verandi skipan. Spurningurin er so um vit lokalt í økinum eru bangin fyri hvat fólkið hevði sagt, um so varð at fólkið fekk møguleikan at siga sína meining. Spurningurin er um vit eru bangin fyri at lokalar [...] ingar er sera stórt og principielt mál. Eg fari tí at mæla til, at fólkið í økinum sleppur til orðanna, soleiðis at vit sum eru vald av fólkinum vita hvør fólksins vilji í hesum máli er, og hvat vit tí [...] Undirritaði er rímuliga nýggjur í politikki, og møguliga er hetta við at mynda støðutakan mína í hesum máli. Sum partur av einum samdum kommunustýri á Sandi, varð eg í farnu viku við til at melda greitt
stunandi inn. Ein av hesum lutum er tó serliga áhugaverdur, og áðrenn eg havi fingið orðið upp at spyrja, hvør hevur funnið hvat, hevur eitt av børnunum longu svarað, at tað er Egil, sum hevur funnið ein fløskupost [...] til at granska henda forvitnisliga post nærri, og tá fái eg at vita, at posturin ikki er fingin úr fløskuni enn. So er bara at gera skjótt av, og eftir góða hjálp frá fimum og smølum barnafingrunum, hava [...] kunnleika í enskum, tá eg skal greiða teimum frá, hvat í brævinum stendur. Har stendur soleiðs skrivað, eins á øllum lepunum, ið vóru kastaðir út henda dagin. »Hetta er eitt bræv úr Klaksvík, Føroyar. Føroya S
feløgum. – Fyri hinar á liðnum er hetta nakað heilt annað, enn tær eru vanar við, tí tær eru spentar og kanska eitt sindur nervøsar. Tær skulu venja seg við, hvat tað er at vera í einari steypafinalu, [...] Fleyr og Mjølnir. Men nú er nokk so langt fráliðið, síðani Fleyr hevði sína stórheitstíð við seks meistaraheitum í níggju ár, harav tað seinasta var vunnið í 1997. Men nú er Fleyr aftur við í fremstu [...] hevur undanfarin ár spælt við barndómsfelagnum av Tvøroyri, TB, men er nú komin til Havnar og spælir við Fleyr. Og fyri hennara viðkomandi er ein steypafinala einki nýtt, tí hon hevur verið við í fimm steypafinalum
Í sætta kap. lesa vit um, at Harrin hevur opinberað menniskjum, hvat gott er, vers 8. Sjeyndi kap. byrjar við, hvussu spilt fólkið er. Gudloysi ræður. Men 7.-9. vers ljóða soleiðis: Men eg skal skoða [...] óttast Gud mitt í gudloysinum, sum er rundan um okkum. Og er man fallin, so ber til at koma aftur á føtur. Harrin skal leiða tey út í ljós, sum kalla á hann. Næstur Mika er, sum kunnugt, Nahum. Framhald. [...] endum jarðarinnar Mika 5,1-3. Her er týðuligt , eins og hjá t.d. Esaias kap. sjey og níggju og fimtitriðja, talan um Jesus av Nazaret. Hesin, sum kemur úr Betlehem, er frá fortíðardøgum. Tað var eisini
verður framd er tó ikki avtalað enn. Men ætlanin er at tað skal vera um somu tí sum vinnulóggávan.” Eitt er hvat Fólkaflokkurin og vinnumálaráðharrin helst vilja hava fram, annað er, hvat er politiskt avtalað [...] Fólkafloksins. Yvirtøka av loftrúminum er ikki við í nakrari samgonguavtalu og skal sostatt heldur ikki nøkur avtala undirskrivast um yvirtøku av loftrúminum, fyrrenn málið er væl og virðiliga lýst og útgreinað [...] yvirtekur ikki bara fyri at yvirtaka ella fyri at kunna siga, at nú er onki eftir av yvirtøkum undir vinnumálaráðnum. Vit yvirtaka um tað er forsvarligt, skilagott og umsitingarliga møguligt og til menning
