ferð til botns fyri at koma uppaftur løtu seinni. Men ein annar augustur royndi at koma honum til hjálpar. Hvalurin kom beint ímóti mær, og hann var so nær, at eg hugsaði, at hann fór at gloypa meg sigur [...] høvdið. Roynt verður at drepa hann beinanvegin við at raka hjarta ella lungu, men oftani skal meira til enn so at fáa lívið av hvalinum. Skutlarin er ótrúliga kvikur, og klárar hann at koma sær upp í aftur [...] sjálvur at hava verið og følt og sæð, hvussu hvalurin ber seg at. Tað er kenslan tú situr eftir við, eftir at hava verið í sjónum sjálvur og har sæð og upplivað hvalin sigur Tróndur, sum heldur fyri, at mong
fleiri ferðir, at vit høvdu vassað ov langt út, greiður Bob Woodward frá. ? Watergate vísti, at politiska skipanin í USA riggar. Orsøkin til, at tað tók so langa tíð at fáa alt fram var, at Nixon segði ósætt [...] gjørdi, var at náða Nixon í Watergate málinum. Men fyri at sleppa undan rættarsak og møguligari revsing mátti Nixon viðganga, at hann hevði framt nakað ólógligt. Orsøkin til at Gerald Ford avgjørdi at sleppa [...] tí. Tað metti forsetin, hann kendi seg noyddan at gera, fyri at sleppa undan sjálvur at verða drigin inn í málið. Seinni vóru hesir báðir ákærdir fyri at hava mótarbeitt uppkláringararbeiðnum. Men tá
galdandi. Hetta merkir at tað skal standa eftir, soleiðis at man kann sláa upp tað sum passar. Fortreytin fyri upp-slagnum, er at tað passar. Men tað skal ikki bara passa, tað eigur at finnast ein vegur, har [...] eigur altíð at kunna seta keldurnar saman á slíkan hátt, at hann megnar at toga fram eina og fleiri fláir, samtíðin ikki vardi. Tá koma verulig vísindi burturúr. Í Føroyum eru menn í ferð við at mala í klingur [...] misvísandi royndini at gera Tórshavn til ein úthandil hjá dønum, og at interferensur er besti mátin at prógva tað við. Føroyska versjónin av:"Histoire de la folie" er eftir øllum at døma nógv meira umfatandi
hevði eg hug at fara út at leita eftir honum, meg lat vera. Legði meg at biðja fyri honum, sum eg altíð gjørdi, tí har sum mín hond ikki rakk, visti eg at ein onnur hond rakk. Og eg veit, at hon eisini rakk [...] høvdu teir ilt við at trúgva, at beiggi teirra var burtur. Vit søgdu teimum, at Jesus hevði brúk fyri honum, og kanska skiltu teir, at her á jørð var ikki alt so gott. Teir vita, at heima í himni er alt [...] ikki í, at tað er tí, at tey eru upplærd frá beinsbeini av, at tað er ein himmal. Tann kristna vónin hevur borið tey eins væl og meg ígjøgnum sorgina, at tað er eitt lív eftir hetta. TÍÐIN EFTIR, at Herálvur
veruliga samfelagstørvinum. Neoliberala svarið var at privatisera ella at bjóða almennar tænastur út, at innføra eina umfatandi skipan til at máta úrslit og at gera borgararnar til viðskiftafólk. Broytingarnar [...] lyklaorðini at deila vitan, at knýta orku saman og at brúka bæði arbeiðsroyndir og lívsroyndir hjá fólki til at menna almennar tænastur. Borgarin bleiv ein virkin luttakari, sum fekk høvi at greina tørvin [...] tað snýr seg um at tæna samskapandi loysnum. Men størsta broytingin við paradigmuskiftinum var, at farið varð frá at stýra við eftirliti til at stýra við áliti. Sum dømi kann nevnast, at kommunur lótu
