fólkatingsval upp í slag. Í Danmark eru tey troytt av eini stjórn, tá hon hevur sitið í áleið 10 ár. Soleiðis var við Anker Jørgensen í sjeytiáruønum, somuleiðis við Schlüther í áttatiárunum [...] Lars Løkke Rasmussen. Men soleiðis er uppbýtið ikki í Føroyum – Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hava hildið hvørjum øðrum uppi nú í 13 ár. Í áttatiárunum vóru tað Fólkaflokkurin og Javn [...] sama mynstrið, sum í Danmark. Nú valstríðið til fólkatingsvalið mennist, verður ikki so nógv tosað um løgtingsvalið. Tað er tó greitt, at valið verður í heyst, og røddir í politiska umhvørvinum
Tele hevur gjørt í Hetlandi í sambandi við kolvetnisútbyggingarnar til havs og á landi. Hetlendingar eru áhugaðir at fáa Føroya Tele til at gera fleiri uppgávur í Hetlandi eitt nú í sambandi við breiðband [...] ivist ikki í, at Articon og onnur føroysk feløg kundu havt ágóða av at farið inn í menningarvirksemi í Hetlandi. Johan Dahl sær, eftir fundin við hetlendska løgmannin, eisini stórar møguleikar í eini samvinnu [...] fundur, har vit hava kunnað hetlendingar um vinnulig viðurskifti í Føroyum, hvat fer at henda á landgrunninum í summar, hvørjar ætlanir vit hava í sambandi við orku og elveiting framyvir oma. Vit hava eisini
Tað er eitt rák uppi í tíðini, har føroyski gourmet køkurin verður settur í fokus, og so seint sum fyri 14 døgum síðani var eitt ferðalag við útlendskum kokkum í Føroyum at matgera við føroyskum rávørum [...] miðskúlum í landinum, sigur Helena Dam á Neystabø. Her er eitt høvi hjá næmingunum at rúka alla tað vitan, tey læra um í skúlnum. - Hendan kappingin ger tað møguligt hjá næmingunum at brúka tað í verki, sum [...] læra í skúlanum, sigur Helena Dam á Neystabø. Teir tríggir hava arbeitt saman í tøttum samstarvi. - Vit hava tosa saman um alla verkætlanina, bæði hvat framleiðslu, marknaðarførig og sølu viðvíkur. Í løtuni
milliónir niður í ein eftirskúla í Hvalba ella hvar hann nú skuldi staðið í landinum, er ikki serliga skilagott. Vit hava roynt føroyskar eftirskúlar í Danmark, enntá tveir, fyrst í Genner í Suðurjúttlandi [...] slíkum skúla í Føroyum, um hann so stendur í Hvalba, Sandavági, Leirvík, ja, ella í Havn. Vit skulu hava í huga, hvat tað er fyri aldursbólkur, sum skal heimanífrá og ikki sleppur til hús aftur í eina viku [...] eftirskúla, men er hetta talið ikki minimalt? Og hvussu mong fara í hesum tíðum at leita sær til onkra ávísa bygd í Føroyum at ganga í skúla? Sum er, eru trupulleikar, bara grannabygdir leggja skúlar saman
dómaraavgerðirnar skaptu. Í hesum umfarinum slapp B36 tó ókeypis frá at spæla undirmannaðir seinasta lítla hálva tíman av dystinum. Skála hevði í meira enn trý korter livað í hørðum trýsti, og hóast yvirtalið [...] upp um múrin og í inn um nærmasta stólpa. Frísparkið var av tí heldur bíliga slagnum, men tað var nú skjótt, at armarnir og komu tó skjótt uppaftur. Tí bara góðan minutt seinni var dómarin í sonnum jólahýri [...] jólahýri, tá hann peikaði á brotssparksblettin í hinum endanum. Brotssparkið bankaði Klæmint Matras í netið, og so líðandi setti B36 seg á dystin. Seinastu 20-25 minuttirnar av fyrra hálvleiki sat B36 á tí