- Hetta er svínarí. Tað var fyrsta reaktiónin hjá Elin Lindenskov, tá ið hon fekk at vita, at nú er Havnarvág enn einaferð dálkað av olju. Tvær ferðir seinastu vikuna er olja farin á sjógv. Fyrru ferðina [...] Havnarvág, men hon harmast um, at tað er ógvuliga sjáldan at nakar verður revsaður og tá í hamarin fellur, eru revsingarnar so linar, at tær gera ikki mun. - Støðan er á ongan hátt nøktandi, leggur hon afturat [...] Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í innlendismálum, sum hevur ábyrgdina av økinum, er, at ein kunngerð um oljubunkring er á veg. -Vit hava eisini heitt á landsstýrismannin um at broyta lógina, so at tað
sagt, at búskapurin er í so nógv upphitaður, og at tað er ikki ráðiligt at lækka skatt og avgjøld, tí tað merkir, at upp aftur meiri peningur fer í umferð. Avleiðingin av hesum er, at innflutningur fer [...] støðan verri, um oljuprísurin og rentan halda fram at tvíspora uppeftir. TALAN er tí um eitt tvíeggjað svørð, men spurningurin er, um Fólkaflokkurin hugsar um tað, tá hann leggur hetta uppskotið fram. Flokkurin [...] landsins stýri. Hetta hevur Fólkaflokkurin eisini fingið skotið í skógvarnar, og tí er spurningurin, um uppskotið ikki bara er eitt taktiskt spæl, nú uppskot til fíggjarlóg skal leggjast fram, og nýtt samr
greitt, at politikkur er og eigur at vera meira enn bert dagurin í dag. Ein týðandi partur av tí politiska arbeiðinum er at seta út í kortið og tilrættaleggja framtíðina. Tað er at leggja lunnar undir [...] ættarliðnum til góða. Tí er so avgerandi, at vit eisini hyggja eftir, hvat tænir okkum uppá longri sikt, heldur enn bert til dagin í morgin. OG her koma uttanlandsmálini inn í myndina. Hvat vilja vit við við [...] at hann er eitt sindur bangin fyri, at tingmenn hava ikki neyðugu ballastina og innlitið til at kunna umrøða tey ymsu uttanlandsmálini. Hetta er ikki sagt í niðursetandi týdningi, men tað er meira ein
Her halda fleiri fuglasløg til. Oyggin er eitt eldorado fyri fugl. Oyggin liggur eisini mitt í einum umráði, har hvalur ferðast bæði norður og suðureftir. Her er talan um smærri hvalasløg og delfinir, [...] Eitt av málunum hjá Greenpeace er nettup at steðga allari oljuleiting á Atlantsmótinum (The Atlantic Margin) Undir herrópinum ?No new Oil? sigur Greeenpeace, at tað er óneyðugt at leita eftir olju, tí [...] koralplássum er nettup á havbotninum millum Føroyar og Hetland. Víst verður eisini vandan frá verandi framleiðsluskipum í Hetlandsrennuni. Hóast myndugleikar og oljufeløg siga, at eingin vandi er fyri dálking
upp á avloysara hjá Bárði Nielsen, at tað er avmarkað, hvat hann kann gera upp á sjey-átta mánaðir. - Skattapolitikkin er torført at gera nakað við, tí hesin er rættiliga tætt tengdur at samgonguavtaluni [...] vita, hvussu konjukturstøðan er og gera inntriv út frá hesum. Hinvegin, so eru vit í einum valári, og tá er rættiliga avmarkað, hvat ber til at gera, sigur Magni Laksafoss, sum er útbúgvin búskaparfrøðingur [...] í, hvussu støðan er júst í løtuni. Til dømis við nýtsluni, og um nýtslan skal tálmast. Vit vita heldur ikki, um húsaprísirnir hava toppað, ella teir framvegis eru á veg uppeftir. Tað er týdningarmikið at