tíðina helt á við fyrstahjálpini. Maðurin varð síðan lagdur inn á Landssjúkrahúsið. Tá hevði Edmund arbeitt upp á mannin í umleið tríggjar tímar. Læknin frá donsku sjóverjuni, sum komin var umborð á Havhest [...] at flyta mannin á sjúkrahús. Skjótt gjørdist greitt, at fyrstahjálp var neyðug, og avstandurin var so mikið stórur, at tað tók nakað av tíð hjá tyrluni at koma fram. Meðan tyrlan var á veg út til skipið [...] frá, at tá komið varð til lands, vórðu teir móttiknir á tyrlupallinum av Marneri Andreasen, portøri, sum beinanveg fekk andadrátstólið at rigga. Á B8 vórðu teir móttiknir av Tummasi í Garði, lækna, sum
í fullari stødd, tveir standa, meðan tann triðji er á knæ, men á veg á føtur. Hon ímyndar bygdarfólkið, sum kemur á føtur aftur. Sjálvur er Marnar á Skúr eisini bygdamaður um ein háls, men ásannar, at [...] vitja tey javnan heimbygdina, so tey mynda bygdarlívið á heilt øðrvísi hátt, sigur hann. Marnar á Skúr trívist væl úti í Nólsoy og kundi ikki funnið upp á, at búsett seg hinumegin fjørðin. - Eg kann vera í [...] standmyndir, summar av monnum í fullari stødd, aðrar minni. Garðin, og standmyndirnar, eigur Marnar á Skúr, fyrrverandi bygdaráðsformaður í Nólsoy. Søgan handan standmyndirnar er av heilt persónliga slagnum
triðja umfar, tí sandoyingar eru á veg til Klaksvíkar, har fyrsta bríksl verður klokkan 15. Eftir 2-0 heimatap í fyrsta umfari ímóti 07 Vestur var KÍ í øðrum umfari á sigurskós á Argjum, men heimaliðið vendi [...] fyrstu umførunum hava vunnið fulla úrtøku. Ovast á støðutalvuni undan triðja umfari er EB/Streymur. Eftir 4-2 heimasigur á HB í fyrsta umfari og 7-1 á útivølli ímóti B71 í øðrum umfari skulu teir í Sundalagnum [...] Vestur úrtøkan ímóti AB bara var eitt stig – 1-1 á heimavølli. Á Argjum legði 07 Vestur rygg til tvey tap – í báðum førum vann AB 3-1. Í dag KÍ-B71: Jan á Líðarenda kl. 15.00 Víkingur-EB/Streymur: Bjarki
Minnini reika. Vit komu at starvast á sama stað í 38 ár. Á Læraraskúlanum og partvís eisini á Venjingarskúlanum á Frælsinum, Guðbjørg á skrivstovuni, eg fyrst sum lærari á Venjingarskúlanum og Lærarskúlanum [...] ið Læraraskúlin flutti út á Frælsið, og nýstovnaði Venjingarskúlin byrjaði undir somu lon. Nú eru teir báðir skúlarnir farnir í søguna, og í farnu viku fórt Guðbjørg sama veg. Hevði unt henni nógv góð [...] kendist trygt at taka rektarastarvið á meg, tá ið undangongumaðurin, Andrias Højgaard, gjørdist sjúkur og doyði, tí eg visti, at Guðbjørg var har, og at hon hevði skil á øllum. Hon var sera nærløgd í sínum
Ensku meistarnir vunnu greiðan 3-0 sigur á Tottenham á Old Trafford í kvøld, men Tottenham hevði møguleikar at arga heimaliðið, men tók ikki av. Danny Welbeck, Anderson og Wayne Rooney skoraðu málini. [...] mánaðinum. Tað var ferð á frá byrjan og bæði liðini sýndu gott álopsspæl. Tað gekk eisini skjótt tá liðini fóru í álop. Fyri Manchester United gingu Wayne Rooney, Ashley Young og Nani á odda, meðan Aaron Lennon [...] ein óða Van der Vaart eftir hendingina. Fyri Tottenham var Luka Modric ikki við. Hann sigst verða á veg úr felagnum. Manchester United Tottenham 3-0 (0-0) 1-0 Danny Welbeck, 61 2-0 Anderson, 76 3-0 Wayne
