hjá samgonguni. (Sosialurin fer at viðgera orðaskiftið og tað, sum fer at henda í kjalarvørrinum á tí í bløðunum hesa vikuna, blaðm.) Formaður javnaðarfloksins luttekur í hesum døgum í orðaskiftinum á [...] skilja gongdina í øllum hesum málinum at minna á, hvussu sambandsflokkurin í veruleikanum forkom møgu-leikanum fyri eini skilagóðari gongd í málinum við at nokta sjálvstýris flokkunum í undanfarnu samgongu [...] enn hann er tað í dag. Vilja fara heilt móti loysingini -Hvussu langt er javnaðarflokkurin sinnaður at fara á sjálvstýrisleið? -Ótrúliga langt í mun til tann kenda gamla javnaðarflokkin. Í uppskotinum um
at meirilutin í stýrinum fyri SEV vil hava Klæmint Weihe frá sum stjóra í SEV. Tað sæst í hoyringsskrivinum, sum varð send honum herfyri um í sambandi við ætlanina at siga hann upp. Í hoyringsskrivinum [...] sigur meirilutin í stýrinum: Í fleiri ár hevur hon ikki lokið tey krøv, sum mugu setast til eina fíggjarætlan fyri so víttfevnandi virksemi, sum tí hjá SEV. Tí samtykti stýrið í juni í fjør, at fíggjarætlanin [...] peningurin verður brúktur til. Hetta arbeiðið skuldi vera liðugt í august í fjør. Men Klæmint Weihe gjørdi onki fyri at seta samtyktina í stýrinum í verk, fyrrenn stýrið hevði noytt hann til tað og tá var neyðugt
hevur fíggjarliga sperda Almannaverkið í fleiri førum sent fólk av ovastu rókunum á almenna stovninum til hús við løn í meira enn eitt ár. Sosialurin hevur fingið innlit í ta triðju fráfaringaravtaluna, sum [...] undirskrivað stutt eftir at bygnaðarbroytingarnar í Almannaverkinum komu í gildi, 15. oktober í fjør. Maria Jacobsen var ikki millum tey fimm, sum blivu depilsstjórar í nýggja bygnaðinum. Tað er Petra Johnsdóttir [...] Almannaverkinum. Í dag sigur Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri fyri Almannaverkið, at fráfaringaravtalan við Gunnleyg Durhuus tók støði í tí avtalu, sum Maria Jacobsen hevði fingið í desember í fjør. - Jú,
við øðrum orðum: í tríggjar mánaðir hevði eingin persónur ábyrgdina av arbeiðunum hjá fyritøkuni í Føroyum. Ongar viðmerkingar Sosialurin fekk fyrrapartin fríggjadagin orðið á stjóran í KB El-Teknik, Knud [...] búsitandi í Føroyum, hetta so at fyritøka hansara sleppur at virka í landinum. Knud Balle hevur annars bústað og adressu í Danmark. Knud Balle kann hvørki vátta ella vísa aftur, at fyritøka hansara í fleiri [...] Fyritøkan hjá Knud Balle hevur rættuliga fingið vind í seglini í Føroyum, og sum nevnt hevur hon um hendi stórarbeiði, bæði í Kollafirði, á Landssjúkrahúsinum og í Vágatunnlinum. Bara hesi bæði seinastu eru arbeiði
veksla 100.000 krónur í føroysku seðlum um til evrur í Change Group í Keypmannahavn. Ákærdi noktar seg sekan í hesum trimum ákærunum. Óvissa um pass Tað er Linda Hesselberg, sum er ákæri í málinum, og hon er [...] Føroya í september í fjør, hevði hann fingið tvey ymisk pass frá sambandi sínum í Belgia – sum hann annars hevði skilt hevði røtur í Føroyum, og millum annað kundi viðmæla eina matstovu mitt í býnum, har [...] uppihaldsloyvi í Belgia, var í Føroyum í fjør summar, og her hevur hann stovnað konti í føroyskum peningstovnum, sett stolnar kekkar inn, fyri síðani at taka reiða peningin út aftur. Fram til døgurða – og evstamark
