Kári vísir á, at ein geiri er uppá 70 cm, ið er ímillum gongubreytina og grundstykkið, har húsini standa. Í slíkum førum er vanligt, at eigarin sleppur at nýta økið og binda seg í alfara veg, sigur Kári [...] tann einasti, har slíkar umstøður gera seg galdandi. Stórmál Kári Müller vísir á, at hann fyr tíð síðani hoyrdi um, at tað á samgongufundi í Tórshavnar Býráð hevði verið fyri, sum stórsta mál, at trappan [...] er bara at siga til, ella at senda mær eitt bræv, so skal eg flyta, sigur Kári Müller og leggur dent á, at hann nú enntá er leysur av Feðgum og SMS. - Teir kunnu bara fáa alt økið, um eg fái tað gottgjørt
annar gandakallur spældi sær við tølum og prosentum á telduni. Ikki sørt at tey í salinum gapaðu av undran, so hvørt grafarnir broyttust fyrst ein veg, kanska uppeftir, fyri síðani í næstu løtu at peika [...] komandi fullveldi. Nei, orsøkin var tann, at hesin ídni politikkarin hevði tikið lut í fólkafundinum uppi á Slættaratindi fyrr um dagin, og skuldi hann náa í Sandoynna til ásettu tíð, mátti fótbúnin verða grønu [...] áhoyrarunum stórur at svølgja. Og mong mundu vera, ið als ikki kláraðu at svølgja mongu torskildu heitini á hesum og hasum økinum, men framsøgufólkini skulu helst ikki lastast fyri hetta, tí teirra arbeiði var
mítt álit á, at havnarfólk yvirhøvur duga at hugsa sjálvi. Málið er so einfalt sum tað, at kommunan eigur bygningar í miðbýnum, sum kunnu seljast, tá øll kommunala umsitingin verður samanløgd á einum stað [...] stað á vestaru kei um stutta tíð. Lyklaorðið er bygningar, sum KUNNU seljast. Hvussu nakar kann ímynda sær, at vit fóru at selja t.d. Reinsaríið, gongur yvir alt vanligt vit og skil. Eg vísti á, at kommunan [...] undir kjakinum var púra skeivt og burturvið. Tórsgøta er okkara mentanargøta. Og mentanin fer ongan veg. Tvørturímóti fer mentanarvirksemið at økjast við at fleiri búsetast í miðbýnum. Bygningarnir, sum
Dóttur tín Til minnis um mín kæra abba Johannes í Gerðinum Minnini á meg ganga sessurin tómur er hugurin løtu manga fram fyri meg nú ber: Løtur á tínum knæi fløvandi, mennandi orð, tú eins og omman bæði signaðu [...] hevði, sum framdi fedrasið. Nú tú á gyltum strondum frískur og ferðigur fer, sloppin frá pínum vondum stjørnur í krúnu ber. Sakni mítt sinn man hýsa hugur fer víðan veg, hervið eg abbi vil lýsa frið yvi [...] síni abbabørn og fylgdi væl við í teirra gerandisdegi og altíð signaði pabba abbabørnini, tá tey komu á vitjan. Hann hevði umsorgan fyri øllum og setti altíð seg sjálvan síðst. Kundi hann givið hjarta úr
er er við sjeymílafetum á veg ímóti eini kreppu. Orsøkin er, at føroyskir handverkarar streyma av landinum, tí teir fáa nógv betri sømdir uttanlands. Av tí sama er stórt trot á handverkarum í Føroyum. [...] Føroya Land er við at verða fullkomiliga drenað fyri elektrikarar. Orsøkin er, at tað er sera stórt trot á elektrikarum í norsku oljuvinnuni. Norska oljuvinnan bjóðar føroyskum elektrikarum arbeiði í stórum [...] Magnussen, sigur, at í løtuni hava teir 33 føroyskar elektrikarar í oljuvinnuni Noregi. Og tað skilst á honum, at tørvurin er alsamt at fleiri og fleiri og fleiri. Tá ið vit spyrja hann, um hald er í tíðindunum
