Tað eru nú fjúrtan dagar síðani, at spurningar vórðu settir leiðsluni í Jarðfeingi í analysu í hesum blað. Teir snúðu seg allir um seinastu boringina á landgrunninum, Williambrunnin, sum BP varð fyristøðufelag [...] sum farið er fram í sambandi við hesi seinastu boringina, so hevur Jarðfeingi eftir øllum at døma valt ikki at úttala seg ella í heila tikið at gera viðmerkingar til umrøddu grein í Sosialinum. Eisini [...] Eisini hava hesir somu spurningar verið uppi at venda í Rás2. Men heldur ikki har fekst nakað ítøkiligt svar. Sosialurin og Rás2 hava biðið um alment innlit í sáttmálasamráðingarnar, tí vit meta hetta vera so
Næstformaðurin í Tjóðveldi vil nú hava nakrar munagóðar loysnir á borðið. Hann vísir á, at minnilutaálitið nú aftur er lagt fyri løgtingið til samtyktar. - Loysnirnar, sum standa í álitinum, eru í grundini tær [...] settar í staðin, vísir Tórbjørn Jacobsen á. Hann sóknast eisini eftir at føroyingar sjálvir leika næsta leikin í talvinum. - Vit kunnu ikki fáa eitt vælferðarsamfelag, soleiðis sum tað verður stýrt í løtuni [...] haldast uppi, skulu stórar broytingar gerast. Útreiðslurnar vaksa nógv for skjótt og eingin hevur neyðuga dirvið til at tálma útreiðslunum. Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, ið umboðar Tjóðveldi í fíggjarnevnd
landbúnaðarviðurskifti í Føroyum. Eisini varð skrivað um Jóannes bónda, sum arbeiddi fyri at stovna landbúnaðarskúla í Føroyum, og um at lærarastarv varð lýst leyst við fýrin á Borðuni í Nólsoy. Árslønin var [...] eiginleikar, ið bóru uppi. Heðin Brú, sáli, hevur í yrking sínari »Fedranna Tala» lýst á ein einastandandi hátt, virðini ið verða borin frá ættarliði til ættarlið. Hann tekur samanum í niðurlagnum: »Gott [...] áðrenn og aftaná at Jógvan varð borin í heim. Jú, har stóð m.a. at haldaragjaldið fyri Dimmalætting var fýra krónur árliga, og at danska drotningin varð jarðað í Roskilde. Eisini stóð at lesa um eitt
lagt upp til eitt ordans hondbóltsbrak í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin. Afturat VB og Stjørnuni hevur Neistin í ár givið ábendingar um, at tær eisini vilja spæla í oddinum, og tí var talan um eina veruliga [...] hetta í løtum mest sum tóktist steðga Neista-spælinum fullkomuliga, so hevði VB eisini aðrar streingir at spæla uppá. Tað gjørdi eisini góðan mun, at Gurið Mortensen nú er heima í jólafrí, og í øllum førum [...] tey bæði oddaliðini verður tó ikki fyrr enn í januar mánaði, og fram til tá mugu tær í VB so helst smyrja seg við, at tær eru næstbestar. Men tað eru tær so í øllum førum væl og virðiliga, hóast tær ivaleyst
einum barni, eisini var langt at fara í Missónshúsið í sunnudagskúla og á møti. Pápi plagdi at lesa lestur, um vit ikki fóru í kirkju. Ikki var loyvt at spæla í kirkjutíð. Sunnudag var tíð at hugna okkum [...] Hetta er komið okkum tilgóðar seinni í lívinum. Uppvaksin eru vit í einum kristnum heimi, mamma og pápi hava altíð leitt okkum til Guðs orð. Vit gingu til Norðragøtu í kirkju.Tað var nokkso langt hjá einum [...] Góðar summardagar fóru vit útferð niðan í hagan, ofta var døgverðin borðin við og etin úti, vit brendu bál og spældu í onkrari á. Eisini plagdu vit at henta ber, har uppi vóru nógvar góðar løtur. Altíð hevur