einki vera greitt í so máta, og leiðslan í felagnum er eisini tøtt sum tunnan í so máta. - Vit halda okkum í øllum førum hava gjørt okkum væl út til komandi kappingarár, sigur formaðurin í B36, Kristian á [...] ikki sigur kenna nakað til, at teir í løtuni eru í samráðingum við aðrar leikarar. Ein til hvønn enda Sosialurin er tó vitandi um, at B36 í longri tíð hevur havt samband í Íslandi, har tað serliga hava verið [...] Enntá eftir at hava sigrað í eini regulerari FM-finalu í Gundadali. Nøgdir við hópin Mett varð annars frá fleiri síðum, at hópurin hjá felagnum í fjør var tann sterkasti í landinum, og fram til november
hýsa er komin í skipanina í hjá Fiskiveiðieftirlitinum í verandi fiskiári sammet við sama tíðarskeið seinasta fiskiár. Í krónum eru eisini stórar broytingar farnar fram. Í tíðarskeiðnum í fjør varð hýsa [...] er komin upp á land í Føroyum, er minkaður við 2,28 krónum fyri hvørt kilo í mun til tíðarskeiðið í fjør. Í fjør var miðal fiskaprísurin 9,89 krónur fyri kilo frá septembur til mai. Í verandi árið er hetta [...] komin upp á land 6.020 tons minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Frá septembur til mai seinasta fiskiár var mongdin 66.708.099 kilo, meðan mongdin í sama tíðarskeiði í ár er 60.687.692 kilo. Tað er ikki bara
verið í landspolitikki í 40 ár. Hann var annar teirra, sum varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin, tá hann stillaði upp á fyrsta sinni í 1928. Petur Morh Dam gjørdist løgmaður eftir løgtingsvalið í 1958 [...] Eftir valið í 1962 tók Sjálvstýrislandsstýrið, men eftir valið í 1966 skipaðu sonvendu heimastýrisflokkarnir aftur landsstýri. Petur Mohr Dam var løgmaður í tilsamans seks ár. Sosialurin skrivaði soleiðis [...] Í dag eru 50 ár síðani Petur Mohr Dam, løgmaður, doyði – og í dag fyllir Aksel V. Johannesen, løgmaður, 46 ár Tað var tann 8. november í 1968, at deyðsboðini bórust av Petur Mohr Dam, løgmanni og formanni
Forkvinnan í Stuðulsnevndini hevur ikki tað eksakta talið av gestum í Nólsoy á stevnuni í fjør, men hon ivast stórliga í, um tað vóru 1000 vitjandi. Árið fyri vitjaðu 6000 fólk í Nólsoy í sambandi við [...] Spælimonnunum í Nólsoy í Gundadali síðst í áttatiárunum. Hetta gav fitt av peningi. Í 1988 skrivaði Sosialurin, at innsavningin til svimjihylin tá hevði givið 400.000 krónur. Hesir pengar stóðu á bók í Fossbankanum [...] Tað sær svart út. 20 september í 1986 lovaði Ove Joensen alment, at børnini í Nólsoy skuldu fáa ein svimjihyl. Í dag, 24 ár seinni, er eingin svimjihylur komin, hóast nógv orka og nógvir pengar eru brúktir
metra teininum í frísvimjing og enntá vann eitt fjórða pláss í HM-kappingini í Shanghai. Alt bendir tískil á, at Pál fer at stíga í fótasporini hjá Katrin Olsen, sum í 2008 sjálv onnur var við í kappróðri á [...] á olympisku leikunum í Beijing, har hon umboðaði Danmark í kappróðri í bátaslagi, sum ikki verður brúkt í Føroyum. At Føroyar tveir olympiskar leikir á rað hava fólk við, man væl og virðiliga vera eindømi [...] HM-kappingina í Shanghai. Júst henda kapping var enn ein staðfesting av, at Pál er partur av ikki bara europeisku elituni í svimjing, men sjálvari heimselituni. Hann hevur gjørt vart við seg í fleiri kappingum