til tann fundin haldi eg, at vit eiga at mobilisera so væl, sum vit á nakran hátt kunnu. Tað vil siga við at hava løgmann og mentamálaráðharra við, eins og tað vónandi ber til at fáa stuðul frá donsku I [...] okkum at verða tengdir at málinum. Vit hava okkara egnu umsókn inni, og hon byggir á nakrar heilt aðrar fortreytir, vísir Heðin Mortensen á. Tær serligu fortreytirnar, sum ÍSF-forsetin sipar til, at tann [...] tann sannroynd, at føroyska umsóknin varð send inn longu í 1984. IOC-lógirnar um, at talan skal verða um sjálvstøðug lond, vórðu broyttar í 1996, og tí metir ÍSF, at føroyska umsóknin skal viðgerast á øðrum
á Rás 2, at ætlanin er at keypa ein nýggjan millumbylgju sendara at seta upp á Akrabergi. Men hesin nýggi sendarin skal bert kunna senda við 25 kW, hetta er alt ov lítið. Tað er helst einki at ivast í, [...] at um vit minka sendiorkuna úr 200 kW niður 25 kW, so verður tað ikki bara í bakgrundini at vit koma at hoyra týskan alputónleik, so fer harmonikan helst at doyva føroyingin púrasta. Í frágreiðingini [...] vanliga er, at tú hevur møguleika at senda og taka í móti telduposti, og so heldur ikki meir. Nógv útgerðarfeløg hava eitt filtur, ið avmarkar, hvussu stórt eitt teldubræv kann vera, hetta fyri at hava tamarhald
2000 (2.397), 1999 (2.660) og 1998 (2.084). Tað eru fleiri ár síðan, at føroyingar byrjaðu at fiska havtasku. Nøkur garnaskip hava loyvi at veiða havtasku, og somuleiðis fáa trolbátarnir, sum royna á landleiðini [...] endaligt loyvi at veiða havtasku á grunnum vatni á ávísum leiðum. Kanningar Hjalti í Jákupsstovu sigur, at Fiskirannsóknarstovan saman við íslendingum, hetlendingum og norðmonnum er í holt við at kanna havtaskuna [...] ráðiligt er at veksa uppaftur meira um veiðina. Spurdur, um tað er sami fiskur, sum Gudrun fær inni á tí grunna vatninum, sum hinir bátarnir fáa úti á, sigur Hjalti, at teir vita ikki annað enn, at so er. -
vøkru orðini, so sigur Hans Edward, at tað var øgiliga intenst at standa og bíða eftir avgerðini. Hann sigur, at hann var sannførdur um, at teir ruku heim. MTV dugdi væl at gera tað spennandi, so har var nógv [...] sera væl at demobandinum hjá The Dreams og hildu, at hetta var ein bólkur, sum kundi koma langt. "Tað er ordiliga gott, at hoyra sovorðið frá einum sovorðnum sum Olivier, tí hann livir av at finna bólkar" [...] Anastacia og Olivier søgdu so bólkunum hvat teir áttu at broyta, og hvat var gott. The Dreams fingu at vita, at teir bara skuldu halda áfram við at gera akkurát tað, sum teir gjørdu Nógv trýst Men hóast
orsøkin til, at teir avgjørdu at fara undir skiparakstur, var, at so lítið virksemið var í Sandoynni. - Jú, vit keyptu Kolumbus í 1982 við tí endamáli at leggja veiðina upp í Sandoynni, og eisini síðan vit keyptu [...] hendi. Eiga skipini - Tá ið vit avgjørdu at keypa Kolumbus í 1982, góvust vit at sigla hjá øðrum og fóru sjálvir undir skiparakstur. Edvard Nicodemussen sigur, at nú skipini verða seld, er eingin skuld í [...] skipini; har er eingin skuld. Hann vísir á, at teir alla tíðina hava lagt stóran dent á at gjalda skuldina, sum var í skipunum, men hetta merkir tó ikki, at teir ikki eisini hava brúkt nógvan pening upp
