tungar tekstir um lívsins skuggasíður og eru merktir av sorgblídni: – Eg elski melankolskan tónleik. Og tað er ikki av tilvild, at næstan allir mínar sangir eru í mol, sigur hon og flennir. – Men tað merkir [...] beltisdýri. Saknaði ein eitt sindur av improvisatión og nýhugsan frá Randi Laubek, so kom tað í ríkt mát nú. Kanska í so ríkt. Onkur var hugtikin av hennara originaliteti og líkatil framførslu, men ikki hesin [...] steðgur hevði verið, var Guðrið Hansen á skránni. Ílatin glitrandi, second-hand klæðir, sum so líðandi eru vorðin ein partur av hennara image, trein hon á pall. Hon greiddi frá, at hettar var hennara fyrsta
Vit halda fram, har vit sleptu í blaðnum í gjár. Bakmaðurin var ikki nøgdur við innpakkingina, og tí varð alt amfetaminið pakkað umaftur í Hanstholm. Hetta fór fram á sjómansheiminum í býnum. Síðani fleyg [...] bátinum og settar í viðførisrúmið á bilinum. Týsdagin eftir er ákærdi í Klaksvík og í Havn. Við honum eru báðir íslendararnir. Teir fáa pengar fluttar við Western Union hendan dagin, 7.640,92, sum ákærdi fekk [...] Íslands, og íslendska løgreglan kom til Føroya at kanna málið saman við føroysku løgregluni. Eygað verður nú hildið við bátinum fyri at vita, hvussu menninir koma og fara. Vendu aftur Hóskvøldið 13. september
Vestergaard. Javnaðarflokkurin misti ein tinglim og hevði tað vánaligasta valúrslitið síðan 1932, um vit hyggja burtur frá 1994, sum var eitt sera óvanligt val í einum sera turbulentum tíðarskeiði. - Jav [...] Jóanes N. Dalsgaard, sum samstundis tekur tey fyrivarni, sum hoyra einum slíkum kjaki til, nevniliga at vit ikki kenna til tær tingingar og samrøður, sum fara fram handan leiktjaldið. Spurningurin er síðani [...] onnur, men tað er als ikki óhugsandi, at hesir báðir flokkar kunnu fara at kroysta Javnaðarflokkin, sum nú er tann minsti flokkurin í samgonguni, sigur Jóanes N. Dalsgaard. Harvið verður tað torførari hjá
føddur í Vestmanna 11. Juni 1954, og var sostatt 69 ára gamal, nú hann andaðist leygardagin 2. mars 2024. Vit vóru grannar og kendust líka frá tí vit dugdu at ganga. Tað var altíð “fut” í Aksel, lítil og kvikur [...] um allan hagan, og tá Hjalmar Poulsen bleiv krøktur fleiri ferðir á sílaveiði í Vestmanna. Hetta eru óforgloymandi søgur, - sannir klassikarar, - sum bara Aksel kann fortelja tær! Aksel hevði nakrar sera [...] fyribrigdi, - hann unti øllum tað besta. Tað er mangur, sum hevur notið gott av hansara gávumildni. Tað eru ikki smávegis fiskateyggjur, harundir ræstur fiskur, kalvi, flak, tungur og reyðspettur osfr. sum Aksel
hin fruktagóði liturin, vónarinnar litur og fromasjan er ein fruktfromasja. Tað kunnu vit siga. Ja, vermóðir, vit í familjuni takka tær fyri alt tað góða í tí farna, og hann sum øllum ræður, gevi tær eitt [...] Góða Verðmóðir! Ikki sæst hesin høgi aldur á tær. Dugi ikki við tað, at árini eru runnin av stað og vorðin so mong. Haldi enn, at tú ert eins vøkur sum hin dagin 1966, tá ið eg bað teg og Erling lata meg [...] sum tann fruktagóði liturin. Tað kundi verið mangt annað at sagt um hesa mynd av Jan van Eyck, men nú er tað vermóðir, sum rennur úr hesum grøna litinum, hon rundar jú tey áttati. Erling, verfaðir, sat