gingin okkum á møti. Í bestu donsku deildini Og fyrstu uppgávurnar eru longu nú fyri framman. Fyri líka sum at læra hvønn annan at kenna, verður í fyrsta umfari talan um dystir í donskum hondbólti, og [...] arar er einki at ivast í, at tað var eitt risa stórt framstig, tá teir báðir, Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, gjørdust altjóða dómarar. Og tí var heldur einki at ivast í, at talan var um afturstig [...] afturstig, tá Hjalmar av arbeiðsávum mátti leggja frá sær í ár. Uttan altjóða avbjóðingarnar er í øllum førum skjótt, at dómararnir missa íblástur til framhaldandi menningina, og tó at arbeitt hevur verið við
var júst hetta, sum var í ferð við at henda. Tað, hann hugsar um, er alt tosið um privatisering og útlisitering, sum er so nógv uppi í tíðini og tað fer sjálvandi at raka limirnar í Starvsmannafelagnum hart [...] gjølla. Í Sosialinum mikudagin greiddi Gunnleivur Dalsgarð frá, at eftir hansara tykki var enn alt ov lítið komið fram um, hvat tær ætlaðu broytingarnar í ríkisrættarligu støðuni heilt ítøkiliga bóru í sær [...] broyting gerast í okkara ríkisrættarligu støðu, er tað av alstórum týdningi fyri arbeiðslagið framyvir, at meiriluin fyri hesum broytingum er so stórur sum gjørligt ? bæði í løgtinginum, og í fólkinum, sigur
vandan og svumu í ódnarveðrinum út eftir tíggju ára gamla dronginum, sum hóast í svárari neyð, kláraði at halda sær uppi. Beint eftir bjargingina søgdu teir báðir, sum í ein munn, at tað var løn í sær sjálvum [...] seinnapartin hósdagin tann 9. september. Arbeiðsdagurin á Sosialinum var farin at halla tá røringur kom í í grannalagnum; ein drongur var farin á sjógv, og lá og rópti um hjálp einar 70 metrar út frá landi. [...] sløkkiliðið í Havn av at boða Carnegies Belønningsfond for heltemod frá hendingini og nú fáar dagar undan jólum kom eykalønin. Ein kekkur upp á 10 túsund til hvønn teirra fyri at hava sett lív sítt í váða fyri
er kostnaðurin 100 mió. kr. Útbjóðingin skuldi vera í august í fjør, og byggingin byrja í november. Tað sær út til, at ferðin longu týðiliga er minkað, tí er vandi fyri, at málið óneyðugt fer at draga út [...] á sæð býráðsleiðsluna latið nakrar yvirskriftir um skúlabyggingina frá sær í fjølmiðlunum, kanska fyri at halda geistinum uppi. Hetta tykist hava verið ber luft, tí hóast eg havi spurt eftir málinum fleiri [...] ikki verið saman. Eg fekk heldur ikki upplýst, hvør sat í hesum bólki. 1. byggistig liðugt 2018 Eftir upprunaætlanini skal 1. byggistig vera liðugt í 2018. Hetta byggistig er bert fyrsta av trimum, og er
barnaútvarpinum, týtt barnabøkur, og verið uppi ymiskum sosialum arbeiði - m.a. í sambandi við brekalegurnar á Zarepta. Í fjør greiddi Óluva frá sínum virkna lívi í fimm Meg minnist-sendingum, sum Jógvan Arge [...] Í gjár, 13. desember, fylti Óluva Skaale 75 ár. Óluva er dóttir Marius og Fridu Absalonsen úr Vági. Sum ung fór hon til Havnar at ganga í studentaskúla og síðani á Læraraskúla. Har hitti hon Jóannes, sum [...] sum hon giftist við. Hann doyði í 2012. Óluva eigur fýra børn og tíggju ommubørn. Síni bestu arbeiðsár nýtti Óluva til at undirvísa næmingum, sum antin høvdu tað trupult í fólkaskúlanum ella bóru likamlig