møguleikar Hon vísir á, at tað, sum landsstýrismaðurin hevur at taka støðu til, er einmælta samtyktin hjá bygdaráðnum í Leirvík um fjøruloysnina við tunli og so uppskotið hjá Landsverki um veg omanfyri Leirvíkar [...] at kosta at fremja í verki. Vit hildu, at fólk eiga at fáa høvi at síggja ein part av verkætlanini á prenti, og hava vit soleiðis útvegað okkum seinastu tekningarnar, sum Teknistovan í Gøtu hevur gjørt [...] ymiskar. Talan hevur verið um tøl, heilt úr 150 miljónum krónum niður í 87 miljónir krónur. Í talinum upp á 87 miljónir krónur er tó alt ikki tikið við, eitt nú endurgjald fyri neyst, sum mugu takast burtur,
kann eg fyri mítt viðkomandi siga, at eg ongan fund havi verið á har visjón 2015 hevur staðið á dagsskrá. Var heldur ikki boðin við til fundin á Hotel Føroyum. Hinvegin so havi eg hildið, at tað bara er gott [...] Ætlanin fingið meira innihald nú Tá landsstýrið fráboðaði visjón 2015 ætlanini umvegis løgmannrøðuna á Ólavsøku 2005, var sjálvstýrismálið ikki við í ætlanini. Hesum fannst eg harðliga at í mínum viðmerkingum [...] ein partur av, loyvdi eini visjónætlan har sjálvstýrismálið als ikki var nevnt. Mátti minna løgmann á, at ein aðaltáttur í stevniskrá hjá Føroyska Fólkaflokkinum er sjálvstýri. Nú er so sjálvstýri komið
valdið frá sær nú. Hann hevur ikki røkt forsetaembætið síðani á sumri í 2006, tá sjúka noyddi hann at lata bróðurin Raúl røkja embætið. Nýskipan á veg Raúl Castro er 76 ára gamal, og eygleiðarar hava alla tíðina [...] Kortini hava ávís tekin verið til, at Kuba er í ferð við at leggja seg á eina meiri nýskipanarsinnaða kós. Eygleiðarar vísa eitt nú á, at fleiri andstøðingar, sum vórðu tiknir og settir í fongsul í 2003 [...] hóast teir als ikki hava sitið alla revsingina. Eygleiðarar vænta, at tað fer at fáa jaliga ávirkan á viðurskiftini millum Kuba og USA, at Fidel Castro fer frá. USA hevur fleiri handilsforðingar ímóti
hvat er og verður galdandi á hesum økjum. Sambandsflokkurin eigur at siga, um hann er innanhýsis samdur, um hann er samdur við sínar samgonguflokkar, ella um hann er á veg at mynda skattapolitikk saman [...] rranum, er størsti andstøðuflokkurin, sum inniliga heitir á landsstýrismannin um at gera tað, sum hann ætlar, og ikki at lata seg draga upp á tráð av sínum egnu! Allir samgonguflokkarnir siga, at teir [...] biðja teir fíggjarmálaráðharran um at brúka spariknívin í rakstrinum soleiðis, sum tað varð avtalað á samgongufundi í síðstu viku. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava hug at harta fíggjarmálaráðharran
heimaliðið eisini longu lagt seg á odda 8-0! Steðgurin tóktist hjálpa eitt lítið sindur upp á støðuna hjá Tjaldur, sum næstu løtuna fekk nøkur mál, men VB setti ferð á aftur, og munurin millum liðini bara [...] nakrantíð, og úrslitið sigur ikki so lítið um munin á toppinum og botninum í Sunset-kappingini. Avgjørt beinanvegin Tað sást beinan vegin, hvønn veg tað fór at ganga. Heimaliðið ætlaði ikki at taka sær [...] megna tær at halda konsentratiónina og koyra við fullari ferð allan dystin. Hetta sást eisini aftur á máltalvuni, tí tá ið dysturin var lokin, stóðu tað 50 mál til VB og 17 til Tjaldur. VB-Tjaldur 50-17(25-7)