eisini ljósum vónum hjá tónaskaldinu. Stykkið er skriva við støði í 10. kapitli í Jóhannesar Opinberingini og hugleiddi eisini yvir: “Í fyrstuni var Orðið og orðið var hjá Guði” – og at alt fer aftur til [...] av konsertini, sum var so væl borin uppi av frálíku myndunum hjá Frits, at hann hevði ikki orð fyri tí. Helt tað vera løgið, at í eini “lítlari holu” langt norði í Atlantarhavinum sótu vit eitt slíkt kvøld [...] Lee Morgan er soloklarinettleikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannhavn. Pólski selloleikarin Andrzej Bauer er víðagitin solistur og undirvísir á konservatoriinum í Warshava. Okkara egnu Øssur Bæk á violin
greiðir frá, at hann fekk at vita, at hann fór at vera í uppskoti, tá ”Vi Unge” gjørdi listan, men hann hevði onga hóming av, at hann fór at enda heilt uppi í topp trý. Tað eru jú 100 nøvn á listanum, og flestu [...] limirnir í bólkinum halda tað vera stuttligt, at hann er so lekkur. Men hann er ivaleysur í, at teir eisini verða á listanum komandi ár. Tá hann verður spurdur um, hvat daman, sum eisini er nevd í Vi Unge [...] Í fleiri mánaðir hevur danska blaðið ”Vi Unge”, ið serliga vendir sær til gentur í tannáringaárunum, havt eina atkvøðugreiðslu koyrandi. Nú ársskifti var, ráddi nevniliga um at finna útav, hvørji hundrað
nú ein tíð síðani, at fjósið hjá bóndanum í Kirkjubø hýsti neytum. Seinastu mánaðirnar hava fornfrøðingar skrásett gamlar steinar í fjósinum, men fríggjakvøldið í farnu viku vóru steinar, básar og alt tað [...] grønlendsku konu sína í einum brúdleypi í Kirkjubø fyri hálvum øðrum ári síðani, og tí var tað ógvuliga passandi, at tey bæði eisini blivu gift har. Annars býr hann á Vatnaskørðum í Hoyvík og hevur fest [...] festi, so brúðarferð verður av ongum – í hvussu er ikki nú, sigur Sigert Patursson, sum saman við konuni, Aliku, fingu ein hugnaligan dag og eina góða veitslu í fjósinum í Kirkjubø.
so tað er avgjørt ikki uppi í kjakinum í samgonguni at hækka skattin. Tað hevði eisini verið brot á samgonguskjalið, tí har stendur tað, at skattasteðgur verður settur í gildi frá í ár at rokna. Kanna s [...] leggja samfelagið í dvala og vit eru eisini fullgreið yvir, at tað er neyðugt at varðveita virksemið í landinum. Tí væntar løgmaður, at endaliga loysnin verður ein samanrenning av at spara í útreiðslunum og [...] at vit eru í eini hepnari støðu, tí vit hava gjaldføri til at standa ímóti við hesi næstu trý til fimm árini. - So hóast vit verða noydd at tátta beltið í nøkur ár, eru vit als ikki á veg í nakra djúpa
var í Hvannasundi 5. januar í ár, tá 90 hval løgdu beinini. Í 2008 var ongin grind, og leitast skal heilt aftur til august 2007 til næstu grindina. Hon gjørdi landgongd í Sandágerði. Hetta merkir í øllum [...] fólki at fara í grind leygardagin, nú kaggarnir kring landið hava verið rættiliga tómir seinastu tíðina. Heili 188 hval løgdu beinini, og bæði grindamenn og bygdirnar í økinum fingu hálvt skinn í part, av teimum [...] somuleiðis frá, at ein hvessingur var uppi í bólkinum, men Dorete Bloch fór við honum og einum springara til kanningar. Býtið Tey umleið 1700 skinnini vórðu latin í drápspartar og heimapartar. 463 partar