so nakað einstakt sum gjørdi at tit taptu? ? Nei, tað haldi eg ikki vit kunnu siga. Alt liðið spældi illa, og tað er einki annað at gera við enn at leggja meira í fyri at vinna føroyameistaraheitið. Tað [...] beinanvegin, og so var einki at gera. Men hvat við verjuni? ? Nei, hon riggaði heldur ikki væl. Hon var alt ov opin. Vit royndu at mansverja Áka, men hóast tað, so slapp hann at skjóta mál, sum honum lysti [...] er hann ikki nøgdur við at tapa steypafinaluna. ? Tað er altíð keðiligt at tapa, men ein slíkan dyst og bert við einum máli, tá er tað serliga keðiligt. Helst tá ein veit, at vit kunnu spæla nógv betri
VIT eiga sum føroyingar at vera errin av hesum ungu fólkunum og skulu vit ynskja teimum tillukku. Tað er sera hugaligt at vita sær, at vit hava ungfólk, sum eiga framtíðar møguleikar innan tónleikalívið [...] eisini vert at hava í huga tann týdning, sum okkara undirvísingarskipan og tónleikaumhvørvi annars hava fyri at kunna røkka slíkum frægum úrslitum. Tað verður mangan sagt og við røttum, at undirvísingin [...] prógv um. Vit eru fá men kunnu bara vit vilja. Fortreytin er tó tann, at okkara politikarar og myndugleikar duga at síggja týdningin av at gera íløgur í skúlar tað verið seg Fiskivinnuskúlar, Musikkskúlar
Hergeir Nielsen, at besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Útjaðarin er í eini serligari støðu. Samgongan er samd um, at neyðugt er at fremja verulig tiltøk [...] sum so eisini merkir, at brúkarin rindar hetta meiri, enn neyðugt er. Til sammetingar kann nevnast, at danska Telestyrelsen verður rikin við stórum halli. ? Tekniska menningin ger, at størvini og stationerað [...] Víðari verður upplýst í fíggjarlógini fyri 1999, at eftir ætlan skal radioeftirlitið leggjast saman við Fjarskiftiseftirlitinum pr. 1. januar 2000, men at henda samanlegging ongan týdning hevur fyri net
Simonsen sigur, at tað er eitt krav, at ein bátur fylgir við hvørjum svimjara. Gott hevði tí verið, um lutakararnir sjálvir høvdu havt møguleika at fingið bát til vega. Eisini er neyðugt at hava ein fros [...] Erlendur Simonsen, sigur, at hetta er annað árið, skipað verður fyri hesum tiltaki. Í fjør svumu 16 um fjørðin. Erlendur Simonsen sigur, at tiltakið er stuðulstiltak fyri at samla pengar til svimjihylin [...] doyði, hava onnur roynt at ført ætlanina víðari. Nú er komið so mikið áleiðis, sigur Erlendur Simonsen, at grivið er út, og farið er undir rørlegging og stoyping. Svimjihylurin fer at liggja við skúlan.
