hava fólk skikkað sær heilt pent, siga teir. - Tað verður mest seinni, at vit fáa okkurt at gera, siga teir, men leggja aftrat, at við árunum hava teir fingið fleiri og fleiri royndir, ið ger arbeiðið hjá [...] øðrvísi, soleiðis at trýstið lætnar hjá teimum, ið standa fremst. Og tað er eisini ein av høvuðsuppgávunum hjá bamsunum - at hjálpa teimum burtur, ið onkursvegna eru komin illa fyri. - Vit læra at gera hetta [...] Voxbotn, er neyðugt við góðum og neyvum eftirliti við fjøldini, soleiðis at trygdin er í ordan. Serliga er tað, tá stóru nøvnini framføra, at trýstið móti pallinum verður stórt, og um illa stendur til, kunnu
nýggjasta sjónbandalagnum, at NÚ mugu tey vitja hetta vakra landið, og at tey vóru púra bergtikin av tí vøkru føroysku nátturini. Fleiri útisetar skriva, at nú fóru teir at leingjast heim til klettarnar [...] sjónbandalagið til lagið "Awake" sigur Linda Andrews, at tá lagið var skrivað, var hon ikki í iva um at sjónbandalagið skuldi takast upp í Føroyum, og at hon vildi koyra ein biltúr í gjøgnum okkara vøkru nátturu [...] taka upp, meðan hon koyrdi. - Lagið handlar um at vera til staðar, at steðga upp eina løtu, og leggja til merkis tað, sum er rundan um ein. Vit hava altíð úr at gera í dag, og mong okkara eru eisini nógv á
vit væntandi fara at seta rættiliga skjótt, verður at dagføra alt, sum liggur niðurfyri. Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu sigur, at kommunustýrið hevur gjørt av, at skrivarin kemur at arbeiða hálva tíð tað [...] tímar um vikuna, tó at her er eingin umsiting. Men, um stutta tíð fær Kunoyar kommuna eisini ein hálvtíðar skrivara. Tað er umleið hálvur annar mánaði síðan, at freistin at søkja eitt hálvtíðarstarv sum [...] fyrsta árið, og síðan skulu tey eftirmeta tørvin frameftir. - Sjálv vænti eg - uttan at kunna siga tað við vissu - at skrivarastarvið í Kunoyar kommunu fram eftir verður eitt hálvtíðarstarv, sigur Sóleyð
Longu í heyst gjørdist tó greitt, at arbeiðið við nýggju stjórnarskipanini ikki fór at verða klárt og valdi samgongan tí enn einaferð at útseta málið. Og nú tykist, at føroyingar muga bíða nakrar mánaðir [...] føroyingar sleppa á val at taka støðu til eina nýggja stjórnarskipan. Upprunaliga ætlanin var, at fólkaatkvøðan skuldi vera í fjør, men tá tað ikki eydnaðist bleiv boðað frá, at fólkaatkvøðan skuldi vera [...] góð fyri, at uppskotið verður liðugt viðgjørt í hesi tingsetuni. Tað upplýsir Heðin Mortensen, formaður í nevndini, fyri Dag&Viku í kvøld. - Um eg skal vera púra erligur, so rokni eg við, at vit muga taka
vatnføst. Men Tænk skrivar, at fyri at liva upp til reglurnar um at vera vatnfast, so skal einans helmingurin av sólkreminum verða eftir, tá ið ein hevur verið í vatni. Tí er viðmæli, at fólk altíð smyrja seg [...] Fleiri góð sólkrem eru eisini at finna í kanningararbeiðnum. Tey sólkrem, sum eru góð sambært Tænk, eru at síggja í myndasavni undir hesari greinini. Trýst á myndirnar fyri at fáa tær størri. Fleiri sólkrem [...] Tænk, hevur gjørt eina gjøllað kanning av sólkremum, og kanningararbeiðið vísir, at trý sólkrem lúka ikki krøvini fyri at vera nóg góð. Tey eru Clinique Mineral Suncream Lotion for Body, sum sambært Tænk
