tað ber til, at koyrandi er um og ígjøgnum hægstu fjøll og undir djúpum firðum, tað er bara so, og soleiðis minnist yngra ættarliðið tað altíð hava verið; men tá ommur og abbar fara at siga frá, hvussu [...] Landsverkfrøðingsskrivstovuna, at nú vóru ikki fleir miðsneisar at síggja, og av tí sama fór dozarin skjótt at standa stillur. Tá á døgum var almikið fyrireikandi arbeiði at gera, áðrenn amboðini sluppu [...] hjá tí, ið tímdi lurta, gamla sildaverksmiðjan við Jákup-Wenzili í Kollafirði ikki at forgloyma. Havi hug at siga frá hvørjum sær; tí teir skóru framúr hvør á sín hátt; men tað ber ikki til í stuttum
Tey bæði eru sera positivt yvirraskað av umstøðunum. - Satt at siga visti eg ikki heilt, hvat eg skuldi vænta. Eg væntaði kanska, at her fór at vera nógv rúsdrekka og slíkt, men her er ordiliga strangt [...] gott alternativ. - Um vit koma aftur á Summarfestival næsta ár, so fara vit nokk aftur at búgva á henda hátt tá, siga tey bæði við ein munn. [...] Brynjálvur Nicolajsen og Tóra Martinsdóttir eru tvey teirra, sum hava tikið av tilboðnum at gista í skúlanum. - Hetta er heilt ideelt. Vit liggja centralt, so tað kann næstan ikki verða betri, sigur Tóra
veikt til at fara í rættin við. Ein ónevndur portugiskur løgreglumaður hevur sambært NTB sagt, at tá løgreglan noyddist at ásanna, at hon kundi ikki loysa gátuna, royndi hon at fáa umheimin at venda sær [...] Eitt kom fram, at Kate McCann kundi hava mist tolið við Madeleine og hevði doyvt hana við sovitablettum. The Times veit eisini at siga, at foreldrini hjá Madeleine hava satt privatar agentar at leita eftir [...] løgregluovasti, fekk til uppgávu at finna Madeleine McCann livandi ella deyða. Nú er hann frarin frá sum løgregluovasti, og í einari samrøðu greiðir hann frá, hví hann valdi at siga starvið frá sær. - Vit lótu
mítt, segði Eivind. Hann segði eisini, at tað var altíð gott at koma inn í heimið hjá Fridu, tí har var altíð gott kjøt at fáa. - Hetta dámdi mær sera væl. Og at rómastampurin eisini kom á borðið, gjørdi [...] víst eitt stórt ídni í arbeiði - m.a. við at binda, seyma oljuklæði fyri fólk og mangt annað. - Frida er víða kend fyri sín dugnaskap. - Og eg tori eisini at siga, at Frida kom undir tað vit í dag nevna s [...] innar til Fridu, fyri at fáa eitt prát við hesa megnarkvinnuna úr Leirvík. - Ja, nú nærkast tygum teimum 100, segði Tordur. - Eija, svarði hon aftur. - Eg vænti, at nógv fólk fara at koma í føðingardag tygara
Nógv var at takast við í Havnini í okkara ungu døgum. Havnin var ikki størri enn so, enn at allir ungdómar kendu hvør annan. Best kendust vit úr Sjónleikarhúsinum, har pápi Jákup, Zahle nevndur, sat sum formaður [...] hevði sína dagligu gongd í húsinum. Har byrjaðu vit báðir tíðliga at virka, tó ikki sum sjónleikarar tá. Men hetta at hjálpa til við stólum, at fáa teir út og inn, alt eftir hvat skuldi henda í húsinum, sjónleikur [...] ára gamal var hann at síggja á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Vit hava havt ta gleði at sæð Jákup sýna fram kynstur síni í ymsum leiklutum á hesum palli ? og aðra staðir við. Fari at nevna nøkur dømi, har
