verið, at vit taptu á Skála. At vit ikki hava fingið nakað burturúr ímóti EB/Streymi og HB hevur ikki verið púra óvæntað, tí hesi bæði liðini eru væl samanspæld og roynd, meðan vit arbeiða við at spæla [...] brotin. Dómurin var, at Bjarni í seks vikur skal hava hondina í gipsi: - Eg fór upp í roynd at fáa bóltin. Ólavur í Ólavsstovu kom inn undir meg, og tá ið eg fór um koll, royndi eg at taka hondina fyri meg [...] hondini var nógv. Tá ið vit komu á sjúkrahúsið, varð staðfest, at einki var hent við høvdinum, og at handliðið var brotið. Tað ber við sær, at Bjarni Jørgensen ikki fær vant saman við liðfeløgunum í seks
persónurin hann er fór hann ikki at fáa sær nýggjar brillur ella hársnið fyri at verða valdur til biskup. Og tað var heilt greitt, at hann hevur hugsjónir kirkjuni viðvíkjandi, og at hann veit, hvat ið gongur [...] ein fyrimyndarligan hátt, at hann er so fakliga kvalifiseraður, sum nakar kann vera. Hann er ikki bara ein væl lærdur guðfrøðingur, ið dugir at bera sín boðskap fram soleiðis at øll vita hvat hann sigur [...] ella ååå. Hann prógvaði eisini at hann betur enn nakar annar kennur kirkjuliga bygnaðin og kirkjuligu lóggávuna, sum hann sjálvur hevur verið við til at smíða. Hann dugdi at svara fólki aftur, var ikki sørur
vit eisini at vera í útgangsstøðuni. Ætlanin er ikki at sparka, men í staðin at spæla fótbólt. Vit fara at royna at hava bóltin so leingi, sum tað ber til millum okkara. Vit plaga altíð at fáa málmøguleikar [...] málmøguleikar, og tað rokna vit við, at vit eisini fara at fáa hesa ferð. Spurningurin er so, um vit megna at fáa úrtøku. Føroyska liðið er so væl mannað, sum tað ber til. Fimm spælarar, sum ikki vóru við í Albania [...] og vit fara at gera tað, sum vit eru førir fyri, sigur annar av føroysku U-21 venjarunum, Bill Jacobsen, úr Italia. - Spælararnir eru í so góðari dystarvenjing, sum tað ber til hjá teimum at vera. Italiumenn
eftir at spæla um, og tað kann væl vera, at onkur finala bíðar seinni á heystinum. Men sum støðan er í løtuni kann ikki sigast annað, enn at talan verður um lyklauppgerð, tá ið B36 seinnapartin fer at vitja [...] við honum, og at tað var eingin ivi um, at ábyrgdin fyri at verja málið fór at verða løgd á hann, um Jákupi skuldi borist frá. Hesum hevur Jóan Pauli livað við og arbeitt fram ímóti, og eg havi treytaleyst [...] álit á honum sunnudagin, sigur B36 venjarin. Kurt Mørkøre sigur, at teir fara til Runavíkar fyri at vinna, men tað kennist sum um, at teir í B36 høvdu verið fegnir, um teir høvdu eitt stig í viðførinum
ið at kanna Norrönu. Arbeiðið at tetta lekan er í gongd, men í løtuni ber ikki til at siga annað enn, at Norröna í hvussu er ikki sleppur úr Lerwick á miðdegi í dag, sum annars ætlað. Neyðugt er at avmontera [...] duga tí ikki at siga, hvussu nógvir bilar hava fingið skaða. Í gjárkvøldið varð upplýst, sambært Shetland News Agency, at tilsamans 210 bilar vóru umborð, og Andras Róin, stjóri, kan vátta, at 70 av hesum [...] Róin sigur, at enn er alt ov tíðliga at tosa um fíggjarligar avleiðingar av óhappinum. Har spæla so nógvir faktorar inn, bæði sjálvsábyrgd, rakstrartrygd og annað. Men stjórin váttar tó, at allar neyðugar
