sama stóra áhuga fyri víðarimenning av okkara tilfeingi. Tað er her, at nógvir ótroyttir møguleikar liggja og stórir vakstrarmøguleikar. Vit hava sum er nóg mikið av stáli at fáa tilfeingi upp úr havinum [...] eisini hava alingina á uppboðssølu ? Er eisini tørvur á nýggjum aktørum her og fer alingin at kasta meir av sær til samfelagið so ? Eru firðirnir í Føroyum ikki eisini fólksins ogn ? Hvat við alifeløgunum sum [...] klandrast um. Vænti ikki nakar ynskir seg aftur til árini, tá høvuðsvinnan sveik. Fólk í hópatali fluttu av landinum fyri at yvirliva. Teirra lívsgrundarlag í Føroyum var burtur. Teppið bleiv skrykt undan teimum
seinna hálvleiki var spælið betri og vit høvdu tol við bóltinum. Vit skifta skipan og fáa latið teir upp, so tað var skilagott av venjaranum. Hetta var ikki meir enn næstbest, men vit eru nøgdir við trý stig [...] og so ikki nógv meiri enn tað. FC Suðuroy stóð væl aftarliga á vøllinum og ruddaði tað mesta burtur av vandaleið, og førdi hetta við sær, at dysturin var lítið undirhaldandi og einstáttaður. Fyrri hálvleikur [...] trupult at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá FC Suðuroy. Ja, tað var tað. Teir eru raskir, tað vita vit av. Spælið var so sum so, og møguleikarnir, sum komu, vóru tilvildarligir. Spælið var regulert elendigt
Virkisráðgevingini, sum vegna Eysturoyar Vinnulívsfelag og Runavíkar kommunu stendur sum samskipari av FaroExpo, ásannar, at tað verður høgligari, nú luttarkar á stevnuni bert skulu vestur um Løkin til [...] sum umboða aðrar fyritøkur langt burtur. - Føroysku fyritøkurnar eru stívliga 30 í tali, og flestu av hesum hava verið við áður. Onkur fyritøka er kortini nýggj. Tað vil so vera, at onkur er við í eitt [...] Spurdur, hvør orsøkin man vera til, at íslendskar fyritøkur júst eru við í ár, nú landið er so hart rakt av fíggjarkreppu, sigur stjórin í Virkisráðgevingini: - Tað er sjálvandi ilt at siga. Eitt er, at íslendskar
Arkansas, Bill Clinton, at støðið í skúlaskipanini í tí fátæka statinum var væl lakari enn í restini av USA. ? "Og tað er har, setast skal inn", segði hann. "Fyrst og fremst grundskúlin og síðani hægri skúlar [...] Langt aftan fyri grannarnar. ? Og tað er eingin ivi um, at politiska skipanin hevur sín stóra part av ábyrgdini. Eitt er, at vit ikki seta í verk djørv, nýskapandi átøk. Verri er, at vit ikki ein gang [...] vit hava allar hesar smáu skúlarnar. Eg skal ikki endurtaka tað her, men bara staðfesta, at verandi skipan ger okkara skúla nógv verri, enn hann kundi verið. Fakliga verri, pedagogiskt verri, sosialt verri
Tað er onkur sum heldur,at stýrisskipanarlógin er illa smíða, tá løgmaður av sínum eintingum leggur politiska arbeiðið lamið, bert tí at valfelag hansara ikki vildi stilla hann uppaftur til formansvalið [...] Tað heldur Annfinnur V. Hansen, advokatur, ikki vera rættvíst. Føroyska stýrisskipanarlógin er sama skipan, sum verður nýtt í Danmark og í Svøríki. Hon kann nýtast á ymsan hátt, men tað er ikki vanligt aðrastaðni [...] varð sitandi til næsta val. Her er talan um eitt val í einum flokki, sum kanska er eini 20 pst. av samlaðu veljarafjøldini. Tað kemur ikki øllum veljararum við, hvønn person Sambandsflokkurin velur