forsætismálaráðharra, um Danmark hevur boðað ST frá, at Danmark virðir føroyskan sjálvsavgerðarrætt at gera av egna framtíð á øllum økjum – eisini at skipa seg sum fullveldi. – Forsætismálaráðharrin svarar [...] endurtekur bara, at stjórnin vil virða avgerð føroyinga um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, um fólkið í Føroyum ynskir tað, sigur Magni Arge. Hann vísti í fyrispurningi sínum á, at í politiska kjakinum [...] sagt, at Danmark hevur boðað ST frá føroyska sjálvsavgerðarrættinum, og hann vildi tí vita, nær hetta er gjørt, og hvussu tað er gjørt. Hann vildi eisini hava at vita, um tað er eksterni rætturin at skipa
2-3 mánaðirnar, soleiðis at eg vónandi kann gerast heilt klárur aftur til komandi kappingarár. Men tað fer tíðin at vísa. Eg eri positivur og fari at arbeiða hart fram ímóti at koma í sama formin, sum eg [...] Orsøkin er, at Lukasz Cieslewicz hevur toygt krossbandið og má undir uppvenjing fyri at fáa knæðið gott aftur. - Eg havi meitt mær krossbandið, men tað er ikki slitið, og læknin sigur at eg skal undir [...] Lukasz fór at gerast klárur til finaluna um Løgmanssteypið, sum B36 vann ímóti HB. Men tað eydnaðist ikki. Hóast Lukasz Cieslewicz var við á dómaraseðlinum, var pólski leikarin ikki frískur nokk til at vera
Marianne Vestager hevur ákært Google fyri at noyða framleiðarar av fartelefonum at leggja forrit hjá Google inn á telefonirnar beinanvegin, um teir ynskja at nýta Android-stýrisskipanina, sum Google eigur [...] frá ES. Tá var tað fyri at misnýta sína støðu til at marknaðarføra sína egnu keyps-app. Marianne Vestager hevur eisini eitt triðja mál koyrandi móti Google. Tað snýr seg um at Google misnýtir sína støðu [...] Google 32 milliardir krónur í bót fyri at misnýta sína støðu á marknaðinum. Hetta er størsta bøtan, sum ES nakrantíð hevur givið, skrivar eb.dk. ES vil vera við, at Google hevur misnýtt sína valdsstøðu á
vælsignað at uppliva í hesum tíðum, har tørvurin á uppmerksemi eftir øllum at døma er størri enn tørvurin at lata heilskapað verk úr hondum – hesin tørvur er í øllum førum so mikið stórur, at stakløg verða [...] framúrskarandi gott, at Hamferð onkursvegna transcenderar sína egnu sjangru. At bæði vaksin fólk, gudilig, gamlir hippiarar og onnur ung og eldri hampafólk yvirhøvur finna uppá at leita sær til konsert [...] einum doom metalbólki, er ikki bara dømi um, at vit eru mentanarliga meira opin, frí og fjølbroytt í dag enn vit plagdu at vera. Tað er eisini eitt dømi um, at listarlig dygd floytar á sjangrudefinitiónir
eftir klokkan 11 í dag, vóru tey ivaleyst fleiri, sum væntaðu, at Páll á Reynatúgvu, tingformaður, fór at byrja fundin við at fráboða, at Bjarni Hammer, tingmaður, var farin í farloyvi. Men soleiðis var [...] uttan so, at hon kemur seinni í tingfundinum í dag, so fer eitt møguligt farloyvi hjá Bjarna Hammer ikki at galda fyrr enn í fyrsta lagi í komandi viku. Tað var mánadagin í hesari vikuni, at Sosialurin [...] ikki. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum segði við Kringvarpið í gjár, at hann væntaði Bjarni Hammer fór at gera sum flokkurin hevði rátt honum til, og taka farloyvi úr løgtinginum, meðan politiið