð munnu útlitini tó vera nakað betri, tí enn hevur Skála ikki vunnið dyst í bestu deildini, og tó at teir hava fingið javnleik