hevur staðið fyri stóru heildarætlanini, ið skal fáa fólk at støðast í føroyska samfelagnum. Niðurstøðan er ein røð av tilmælum, sum skulu setast í verk næstu árini. - Talan er um eina kompleksa avbjóðing [...] ungu, sum fara út í heim, tættari upp at vinnulívinum og arbeiðsmarknaðinum herheima. Í dag er tað tíverri alt ov ofta soleiðis, at tey ungu koma heim til Føroya fyri at kobla úr, fyri at slappa av. Harvið [...] so verða hesar vinnur ikki beinleiðis viðgjørdar í heildarætlanini. - Hetta snýr seg fyrst og fremst um at skapa fólkavøkstur í samfelagnum. Men vinnulívið er við, hóast tað ikki beinleiðis verður viðgjørt
óneyðugt at endurtaka, at talan er ikki um kapping um FM heitið. Argjabáturin hevur higartil vunnið allar róðrarnar, og okkurt heilt merkisvert skal koma fyri, um Argjabáturin ikki fer at vinna allar sjey FM róðrarnar [...] in fór um málið, og inntil Árnfirðingur kom á mál. Í Kollafirði var munurin tódnaður niður í níggju sekund. At Árnfirðingur rættiliga skal bjóða av í kappingini um fremsta plássið tykist óhugsandi, og [...] og undir øllum umstøðum fer eingin sigur heim um ánna. Ørvur og Knørrur eru við, men teir eru ikki við í kappingini um fremsta plássið.
at hon valdi at fara í land aftur úr einum flogfari eftir niðrandi viðferð, sum hon ikki hevði ábyrgdina av. Harmiligt er tað, at øll familjan skal svíða fyri, at man er politikari í hesum landinum og sárandi [...] Vit skilja ikki heilt boðini, tí fyri lítlari løtu síðani hava vit fingið greitt at vita, at okkara flogfar fer ikki fyrr enn kl. 18.45 og júst komin upp í fráfaringarhøllina, hava vit enn ikki fingið stundir [...] sama fráferð, bara sunnudag í staðin fyri mánadag”, svara tey handan diskin hjá Atlantsflogi í Kastrup. Sjálvsagt velja vit at trúgva starvsfólkunum hjá flogfelagnum og seta ikki fleiri spurnartekin, tí nú
sindur fram í tíðina tá, vónandi, olja er funnin, og hon kann útvinnast kommersielt, so er vert at hava í huga, at í oljulóggávuni stendur, at oljan ella gass skal førast í land. Eiga vit ikki at umhugsa [...] møguleikan fyri einum terminali í Sandoynni? T.d. í Stuhre økinum í Noregi hava teir sprongt goymslur inn í fjallið, so at onki sæst til oljuna. Hvørja ávirkan hesin terminalur hevði á samfelagið í Stuhre [...] á Sandi eri eg sera fegin um, at lív er komið aftur í oynna við tveimum virkjum. Eitt er í gerð í Skálavík, og kanska liggur okkurt annað virki í kortunum. Eg eri fegin um hetta, tí bert eitt virkið vinnulív
eina ætlan, ið er galdandi valskeiðið út, og ikki í 12 ár, eins og samgongan skjýtur upp. Hann vil, at ætlanin skal kallast ein sjálvstýrisætlan í staðin fyri fullveldisætlan. Og heildarveitingina úr Danmark [...] fellur innan fyri verandi valskeið. Restina metir hann ikki sum annað, enn eina valskrá. »Tá landsstýrið ikki megnaði at realisera sítt egna samgonguskjal, leggur man í staðin fram eina valskrá fyri komandi [...] skúlamál, Íleggingargrunnurin fyri Føroyar og Vága floghavn skulu yvirtakast í seinasta lagi 1. januar 2002. Hetta heldur Jóannes Eidesgaard ikki verða ráðiligt, og mælir han tí í staðin til, at havumhvørvisvernd
stórur er váðin av hesi ætlanini? Váðin í hesum førinum er ikki so nógv knýttur at spurninginum, um ætlanin verður gjøgnumførd ella ikki. Váðin liggur heldur í, hvussu mong fara at koyra ígjøgnum tunnilin [...] num er í lagið. Sjálvur havi eg ikki førleika at taka støðu til tann spurningin, men eg gangi út frá, at ráðgevararnir, sum landsstýrismaðurin hevur í Innlendismálaráðnum, munnu vera førir fyri at meta [...] snúð seg um spurningin, um tunnilin skal vera almennur ella privatur. Nógvar góðar grundgevingar hava verið førdar fram, bæði fyri tí almennu og tí privatu loysnini. Fyri mær er tó eingin ivi um, at tunnilin
fólkavaldu er, at allar uppgávur í høvuðsstaðnum ikki mugu skerjast ella minkast. Væl veit eg, at í høvuðsstaðnum eru rættuliga týðandi uppgávur, ið viðvíkja okkum øllum. Skal í hesum føri bert nevna sjúkr [...] koma fleiri av yngru fólkunum ikki at kunna røkja arbeiði í Havn, og partvís aðrastaðni, og sítt heim í Sandoynni! So flyt, annahvørt til Havnar ella av landinum! Eg ivist ikki í, at politikarar hava trupulleikar [...] spyrja, um ikki ber til bert at minka útreiðslurnar við hesari upphædd, so javnvág fæst í, men hetta gongur sjálvsagt ikki, tí tað eru ávísar grundleggjandi uppgávur hjá landskassanum, ið ikki kunnu steðgast
hevur endurrindað 150.000 í mvg til eitt matrikkulnummar, verður lokið smekka á kassan og so verður onki meiri latið í mvg. Tá ið kvotan er uppi, ber sostatt heldur ikki til í framtíðini at søkja um at [...] hava onki hoyrt aftur. Í Sosialinum í gjár greiddu vit frá, at verða tryggingarskaðar ikki mvg fríir, verður tað nógv dýrari hjá tryggingunum at umvæla skaðar og tí er stórur vandi fyri, at tryggingargjøldini [...] Í framtíðini fer virðið á sethúsum at minka. Tað eru tey bæði tryggingarfeløgini í Føroyum samd um. Tey eru samd um, at ein samtykt í Løgtinginum síðsta summar, fer at føra við sær, at virðið á sethúsum
Ongin skal verða tvingaður til at rinda til Kringvarp Føroya. Tað halda tinglimir úr fleiri flokkum. Kringvarp Føroya fekk drúgva umrøðu á Løgtingi í dag, og og har snúði ikki so lítið av kjakinum um, [...] antin kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið ella ikki. Ein, sum gjørdi nógv burtur úr tí, var Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum. Hann heldur, at kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið, og at fólk skulu [...] neyvan havt sendingar við kórsangi ella klassiskum tónleiki, heldur hann. Eisini í Miðflokkinum hava tey talað hjartaliga fyri at avtaka kringvarpsgjaldið.
ongum, at ein flokkur í samgonguni skal biðja aðrar flokkar í samgonguni um eina umbering fyri nakað, landsstýrið hevur sett í gildið, sigur Bill Justinussen. Hann sigur, at korona er ikki nakað, vit hava nakrar [...] tað varð sett í gildið. Hann sigur, at tá ið koronapassið varð sett í gildið, var omikron-varianturin ikki komin fram og tá var tað avgjørt hóskandi at seta eina skipan fyri koronupassi í gildið, sigur [...] koronupassið varð sett í gildið og nú tað er avtikið aftur, rør Miðflokkurin á heimasíðu síni upp undir, at løgmaður skal biðja Føroya fólk umbering fyri at hava elvt til spjaðing og fyri at hava frælsistikið