síðani er ætlanin at víðka um tað. - Í dag er trupult at fáa starvsfólk, og tí ber illa til at víðka um virksemið, sigur Eivind Jacobsen. Fíggjarliga er ætlanin at bjóða starvsfólkum at keypa partabrøv. [...] teir valt at selja nú fyri at leita sær nýggjar avbjóðingar Smiðjan og verkstaðurin hjá Normek í Norðagøtu veitir tænastu til fiskivinnuna, alivinnuna og vinnulívið sum heild. Høvuðsvirksemið er at umvæla [...] dugnalig. Eg meti tí, at talan er um eina skilagóða íløgu, sigur nýggi eigarin. Sølan fær ikki avleiðingar fyri starvsfólkið, sum øll kunnu rokna við at halda fram, slær Eivind Jacobsen fast. At byrja við verður
Eftir orðaskiftinum í ár at døma høvdu vit roknað við, at teir fara at siga, at hetta hendi í 2007. Men er hetta vist? Nógv bendir á, at teir heldur fara at siga, at henda broytingin fór fram í 1923. Tá [...] lagdir afturat, og tí kundi tað koma fyri, at ein tingmaður í einum uppstillingardømi kom á ting ikki av tí at tey fólk, sum kendu hann, høvdu valt hann, men av tí at onnur aðrastaðni í landinum høvdu greitt [...] løgtingið varð sett á stovn í 1852, varð ásett, at tingmenn vórðu valdir í sjey valdømum. Tey, ið búðu í hesum valdømum, gjørdu sjálvi av, hvør ið skuldi fara á ting at umboða tey. Í 1923 varð hetta broytt, og
hesum sambandi, at formaðurin í FF kallaði Viberg Sørensen hálvan banditt. Og tað gjørdi hann av órøttum. Herfyri bað Jan um umbering fyri síni úttalilsir og segði, at hann mintist seg ikki at hava sagt hetta [...] Á heimasíðu felagsins sigur Viberg, at nógv buldraslig úttalilsir hava verið at hoyrt frá nýggja formanninum í Føroya Fiskimannafelag, og ofta hevur verið hildið, at nógv var betri ósagt. - Men vit liva [...] liva í einum frælsum landi, har tú hevur loyvi til at siga tína hugsan. Hetta frælsi eiga vit tó ikki at misbrúka til at kalla og niðurgera hvønn annan. Jan er fyrigivin, sigur Viberg Sørensen.
sigur bart út, at ABC er ikki tað rætta. Hann vil heldur hava eina smala sjálvbjargnissamgongu. Heldur at ein slík setir krøv til hvønn einstakan tingmann at duga disiplin. At hon ger, at tað ber ikki til [...] vit vita, at andstøðuflokkarnir eru ótrúliga svangir. Teir vilja uttan iva gera nógv fyri at koma í eina ella aðra samgongu. Tvs. flyta seg. Enn er ABC so á skinnaranum, men tað eru longu óljóð at hoyra. [...] til hjá einstøku tingmonnunum at koyra fríspæl. Formaður hansara er ikki samdur. Hann vísir tvørturímóti á, hvussu vandamikið tað er at skipa samgongu, har hvør tingmaður verður tungan á vágskálini og
sjálvstøðugt land. Mesic sigur, at slík tiltøk fara bara at skaða Serbia og landsins áhugamál. Kroatia hevur ikki viðurkent Kosovo, men stjórnin hevur sagt, at hon fer at taka somu støðu sum meirilutin [...] McCain svaraði, at hann gleddi seg til at reka valstríð við verandi forsetanum undir liðini á sær. Kroatar ávara serbar Forsetin í Kroatia, Stipe Mesic, ávarar grannalandið Serbia ímóti at seta tiltøk [...] stjórnina í Serbia um viðurkenningina. Í brævinum legði ráðharrin dent á, at Ísland tekur tað sum eina sjálvfylgju, at myndugleikarnir í Kosovo viðurkenna altjóða mannarættindi og rættindini hjá