forðar ella minkar um skaðaárinini av eini veruligari vanlukku. Umrødda tilbúgving fevnir um fólk, umhvørvi og tey fíggjarligu virði, innrættan og skip, sum verða umfatað av oljulóggávuni. Arbeiða miðvíst [...] fyribyrgja, at eitt óhapp ikki mennir seg til eina vanlukku og at forða fyri ella minka um skaðaárinini av einari vanlukkustøðu. Tilbúgvingin umfatar at bjarga mannalívi, at tryggja, at árinið á umhvørvið verður [...] máta og í samspæli við tann, sum eigur rættindini og operatørin, vera starvsfólki til hjálpar, sum av medisinskum orsøkum, óhappi ella vanlukkuhendingum hava tørv á hjálp. Tilbúgving fevnir um øll tøknilig
tænastumenn, tí tá varð samtykt, at allir tænastumenn so líðandi skuldi missa pensjónina av viðbótunum og í 2011 er eftirlønin av viðbótunum heilt burturdotnar. Tað merkir, at tænastumenn missa eini 2.000-3.000 [...] lønina í eitt hálvt ár, men at fáa tvær fullar lønir, er heilt burturvið og hetta er tað mest órættvísa av øllum. Ikki fyrstu ferð Kári P. Højgaard vísir á, at nú løgtingið samtykti eftirlønina hjá landsst [...] Annars heldur Kári P.Højgaard ikki, at tað er nøkur loysn at seta eina serliga nevnd at gera eina skipan fyri, hvussu lønir og eftirlønir hjá politikarum skulu vera. - Samstundis hoyra vit, at summi embætisfólk
rættiliga einfalt og sostatt ikki krevur serfrøðinganevndir av ymsum slagi, sigur Heðin D. Poulsen. -Veruleikin er, at vit hava í dag eina skipan, sum nógv tey flestu eru ónøgd við. Men tað skal altso ikki [...] r, fáa tey fiskin. Og viðhvørt kann tað kasta meiri av sær at avreiða uttanlands. Eftir lógini kunnu útlendingar ikki eiga meiri enn ein triðing av einum fiskiskipi, men Heðin D. Poulsen heldur, at tað [...] undan skatti. Slíkar reglur ber altíð til at sleppa undan Annars heldur hann, at fiskiloyvi ber brá av, at tað er til leigu og ikki til ognar. Eitt nú kann tað ikki tinglýsast og tað kann eitt skeyti altíð
løgdu beinanvegin merki til bakaríið Sundbæks Bageri, sum liggur í byrjanini av gongugøtuni og ikki minni stóra úrvalið av fløtakøkum og breyði, sum stóð í handilsvindeygunum. Prát í bakgarðinum So skjótt [...] hjá kendu chips fyritøkini KIM`s, har hann mest fekst við at krydra ymisk sløg av skrúum og ostaringum. Men bakarayrkið dró. Av teimum trimum er tað er Brynjálvur, sum er útlærdur bakari og stendur fyri [...] føroyingar, verður ofta haft á munni. Hetta ásannar Brynjálvur Nordendal, sum 1. oktober 2006 flutti av Fjóni til Bindslev, nærhendis Hirtshals, at reka eitt bakarí. Tá vit á Sosialinum í seinastu viku vitjaðu
taka undir við uppskotinum. Flokkar á tingi hava arbeitt við at taka av fólkapensjónina, og ístaðin seta persónliga uppsparing. Ein skipan við persónligari uppsparing máar støðið undan samhaldsføstu pensj [...] lógin verður umrødd. Sambært hesi lóg fær t.d. FA ikki sett egna eftirlønartrygging í gongd. Avrit av brævinum er sent øllum løgtingslimum. Á aðalfundi hjá FA tóku Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin [...] at Samhaldsfasti er ein liðug loysn. Ongum nýtist at fara aftur um aftur ella at byrja alt arbeiðið av nýggjum. Tá Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin á sinni kom, vóru Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin