kirkjuklokkan 11.00 í morgun til Sjómansgudstænastu í Christianskirkjuni við Marjuni Lómaklett, presti. Áður hava nógv sjófólk verið til guðstænastuna og vóru hesi eisini meira enn vælkomin aftur í ár. Guðstænastan [...] hansara mideydnaðist í fyrsta umfari, men sáðið var lagt í jørðina og spratt aftur eini seksti ár seinni, og mentist hóast ovurstóran kostnað, líðingar og tár til tað, ið vit kenna í dag, og sum vit njóta [...] (Sálmabólin nr. 584 v. 4) MYNDATEKSTUR: Dorothea, upprunaliga bygdur sum prestbátur í Ónagerði á Viðareiði av Jákupi á Nesi í 1900. Í 1914 verður báturin seldur til Fugloyar og verður nýttur sum útróðrarbátur.
heimastýrið hevur góð kort í hondini, nú kortið skal yvirtakast. Eingin jokari í tí korthúsinum. Yvirtøkan kostar einki netto og kredit, siga tey. Gloymið ikki at stinga út í kortið, nú farið verður út [...] gomlu, eru prentað í Danmark. Gávukort eru yvirtikin, uttan tað eina árliga prístalsviðgjørda úr statskassanum. Korter í og til eru yvirtikin. Jú men, hvat feilar? Vit spæla fólk í korthúsi. Kort og gott [...] kunngera, hvør moggar hvørjum í Hollywood. Slíkt er umráðandi vitan í tannárunum. Hví spælir klaverið ongantíð so væl? Tí eingin dugur at stilla tað og enn minni at spæla upp á tað. Í Føroyum er bara eittans
Neyvan bleiv ST sáttmálar v.m. havt uppi á tunguni í øllum kjakinum. Ongin tosaði um at arbeiða í óðum verkum. Fíggingin av barnaansingarøkinum var í stóran mun í asfaltstudningi, vegastudningi, koyr [...] lagt út, tá vóru tað fleiri kommunur enn tað eru í dag. Tað vóru fleiri smærri kommunur enn tað eru í dag. Kommunurnar vóru júst líka ójavnar tá, sum tær eru í dag. Tað var ongin visjón fyri barnaansingarøkið [...] størri, helst bert 5-7 stk. í øllum landinum, fyri at røkja eldraøkið, eru bert undanførðslur. Hyggja vit eftir hvar trupulleikin við væntandi eldratænastum er størst, so er tað ikki í teimum smærru kommununum
koppaði. Í orkan svam hann í átta tímar í yvirlivilsisdrakt einar 7-8 kilometrar og bjargaði sær at enda í land í stórum aldubrotum. Beiggi hansara var eisini við á hesi ferðini. Báðir fóru teir í bjargingarbátin [...] bjargingarbátin, men tað tók bert stutta tíð, so fór bjargingarbáturin í smildur í ódnarveðrinum. Í eina løtu sótu teir uppi á botninum á hálvda bjargingarbátinum, men tá hesin rak móti einum bergi, har teir [...] festi eld í stearinljós, sum hann fann í smáttuni. Hann fór ikki úr yvirlivilsisdraktini, fyrr enn hiti var komin í smáttuna. Sum seinnaparturin á degnum leið, komu bjargingarfólk fram á Harald í smáttuni
fáa betri skipað viðurskifti á hesum øki. Fólkatalið í Kaldbak er rættiliga støðugt. Í løtuni eru 228 fólk skrásett í bygdini og seks í Kaldbaksbotni. Í Kaldbaksbotni eru tvinni hús. Tey hava eisini síni [...] kommuna hevur tikið í seinastuni við vendiplássi uppi á Gørðum, parkeringsplássum við kirkjuna og brúgv um Høgadalsá. Tey fegnast eisini um tann nýggja kirkjugarðin, sum er í gerð mitt í bygdini. Hann er [...] Kaldbaksfólk møttu í stórum tali til borgarafund í vikuni. Har vóru fólk í øllum aldri og áhugin fyri bygdarinnar frama var stórur. Álvarsamasta málið var óivað ferðslutrygdin. Kaldbaksfólk halda lítið
