ein týðandi leiklut? Víst skulu vit hugsa um útlandið við okkara tónleiki, men at koyra allar teir føroysku dómararnar burturúr og lata útlendskar gestir, sum nógvir eru komnir til Føroya at leita eftir [...] koyrdi sum ein vælsmurd maskina. Rocktónleikurin sat sum fótur í hosu, og hóast sangirnir sjálvir ikki eru teir bestu, sum Terji hevur skrivað, vóru teir framførdur so sannførandi, at tað mundi fanga bæði teir [...] Hetta var ein viðmerking til, at teir garvaðu bólkarnir hava fingið skotið í skógvarnar, at teir eru meira handverk enn úttrykk. Men handverkararnir í Terji Bygg bukaðu alt upp á pláss við síni framførslu
tá Heaney og O Flynn góvu út fløguna The Poet and the Piper í 2003. Sum skilst, eru tað yrkingar og løg av hesi fløguni, vit fara at hoyra teir báðar framføra á Listastevnuni. Útgávan fekk sera góða móttøku [...] er Grauballemaðurin ikki bara ein sermerktur forngripur, men eisini ein viðmerking til heimin, hann nú er partur av, ein spádómur um nútíðar harðskap og kríggj, har offrini eisini verða sorað og søkt . [...] skaldsliga hugsjónin hjá Heaney rakk munandi longur. Serliga í seinnu helvt av ritverkinum síggja vit greinar og fyrilestrar, sum við neyvum akademiskum innliti og filosofiskum flogi greina út, hvønn leiklut
tiltøkum og átøkum, sum eru nevnd í álitinum ”Vitan og vøkstur”. Týdningarmikið er at raðfesta granskingarætlanir, sum kunnu menna og skapa eitt fjølbroyttari vinnulív. Verkætlanir, sum eru í gongd, skulu gerast [...] endurbúgving, arbeiðsbúning, arbeiðsvegleiðaraskipan, har vit seta borgaran í miðdepilin. Endurvenjing skal setast á stovn til fólk, sum eru rakt av sjúku ella skaða. Samgongan ætlar miðvíst at betra [...] gagnnýttir fyri at útbúgva føroyingar á hesum sendistovum. Vit skulu áhaldandi gerast virknari í menningarsamtarvi, og við ábyrgd fyri næstanum eiga vit at lata neyðhjálp, har neyðin rakar. Arbeiðið at gera
at hann valdi "Quintilians simple og naturlige regel: at skrive som man udtaler". Sum dømi kunnu vit taka ørindi úr Brynhildar tátti: Teâ eer hoon Gurin, Systur tujn, Hoon voldi meâr teâ Struj; Ee man [...] um fodna Manna Rojsnir frå fisti Findartui. Irt i Fèreiun o goimt i Huanum ät okkara Døvum" kunnu vit sum dømi taka trý ørindir úr "Jákupi á Møn": Ligja hèr o doigja úti, tä må ikkji sje, heii e fingji [...] nakað skriftmál, mugu tey blíva "henført til sprogets simple, ædle, oprindelige form", tí sum er, eru tey bara "uægte forvanskninger af de oprindelige". Hann vísir síðan á, hvussu føroyskt átti at verið
nógvum øðrum. Størsti áhugin var var at sleppa at fiska. Mammu dámdi ikki, at vit fóru á seiðaberg. Henni dámdi nógv betri, at vit fóru við báti. Hon helt vist, at tá var minni vandi fyri at vera áhaldsin [...] fara á sjógv. Eg og Hanna systir plagdu at fara við bát út við Løgdalsá við tráðu, har vit kundu fáa reyðfisk. Vit plagdu eisini at stinga fliður. Tað var so nógv til, at onkur seldi til agn,. Har tað er [...] Smyril Line gjørdi nú í heyst á slóðini hjá føroyskum fiskimonnum á Eysturlandinum. ------ Grækaris á Gørðum: Ein sjáldsamur gøtumaður Sofus Gregersen hevur havt eina mørk í jørð, sum nú sonurin Salomon