!" Undir hesari yvirskriftini skrivar hann, at eg eri farin upp í kórið, sum leggur Ísrael undir at ofra sítt egna fólk fyri at fáa eina undanførslu fyri at drepa palestinar. Tann, ið ikki hevur lisið [...] skriva dulnevnd hatursbrøv -, soleiðis at míni argument ikki skulu verða tikin í álvara. Hugskotið er, at eg eri "sekur" við at tykjast líkur hesum fólkunum, ella tí at eg verði assosieraður við tey. Eg eri [...] sínum við einum suffi, at tað, eg skrivi um, at "At kalla øll eru sivil.... tað passar simpulthen ikki!" . Hvat hann byggir tað á, veit eg ikki. Ynskihugsan, kanska, ella tað, at Netanyahu sjálvur hevur
lendisdeildina hjá kommununi. – Vit royna at læra tey góðan arbeiðsmoral og virðið í pengum. At mann má arbeiða fyri at fáa løn, og at tað ikki nýtist at vera keðiligt at arbeiða, sigur Jógvan, sum sjálvur [...] leingi tað tekur at gera eina gøtu. Meiningin var at vit skuldu gera tríggjar gøtur, men tað tók longri tíð enn væntað. Tað er hart at arbeiða so leingi. Eg visti ikki, at tað var so strævið at arbeiða, og [...] nógv tol at vera til arbeiðis í 8 tímar, sigur 14 ára gamla Íðunn Mortensen. Hon upplivir at tað er strævið at arbeiða. Og at hon hevur størri tørv á hvíld, tá ið dagurin er av. Og so heldur hon, at hon skilir
um nakað nýtt var at frætta. Nógva umtalan bar við sær, at ein ótti breiddi seg. Fólk fóru at stúra fyri, hvørjar ónáðir minkurin fór at gera. Vit sissaðu borgararnar við at boða frá, at hann loksins var [...] eitt dømi um, at Heðin Mortensen roynir at sleppa framat í fjølmiðlunum, tá tað ber til. Fleiri halda, at borgarstjórin ger dekan ov nógv av og ger alt fyri at sleppa framat. Hví er neyðugt at senda mynd [...] nningar, sum Sosialurin hevði latið gjørt, spáddu, at hann fór at nógv flestar atkvøður í Havn. Men ongar gitingar vóru, at Javnaðarflokkurin fór at fáa meirilutan einsamallur. Kanningarnar vaktu ans
samleikan, ið tey vilja umsita fyri at hava valdið á okkum. Okkum tørvar radikalt mót, og at fjølmiðlarnir tora at vísa vegin. At hesir ikki bert royna at kappast um at borðreiða við fólksligum tannleysum [...] tora at finnast at Hann, ið torir, er ein umráðandi persónur, og fjølmiðlar, ið tora skulu berjast sum villir vargar fyri at tað skal geva meining at vera føroyingur og at liva í Føroyum. Fjølmiðlarnir skulu [...] er heldur ikki har ein droymir um at búgva tá ein er 16-18 ár. Soleiðis er tað bara, einasti munurin er kanska hann, at eg tori at siga tað. Í Danmark er tað í lagi at arga tey, ið búgva í provinsuni og
sigur, at nú er mamma deyð. So hetta vóru syrgilig boð at fáa júst komin at húsum. Eg minnist, at vit settu okkum á ein stein at kúra. Læknin hevði verið hjá mammu, og hann hevði sagt um mammu, at nú var [...] Vági, tá lá ikki so væl fyri at leggja at. Vit fóru til Vágs at taka ímóti og vórðu so sett umborð við einum báti. Eg minnist væl, at vit komu á dekkið. Vit hava tosað, sum at pabba var í lugarinum, og hann [...] mikið, at teir sluppu frá Flesjunum. Men vestanaldan var so tung og streymurin so harður, at har gjørdist einki. Nú hoyra teir dun av brimi, og nú var at bera skjótt at. Tá rópaði skiparin, at báturin