fingið frá vindmyllunum á Húsareyni, er tøgn. Ein almenn kærunevnd situr og bølir á málinum. Og í staðin fyri at skunda málið í gjøgnum – eins og við uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, so kunnu vit [...] Tá eitt privat virki herfyri fekk trupulleikar á Tvøroyri í sambandi við eitt byggiloyvi, var alt á gosi. Tað spældi so væl av fyri virkið, at landsins lógir vórðu broyttar soleiðis, at kærur [...] verkætlan á Tvøroyri, sum hevði so stóran týdning fyri økið. Men tá nú SEV og harvið vit allir føroyingar missa kanska einar 30 milliónir krónur, sum skulu brennast av í olju uppi á Sundi í staðin
feltinum var Høgni Zachariasen fyrstur á og stútaði ÍF á odda. B68 spældi væl í fyrra hálvleiki. Nógv ferð var á bóltinum, og teir høvdu ongar trupulleikar við at bróta spælið hjá fuglfirðingum. Teir javnaðu [...] Højgaard og Ndende Adama Gueye skjótir á honum. Tað var tí heldur ikki løgið, at uppspælið til leiðslumálið hjá fuglfirðingum var einkult. Heimaliðið fekk fríspark á miðjari hálvu hjá gestunum, og í feltinum [...] Broytti ikki stórvegis Hóast leiðsluna á tvey mál broyttist leikgongdin ikki stórvegis. Bill Mc. Jacobsen royndi sjálvsagt at flyta sínar leikarar eitt vet fram á vøllin, men lítið bit var í spælinum. Jón
1. hálvleik vóru hvalbingar bara tíggju á vøllinum. Teir høvdu ongan á beinkinum, og síðsti útispælarin, sum ikki tóktist hava vant í heilt langa tíð, kom ikki á vøllin fyrrrenn eftir steðgin. Ivaleyst [...] oysa bóltin í brotsteigin, og tá sekundvísarin var á veg runt aðru ferð, var javnt. Eyðun Ryggshamar streyk ígjøgnum í høgru, og Rúni Petersen, sum á ÍF miðvøllinum hevði størstu tyngdina, inntil hann [...] Teir løgdu stórt trýst á miðverjuna hjá Royn, sum var mannað við Óla Jensen, Tóroddi Niclasen og Regini Thomsen, og teir høvdu eina rúgvu av møguleikum ímóti málinum hjá Bjarna á Hólalagi, men heimaliðið
at hava gjørt seg inn á ein smádrong úr Runavík týsdagin. Maðurin er eisini skuldsettur, men hann varð sleptur út aftur á gøtuna, tá avhoyringin var liðug, sigur Bergleif. Leiðarin á kriminaldeildini vil [...] Sveinur Tróndarson Ein níggju ára gamal smádrongur í Runavík fekk sítt lívs skelk týsdagin. Á veg til handils í døgverðatímanum, var hann steðgaður av einum bilførara, sum spurdi um hann kundi vísa sær [...] kynsliga misnýtslu av smábørnum, og tá sat hann í fýra mánaðir. Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini á støðini í Havn, váttar, at teir hava havt tann 37 ára gamla mannin til avhoyringar, og at
Fondi. Tá varð talan um eina upphædd upp á 30 milliónir. At byrja við vóru hesir skannarar bert settir upp á Universitetsdeildum, men nú eru hesi tól á veg út á Sentralsjúkrahúsini og kemur hendan menningin [...] sum sjúkrahúsleiðari á Landssjúkrahúsinum bera fram eina hjartans tøkk fyri eina so stórfingna gávu, segði Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari, tá gávan formelt varð handa á samkomu á høvuðsskrivstovuni hjá [...] fremstu røð. Andres Harboe Ree, leiðandi yvirlækni á Røntgendeildini greiddi eisini frá, hvørja gleði vit kunnu vænta okkum av skannaranum. Hann vísti m. a. á, at hetta er ein rættuliga nýggju kanningarháttur