Suðuroyar Sparikassa er at kalla úti av verðini. Vágbingar hava eisini roynt at fáa avtalu við Landsstýrið, men tað hevur ikki borið til. Men landsstýrið og felagið Johanna hava avtalað, at Landsstýrið skal fyrihalda [...] krónur. Samstundis varð gjørt greitt, at verður skuldin ikki goldin, verður úrtøka gjørd í felagnum. Tvs, at Johanna verður seld á tvang. Johanna hevur ongan møguleika at betala skuldina, so heldur Landsstýrið [...] fremstu fornminnum. Ístaðin fyri at kravt hana á tvang átti Landsstýrið heldur at stuðla henni við eini árligari upphædd til viðlíkahald, sigur Magni Eidesgaard. Hann sigur, at Landsstýrið stuðlar alskyns øðrum
er púrt eingin ivi um, at vit skulu hava eina lønarhækkan, sigur Karl Johansen púra avgjørdur. Karl Johansen vísir á, at úrslitið av, at lønin er so lág er, at eingin hevur hug at vera arbeiðari. ? Umstøðurnar [...] Vinther hevur sagt við Sosialin, at einki undir tíggju prosent kann koma upp á tal, hvat sigur tú til tað? ? Nú fari eg ikki at upplýsa um krøvini hjá okkum, men eg haldi at tølini, sum Ingeborg Vinther hevur [...] reiðar, at fara í verkfall, um ikki tykkara krøv koma ígjøgnum? ? Ja! Fáa vit ikki eina líkinda lønarhøkkan, so er púra eingin ivi um, at vit fara í verkfall, sigur Karl Johansen, sum leggur afturat, at einki
varð orsøkin til, at farið varð undir at gera ein sjónvarpsfilm um listamannin. Felagið Primus Film, ið hevur gjørt filmin, vónar, at tað fer at bera til at vísa filmin uttanlands, so at onnur enn vit kunnu [...] fyri bert at greina listina, valt at gera ein breiðan film, ið ikki bert vendir sær til listafólk og listakennarar, men sum tey vóna eisini kann venda sær til onnur, ið fegin høvdu ynskt at skilt meira [...] Í ein lítlan tíma ferðast vit í hugaheimi hansara og sleppa eisini at kaga inn í arbeiðskamar hansara. Í tíðindaskrivi verður sagt, at filmurin er um listamannin og stríð hansara fyri sannari og erligar
til Marjus Dam, at Fiskimálastýrið hevur havt samráðingar við norskar myndugleikar 23 mars 1999 í Keypmannahavn til tess at fáa greiðu á teimum tórføru umstøðunum hjá føroyskum skipum at fiska undir í norskum [...] føroyskari síðu var staðiliga gjørt vart við, at tað við teimum strongu hjáveiðireglunum er sera torført hjá føroyskum skipum at fiska sínar kvotur í norskum sjógvi og at ágangurin frá norsku fiskiveiðieftirl [...] ávaringar og at bæði norsk og útlendsk skip eru sektaði, varð ført fram av norska fiskiveiðieftirlitinum á fundinum, upplýsir Jørgen Niclasen. Bert við upsa Hóast føroyska sendinevndin legði áherðslu á at fáa broytt
blaðnum í gjár skrivaðu við, at tað hava verið so stórir trupulleikar at fáa spæliloyvi til ein pólverja, sum er í Klaksvík, at Fótbóltssambandið hevði heitt á FIFA um at loysa málið. Og tað gekk skjótt [...] fyrradagin, at spæliloyvini hjá teimum komu uppá pláss, og aftur í hesum førinum var neyðugt at fáa hjálp frá FIFA. Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at teir hava fleiri ferðir roynt at komið í samband [...] verið um telefonina, faksið ella teldupostin. Tí heitti FSF á FIFA um at hjálpa til, og eftir úrslitinum at døma, so megnar FIFA at fáa samband við fótbóltssambandið í krígsherjaða landinum. Í fyrradagin
vinna FM-heitið við at vinna á toftamonnum. Hetta fer uttan iva at gera sítt til, at gøtumenn fara at leggja doyðin á at »trína« toftamenn. Harafturímóti hevur B68 bara heiðurin at spæla fyri. Teir kunnu [...] tann, at KÍ fær vitjan av ÍF, so á pappírinum sær tað út til, at teir hava ein lættan dyst. Men her skal havast í huga, at ÍF hevur ein vissan likamslut í vatnskorpuni, og tí fara teir uttan iva at berjast [...] torførir at basa. Skal B36 gera sær vónir um triðjaplássi, so skulu teir vinna dystin móti NSÍ. Og sum sagt, so kann B36 eisini vinna FM-heitið við at vinna dystin í Runavík. Treytin er bara, at KÍ og GÍ