okkum umboð fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar Býráði at lesa í miðlunum, at fýra av fimm flokkum í býráðnum vilja stuðla vinnulívinum í Havn. Og vit mugu tala at. Tað er ikki í lagi, at borgarstjórin soleiðis [...] ongar heimildir at seta slík politisk átøk í verk, sum eru neyðug í einum hjálparpakka, sum vendir sær til vinnuligar fyritøkur. Mánakvøldið skipaði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu fyri einum teldufundi [...] soleiðis óbeinleiðis leggur Javnaðarflokkin í býráðnum undir ikki at vilja vinnulívinum í kommununi væl. Lat ongan iva vera um, at Javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráði, eins og Javnaðarflokkurin á Løgtingi
skuldi verið tikið við í roknistykkið, so er talan um nógv fleiri pengar, enn vit hava fingið í stuðli, sigur Bjørn Elison. Í 2011 skrivaði Umhvørvisstovan, at arbeiðið við vindmylluni í Nólsoy byrjaði sum [...] Hóast vindmylla varð sett upp í Nólsoy í 2012, so er tað bara av og á, at hon melur. Í løtuni eru tað bara átta hús, sum eru knýtt til skipanina. – Vit stýra vindmylluni manuelt, og tí melur hon ikki altíð [...] at hon skal hita fleiri hús í Nólsoy. Vit eru nakrir, ið nýta okkara frítíð til at arbeiða við hesum, og tí tekur tað tíð, sigur Bjørn Elison. Hann hevur verið í nevndini í fleiri ár, og hann hevur eisini
átti í ES-sjógvi. Síðani hevur verið eina mest talan um jólafrí hjá manningini á Norðborg. Men umborð á Eystnes vóru tveir serligir fyrstipakkar. Tá ið umboð fyri býráðið vóru á vitjan í Ruslandi í januar [...] januar mánaða í ár, lovaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri at senda teimum fisk yvir. Hetta sum eina heilsan úr Klaksvík við áminning um gott vinarlag, og at vit vóru væl havdir har yviri í januar í ár. Við góðari [...] sær av jólapakkunum til Stjórnina í Skt. Pætursborg og so eisini tann eini til borgarstjóran í Pushkin, Vladimir Omelnitsky. ##med3## Takkarkvøða Longu fyrrapartin í gjár koma skriv frá Vladimir Omelnitsky
Í nøkur ár var møguligt hjá ferðafólki, sum ætlaðu sær ta heilt stóru avbjóðingina í Sandoynni, at síga niður í Lonina vestan fyri á oynni. Gongutúrurin úr Søltuvík og norður tekur tað mesta av einum tíma [...] samanberast við at leypa út í fallskíggja, sum onkur hevur tikið til. Av eggini og niður í sjógv er Lonin, sum staðið verður rópt, umleið 300 metrar - ja, onkur sigur 304 metrar. Her uppi á bakkanum er lítið hús [...] verið niðri í Lonini, sum er stóri vøllurin einar 200 metrar niðri í berginum, sum sæst sunnan fyri á myndini, har maðurin og abbadóttirin sita ytst úti á tromini. Onkur, sum ætlaði sær niður í Lonina, hevur
fingið frá eigaranum frammanundan. Ein pallborðsfundur um ferðavinnu og gongd í haga, var fyri kortum hildin í Norðurlandahúsinum í Havn. Hevði hugsað mær at verið við til fundin, men var bundin av øðrum uppgávum [...] Almannarætturin i Føroyum snúði seg um, at samla tara í fjøru og um torvskurð. Neyvan nakað, ið gjørt verður nógv av í dag. Leggjast kann afturat at í Suðuroy var tað neyðugt at keypa rættindi til torvskurð [...] nógva umrøðu í fjølmiðlunum seinastuni tíðina. Sjónarmiðini strekkja seg langt – frá teimum, ið vilja hava, at alt er frítt, til tey sum krevja, at gamla ásetingin um, at eingin skal fara í hagan uttan