Jóannes Hansen Steypafinalan í fótbólti í 2005 var søgulig. Tað eru 50 ár síðani, at tað varð farið undir steypakappingina, og finalan hesa ferð var tann 50. í hesa hálvu øldina. Um finalur høvdu havt [...] Ísafjarðarbikarið, tríggjar Ísafjarðarsúlur og eitt Løgmanssteyp til ognar. Næstbesta steypaliðið er nú GÍ við seks finalusigrum. KÍ og TB hava vunnið fimm ferðir, B36 hevur vunnið fýra ferðir. Hinir vinnararnir [...] hava B36 og GÍ vunnið tvær ferðir, og KÍ, NSÍ og HB hava vunnið eina ferð í part. Trý kappingarár eru eftir at stríðast í. Hóast HB er verri fyri hesa ferð, enn teir hava verið í øllum hinum fimm kappingunum
virkin í fráhaldslosjuni í Gøtu, so her hevur ikki verið nakar slingur í valsinum. Vit í Tjørnustovu hava verið og eru enn grannar við tey á Geilabø, og tað hava altíð verið sera góð viðurskifti millum [...] Heri hevur arbeitt nógv alla sína tíð, so tað er honum væl umt, at hann nú kann taka sær eitt sindur av løttum. Ikki minst er nú tíð til at taka sær av familjuni. Tórhallur er giftur við Eydnu Dalsgaard [...] eftir: Margretha, Halldóra, Ragna, Heri og Helgi. Tað er áhugavert at síggja, at frá 1917 til 1924 eru sjey av børnunum fødd ár um ár. Tað var bert eitt ár, sum glapp burtur í millum við ongum barni. Men
Finnbogi Ísakson ???????????????? Allar veljarakanningar eru ikki líka eftirfarandi, og tann seinasta stóra kanningin, har eini 2500 fólk vórðu spurd, er neyvan nakað undantak í so máta. Mær tykir, at [...] ímillum sín, hóast hetta hevur hent fyrr. Aðrastaðni er munurin millum flokkarnar sera lítil, eitt nú millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í Sandoynni. At Fólkaflokkurin ikki fær meira enn ein tingmann [...] sosiala økið. Eg minnist aftur á árið 1966, tá eg fyrstu ferð varð valdur á ting. Í fýra ár høvdu vit havt Sjálvstýris-landsstýrið, sum hevði sett sær nøkulunda høg mál, men ongi rakk (uttan at yvirtaka
og percussion. Gestatónleikarar eru Sidse Holte, sum syngur á »Down in a Hole«, »The Palace«, »Tower of Babylon« og »Show me Sorrow«, harav tvey tey síðstnevndu eisini eru gestað av marimbaspælaranum [...] Palace« og »Longsul«, eru heilt instrumental og siga í sær sjálvum frá einari søgu ígjøgnum tey væl samanspældu ljóðførini. Eg havi nevnt tvey løg, sum skilja seg burturúr, tí tey eru egin uppá ein ella [...] hjá sjálvum Tom Waits, Bent Clausen. Afturat øllum hesum eru tvær kvartettir, sum gera sítt á nøkrum løgum, og alt í alt blívur hetta ein gigantisk kompositión við smekkfult av detaljum, ið Dánjal og
Heimsins framleiðsla og nøgd av olju og gassi stendur ikki mát við nýtsluna, ið økist alsamt eisini nú kinverjar eru komnir væl áleiðis í menning av landsins ídnaði og øktari privatari nýtslu. Gransking og samstarv [...] við Kyotosáttmálanum um ásetta minking av serstakliga koltvíiltu (CO2). Frá alheims politiskari síðu eru játtaðar ovurhonds stórar upphæddir til vetnismenning og gransking, og lagt verður upp til at hesin [...] álvarsaman framtíðar trupulleika. Norðurlendskar og aðrar verkætlanir Verkætlanir innan vetnistøkni eru í stórt sæð øllum norðanlondum íroknað Norðuronglandi og Skotlandi. Ìsland setti fyri einum ári síðan