Hon vil eisini hava at vita, um løgma:ur hevur bi:i: landsst!rismannin í almanna- og heilsumálum um at bakka frá stø:uni ella um at broyta avger:ina, tá hesin hev:i bo:a: frá, at skúlin var: stongdur [...] risma:urin eftir, at hann fyrst ger ta:, sum rætt var, spyr Annita á Frí:riksmørk. Hon dugir ikki at síggja nakra a:ra ørsøk til at landsst!risma:urin bakkar frá einari rættari avger:, anna: enn at bo: eru komin [...] fingin í rættlag. Men ta: løgna vi: gongdini var, at hóast hann her ger rætt, so valdi hann bráddliga av alment ókendum orsøkum at broyta stø:u og gó:tók nú, at vi:urskiftini vi:víkjandi setanini av lei:ara
hevur fingið navnið HD 188753 Ab, er, at hon hevur ikki eina, men tríggjar sólir. NASA sigur, at eins og Jupiter er gongustjørnan av gassi, men at hon átti als ikki at verið til, tí tyngdarmegin frá teimum [...] Radovan Karadzic, heldur uppá, at hon hevur ikki sæð mann sín tey seinastu fýra árini. Við blaðið Evropa sigur hon, at hon hevur ikki borið eyga við mannin síðani 2001, og at hon veit ikki, hvar hann er. [...] Leiðslan í Fjord Line sigur við Bergens Tidende, at reiðaríið flutti 5,8 prosent færri ferðafólk til Danmarkar í mai mánað samanborið við sama mánað í fjør, men at at í juni var ferðafólkatalið hálvt annað prosent
soleiðis, at suðuroy- ingar og sandoyingar skulu svíða fyri, at partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki hava megnað at menna eina tíðarhóskandi samráðingartilgongd. "Krígsavbjóðing" eigur at fáa fylgjur [...] a ferðafólka- flutninginum. At enda At undanfarna samgonga, hóast lyfti um tað, ikki megnaði at tryggja suðuroyingum og sandoy- ingum "lívæðrina" til meginlandið, eigur at vera ein avbjóðing fyri sitandi [...] tann, at landspartar í londunum uttan um okkum ikki verða lagdir lamnir í tíð og ótíð vegna ósemjur á arbeiðsmarknaðinum. Við størstu virðing fyri frælsa samráðingarrættinum, eigur tað tó ikki at vera soleiðis
tí hevur hann gjørt av at hava fólkaat-kvøðu um tær í november. Men meiningakanningarnar benda á, at veljararnir fara eisini at siga nei. Arnold Schwarzenegger hevur skotið upp at strika ta regluna í a [...] grundlógini, sum sigur, at bara fólk, sum eru fødd í USA, kunnu gerast amerikanskur forseti. Hann hevur ikki dult fyri, at hann kundi hugsað sær at flutt í Hvítu Húsini, men eygleiðarar siga, at tann tankin er [...] vísa, at sólskipanin varð til fyri júst 4.569 milliónum árum síðani. Tað merkir, at hon er tvær milliónir ár eldri enn higartil hildið. Granskarin Henning Hack sigur við tíðarritið Nature, at teir elstu
DM. Jón Rosenblad hevur boðað frá, at hann fer at taka lut í FM kappingini, sum Havnar Róðrarfelag fer at skipa fyri í vikuskiftinum. Einki er at ivast í, at tað, at jyski meistarin og fimti tann fimti [...] ríkinum møttust. Tað var týðuligt, at hetta fór at verða ein harður róður fyri Jón, tí fleiri av mótstøðumonnunum vóru sera stórir á at líta. Men Jón lat ongan iva vera um, at hann ætlaði sær fram í oddin. [...] endaði á fimta plássinum. Eftir luttøkuni at døma so er tað vorðið populert at kappast á rógvimaskinum. 42 róðrar vóru á skránni, og tað var í átjanda róðrinum, at føroyski rógvarin rakk fimta plássinum.