vild. Endaliga støðan gjørdist 4-2 til B71, og hóast sigurin sum so var fult uppiborin, so ætlar B36 nú, at dysturin skal leikast av nýggjum. Dómaramistak Orsøkin til, at B36 hevur sent inn kæru um dystin [...] kæru, har teir kravdu at útidystur teirra móti AGF skuldi leikasta umaftur. Ongar viðmerkingar Tá vit í gjár settu okkum í samband við umrødda dómaran, Jens Petur Brattalíð, hevði hann als ikki fingið [...] ikki gera nakrar konkratar viðmerkingar til málið. Hann vísti tó á, at dómarar eins og leikarar bert eru menniskju, og tí kunnu tey sjálvsagt eisini gera mistøk. Um sjálva hendingina við útvísingini segði
Lovisa Jørgensen, Súsan Brockie, Súna Mørk og Hildur Sørensen við í Vági. Av nýggju nøvnunum kunnu vit umframt Heidi Harviken nevna ungu Katrin á Neystabø, sum við sínum sjey málum var toppskjútti hjá Neistanum [...] málinum henda dagin, tí vanligi málverjin hjá VB var uttanlands. Bæði Sólrun Jacobsen og Gurið Mortensen eru 16 ára gamlar, og VB hevur tí noyðst at biðið HSF um undantaksloyvi, so tær kunnu spæla í 1. deild [...] dómarapar, sum dømdi í Vági sunnudagin, høvdu tað ivaleyst verið nógv fleiri útvísingar, men tað er nú einaferð soleiðis, at teir ymsu dómararnir døma ymiskt. Og tað kundu bæði VB og Neistin fegnast um
hóast tað ikki er vunnið enn, uttan iva fer til Klaksvíkar, og allar tríggjar steypakappingarnar, sum eru kring landið. Og tað eydnaðist. Mjølnir vann finaludystin á Fleyr 2-0 og settúrslitini vóru 21-14 og [...] upp á at vinna. Álopsspælið hjá Mjølnir hevur verið rættiliga effektivit í ár, og tað, at tær eitt nú hava fingið tilgongd av Helen á Lakjuni hevur muna sera væl. Helen er sera sterkur spælari, sum fær [...] eitt framúr avrik, at eitt lið kann klára seg so væl, sum kvinnuliðið hjá Mjølni hevur gjørt í ár. Vit ynskja Mjølni tillukku við sigrinum á Giljanesi sunnudagin
alla staðni umborð. Lat okkum bara taka byggiprísin fyrst - góðar 3 milliardir krónur. Og fara vit so umborð eru har pláss fyri 2400 ferðafólkum. Hesaferð vóru tey tó ?bert? 1800 - manningin telur 750. Umborð [...] bygt í Helsinki í Finlandi og tók tað tvey ár at byggja skipið. Tað hevur verið í Meðalhavinum og kom nú úr Bretlandi á veg til Amerika. Talan er um at sigla í kjalarvørrinum á víkingunum, sum fyri 1000 árum
kvøldið var kirkjugongd í Sandavágs kirkju. Henda kirkjugongd var eitt sindur ørðvísi enn tær, sum vit vanliga eru til hvønn sunnudag. Hans Eiler Hammer hevði gudstænastuna, sum verður kallað fyri Tummasarmessa [...] LUS á Giljanesi. HMU hevur hesa leguna annað hvørt ár. Fyri tveimum árum síðani var legan í Havn, og nú skuldi hon aftur verða á Giljanesi, har hon eisini var í 1998. Undirtøkan fyri leguni var sera góð
Fyrireikararnir leggja stóra dent á, at hotellið eisini er vælegnað hjá rørslutarnaðum, og at tvey kømur eru serliga til rørslutarnaði fólk. Onki rull Menninir aftanfyri verkætlanina hava sett seg í samband við [...] millum skip og bátar og njóta ein góðan bita og tann stemningin, sum er á vánni. Tað uppskotið, sum nú fyriliggur er ein ófatiligur møguleiki, segði Martin Restorff, og vísti á fleiri fyrimunir við einum [...] kokkar heim til Føroya at gera mat í eina viku, so føroyingar kundu koma at uppliva øðrvísi mat, enn vit vanliga gera. Fer at prýða vánna Spurdir um, teir ikki vóru bangnir fyri, at hotellið fór at misprýða
morgunin. – Tað rann mær ongantíð í huga, at eg ikki skuldi fara at koyra rutu orsaka av vindinum. Vit plaga eisini altíð at hoyra her, tá ið hvirlurnar koma, men soleiðis var als ikki sunnumorgunin. Hvirlan [...] báðir síðst nevndu, sum hvirlan tók. Tann eini bussurin hevur IRF longu verið eftir, og verður hann nú burturbeindur, og hin bussurin metir Trygvi sjálvur eisini er vrak. Kendi seg forfylgdan Meðan Trygvi [...] morgunin ógvusliga og óvanliga hendingin fór fram, var Trygvi Midjord í køkinum. Húsini hjá Trygva eru í tveimum hæddum, og køkurin er á ovaru hæddini. Bussurin hjá Trygva Midjord varð lyftur upp um alla
at eitt føroyskt snørisskip fiskaði meira enn 3000 skippund í eitt ár, sigur Absalon Absalonsen. Vit kunnu leggja aftrat, at eitt skippund er 160 kilo. Í bókini um Jóan Petur hjá Mouritsi, umrøður høvundurin [...] tríggjar og sjálvur havi siglt meira enn eina hálva øld, sigur høvundurin. Tilsamans 735 persónar eru nevndir í bókini og 155 skip og bátar. Niðurskotnir Jóan Petur hjá Mouritsi doyði umborð á Saksabergi [...] livi-og arbeiðskorini hjá teirra forfedrum, sum ikki kunnu sammetast við umstøðurnar hjá teimum, sum nú liva. Óli Jacobsen heldur, at henda bókin soleiðis er eitt virðismikið íkast. - Hetta er fyrst og fremst
kanningunum var, at Hotel Vágar fer at gera matin til Miðvágs- Sandavágs skúla. Tey ið hava diabetis ella eru ovurviðkvom fyri ymiskum t.d. eggjahvítuevni, fáa mat sum er gjørdur serlstakliga til tey. Tað verður [...] sagt, og tá borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen, hevði svarað tí síðsta spurninginum, fingu vit bjóðað ein av teimum góðu matpakkunum. Aftaná spurdi borgarstjórin í Miðvági, Napolion Magnussen, hvat [...] góðgæti við í skúla, blanda lærarnir seg ikki uppí, tí teir siga at tað bestemma foreldrini sjálvi. Nú er spurningurin um kommunurnar eisini fara at byggja eina katinu til næmingarnar, Tað hevur verið nógv
frágreiðing um túrin. Minkandi veiða Tilsamans fekk Magnus Heinason 38 fiskasløg á túrinum, og hetta eru heldur fleiri enn vanligt er at fáa á Føroyabanka undir yvirlitstrolingum. Talið av fiskasløgum á Bankanum [...] vánaligt. Í staðin høvdu tey, sum vóru við Magnusi Heinason hendan túrin, 10 livandi toskar heim við. - Vit gjørdu eisini magakanningar av toski, hýsu og upsa á túrinum, sigur Eyðfinn Magnussen. Niðurstøða Á [...] einum ári síðan. - Kanningarnar vísa eisini, at fiskurin hevur minni at eta. Toskurin er 2,9% klænri nú enn fyri einum ári síðani, hýsan 6%, og upsin er vorðin 10% klænri samanborið við kanningarnar á heysti