Ein av fremstu oddvitunum í tjóðveldisflokkinum var nú um dagarnar í Íslandi og vitjaði lagsbrøður sínar Vinstri- Greinir har hann helt røðu á landsfundi. Yvurskriftin í hesi mergjaðu røðu var " Úti undir [...] handilsbygningar, skip og fiskiloyvir, alt á sølulista fyri lítið og og lætt, so hjá hyænunum í mannahamid eru tey sjálvskaptu búskaparligu sveiggini ein kærkomin møguleiki at vinna sær pening, um onkur vinur liggur [...] syngur fyri honum latínamerikanskar stríðssangir vid samba rútmum. Hetta er líka so óskyldigt sum tá vit í góðum veitslulag aftaná eitt glas ella trý vilja sleppa út á villar víddir saman vid Kára P og góðtaka
at velja kærleikan, men ikki ástina. Nú gevst tú sum leiðari í Føroyahúsunum – Hvat fer Martin Fjallstein at takast við nú? Hevði hann bara vita! Allir gluggar eru latnir upp. Men fyrst ræður um at fáa [...] men skjótt koma hesi eftir, at onnur duga eisini. Danir eru dugnafólk í mongum lutum, kreativ, hava áræði og arbeiðssom. Tær góðu tíðirnar eru tó ikki altíð góð andlig føði. Hvussu er við málinum – tosar [...] eigur so vakurt landslag sum Leirvík við Vík og Kálvadali. Men innandura eru tey. Tó ikki at gera teimum órætt, føroyingar flest eru innandurafólk. Sigi sum danir eitt sindur umskrivað: “Í Leirvík er jeg
flokki er bara orð. Vallyftini eru bara orð. Eitt samgonguskjal er bara orð. Um eingin vilji er til at umseta øll orðini til tøl á eini fíggjarlóg, so merkja tey einki. Tað eru ikki orðini, sum siga tey avgerandi [...] Neyðugt - og ynskiligt Hetta eru ikki spiltir pengar. Íløgurnar fara sanniliga at gera gagn. Men, sum Juul Jacobsen, sáli, plagdi at taka til: Sumt er neyðugt. Annað er ynskiligt. Nú er undirskotið kolossalt [...] avgerandi tingini. Tað eru tølini. Pengarnir. Hitt hvørvur. Sum bretar siga: Money talks - and bullshit walks. Følsk orð Samgongan hevur nýtt nógv orð um gransking. Um hægri útbúgving. Um mentan. Og um
Býráðslimir eru hoknaðir í knøunum eftir ein propagandafund herfyri. Á hesum fundi slapp advokatur hjá kirkjuráðnum at siga, at málið er bara jura og ikki politikkur. Nógvar millliónir eru nevndar í e [...] endurgjaldi, um kirkjan skal flytast aðrarstaðir. So nógvar, at býráðslimir, sum eru fyri at varðveita fríøkið við Sandá, eru eisini um at hokna. Eingin onnur løgfrøðilig útleggging er sloppin framat. Heldur [...] ikki byggiloyvi, fór tað óivað at klaga til Kærunevndina í lendismálum. Sjálvandi. Men tað eru onnur, sum eru partur í málinum, grannarnir, og sum kunnu gera tað sama. Og eisini biða um steðgandi virknað
Myndirnar úr savninum hjá Tórshavnar Býarsavni eru millum teirra, sum savnið fekk frá Frants Restorff á Grafia. Myndirnar úr savninum hjá Matrikulstovuni eru millum teirra, Generalstaben tók, tá teir [...] tað er nú so, at hús skifta nøvn. Ofta vórðu hús tikin niður, flutt aðrastaðni, ella tað at húskið flutti úr einum húsi í annað. Soleiðis hevur tað uttan iva verið í allar tíðir. Tí eiga vit eisini [...] Soleiðis sigur høvundurin í innganginum til bókina. Myndirnar eru sostatt um 100 til 150 ára gamlar. Meginpartin av myndunum hevur hann við vælvild frá Tórshavnar Býarsavni, Føroya Fornminnissavni