hann bara har, og hon kundi kasta alt á hann og siga alt við hann, fara allastaðni við honum, hon var stolt av at siga at hatta er babba. Tá hon so valdi at fara á læraraskúla, var hann stoltur, og tann [...] sigur At í Jesusi orki eg alt Orki eg alt Orki eg alt Ja, í Jesusi orki eg alt. Jesus takk at títt lyfti ei svíkur Jesus takk at títt orð stendur fast Takk at lívið á fold er ein gáva Sanna skal eg at lyftið [...] bróðir ringdi og fortaldi mær, at babba var farin, hann var ikki gamal, hann var ikki sjúkur, nei ein hvirla tók bilin hjá honum av vegnum. Eg sat spyrjandi hví? Men eg veit, at ein dag skal eg fáa svar, og
Eg vóni, at vit kunnu siga sum Guds maðurin í skriftini sigur í Josva 14.11, so at Jesus kann senda okkum út við gleðiboðskapinum og vinna sálir fyri himmalin. Ja, eg trúgvi, góði Thomas Juul, at báðir eru [...] størsta andaliga frambrotið, ið eg minnist saman Thomas Juul, var einaferð, tá vit báðir vóru á ferð saman í Klaksvík, har eitt hugskot varð borið fram um at keypa eitt tjald at samla alt Guds fólk í. Tað gekk [...] klokkan 16. Sólin skein av tí allarfagrasta, og tað var so heitt inni í tjaldinum, at ein hevði lyndi at sovna. Eg sat saman við konu míni og yngsta soninum. Hesin yngsti sonur mín helt nógv av Thomasi
ræðuskítur, tá tað kemur til stykkis. Nógv siga, at eg tykist so sjálvsikkur, men tá tey koma at kenna meg, varnast tey, at tað einans skal eitt lítið skump til tess at fella meg, sigur hon síðani og vísir við [...] tá kvinnur spæla bólt, og eg haldi, at tað er stuttligari at spæla fótbólt enn at hyggja at tí. … um føroyskan tónleik: Eg eri imponerað í løtuni. Reypi um føroyskan tónleik nú, tað gjørdi eg ikki fyrr [...] til við at syngja nógv sjálv. Vit eru so nógv systkin, at saman við henni eru vit næstan sum eitt kór. … um politikk: Eg royni at fylgja við í politikki, tí eg síggi tað sum eina skyldu, soleiðis at eg veit
tikin frá okkum, og eg vil siga at tað hevur verði eitt ár við einum tómrúmi og stórum sakni ongin at ringja til, og løgi at fara til Eysturoymna uttan at fara til Norðragøtu at vitja. Í dag hugsaði eg, [...] framanundan eisini var tikin frá tær. Eg minnist at tú og eg sótu dagin eftur at mamma var farin og prátaði, eg segði at eg var so hørm um at tín lagna skuldi verða so hørð at tú aftur skuldi missa, men tú svaraði [...] tað er so løgi at venja seg við at bæði mamma og tú ikki eru her meira. Tad var so deiligt og hugnalig at koma at vitja og frá fyrsta degi føldi vit okkum vælkomin í tínum heimi. Eg minnist síðsta kvøldið
- Eg minnist væl tann dagin, eg viðgekk fyri mær sjálvari, at nú var eg veruliga blind. Tá var eg farin í gongd við at baka, og ístaðin fyri at brúka kanel, brúkti eg karry, tí eg sá ikki at lesa á kr [...] afturat, at einastu hjálpartólini umframt hundin eru ein køksvekt við talu og ein liturmátari. - Tú venur teg við at vera blind og finnur mátar at klára teg. Tað nyttar ikki, at tú hongur fastur í, at tú vilt [...] tá bleiv sjúkan staðfest. Læknin segði, at antin kom sjúkan at standa í stað, ella versnaði hon, og eg kom sostatt at verða blind, fortelur Ruth Thomsen og minnist aftur á, hvør hennara fyrsti tanki var