mikið at hava stór og flott hús og nýsligna grasplenu, tá ið húsini og heimini eru skralltóm, bæði so og so. - Hesi børnini føla seg mangan hálvgum kasserað, tí tey kenna ikki varman og tryggleikan, sum [...] imi, har hann varð illa forsømdur og tað kom hann sanniliga at svía fyri. Bæði foreldrini doyði í bestu árum og hjá Martin gekk bara ein veg og tað var niðureftir og tað var skjótt. Longu tá ið hann var [...] verið. Longu tá ið hann var blaðungur, fór hann at drekka og tað vant meiri og meiri upp á seg. Sum tíðin gekk var rúsdrekka ikki nóg mikið og hann fór eisini at taka rúsevni. Men nú hevur hann verið edrúur
sigur Børge við einum skálkabrosi. Tey vóru 14 og 15 ár tá, og tvey ár seinni, tá ið tey vóru 16 og 17 rann saman teirra millum. Tey giftust í 1950, og tá var teirra fyrst barn komið í verðina. – Brúdleypið [...] sæð tey so nógv, men vit hava onkuntíð verið og vitjað har. Nú er Børge eitt sindur lamin, og tað er ikki so lætt at ferðast. Men eg og Heinina tosa saman av og á, sigur Henny. Hóast tey kennast væl, hava [...] vit hava verið í Føroyum og teimum mongu uttanlandsferðunum, vit hava verið. Allar myndirnar eru í albummun, og eg havi skrivað dato á hvørja mynd, eins og hvat sæst á myndini, og hvørjir persónar eru á
hásæti Guds og lambsins” (Op 22,1) - og inn í stað teirra livandi hósdagin tann 14 august. Eivind var Sørvingur við stórum S, og eisini eyðkenda og vælklingandi málið segði frá hesum, og hóast hann flutti [...] frá foreldrum – systkjum og mongum sum fór fram har í ungdómsárunum. Tey settu búgv á Heygum og komu sostatt í slaka hálva øld – saman við øðrum - at vera okkara trúføstu og kæru grannar. Ikki kunnu [...] urtagarðinum sótu og nutu vesturskinið ella tá hann tók rabarburnar upp, hagreiddu tær so væl og gjørdu tær klárar til frystiboksina, har kundi vit sita leingið og práta um bæði leyst og fast. Men tær løturnar
einum, og semja hevur altíð verið um, at stuðla feløgunum í ymsu ítróttarbrigdunum eftir einum og sama frymli, og higartil hava vit havt ta fatan, at stórt nøgdsemi hevur verið við skipanina og upphæddirnar [...] munagott ungdómsarbeiði, og hevur felagið á henda hátt verið ein týðandi partur av teimum frítíðartilboðum, sum eru og eiga at vera til børn og ung í kommununi. Nú fráfarna nevndin í Hondbóltsfelagnum Tjaldur [...] mánadag, mikudag og fríggjadag hesa tíðina, bíða verður eftir umbótini og nýgerðini í Runavík Leikluturin hjá kommununi er at stimbra og stuðla ítróttina við góðum kringumstøðum og kørmum. Runavíkar
flogbólti og tvær í badminton, umframt at frælsur ítróttur, borðtennis, fjallasúkkling og golf hava sínar avbjóðingar í dag. Okkurt av hesum er kanska longu liðugt, tá blaðið er á gøtuni, og okkurt er [...] mesta er farið aftur um bak og liðugt, og eitt nú eru fleiri av okkara vanliga heiðursmerkjatungu ítróttargreinum lidnar við sínar kappingar. Her er talan um eitt nú svimjing og bogaskjóting, har tað í hvørjum [...] tindinum Flogbólturin hjá bæði kvinnum og monnum er aftur á tindinum, og har spurdist í minsta lagi silvur burturúr, tí bæði liðini komu í finalurnar. Hetta er óført og serliga hjá monnunum eitt stórt plástur
Winther, eiga fimm børn og fýra ommu-og abbabørn. - Vit eru bæði úr Skopun, og vit fylgdust altíð sum børn, og tá vit vóru heilt ung. Tey søgdu, at vit vóru barnaforlovaði, og soleiðis var í nógv ár. Um [...] ansar gomlum og veikum, og sættu hvørja viku arbeiðir hon úti í røktini í Sandoynni. Sum blaðung byrjaði hon at arbeiða á flakavirkinum í Skopun, og her arbeiddi hon øll tey fyrstu árini, tá hon og maðurin [...] Hvussu var og ikki, so gjørdust Fríðhild og Bjørgvin hjún, og fyri trimum árum síðan hildu tey stórt silvurbrúdleyp í Samljóði í Skopun, har heili 400 fólk vóru savnaði til veitslu. - Hann var 19 og eg 20,
loysa vandamál og tryggja skúlaverkinum. heilsuverkinum og almannaverkinum góðar umstøður til tess, at ung og gomul og sjúk og brekað fáa trygg livikor í Føroyum. Uttan óneyðugt kjak og klandur mugu løgmaður [...] øvund og idiotisk nalvaskoðan hava sett og seta áhaldandi djúp og greflig spor. Tað tykist, sum føroyingar eru vorðnir avskildraðir í básar: Tey (há)mentaðu. Rættir føroyingar (politiskt frelstir). Og – hini [...] marru. (2) Vanligt vit og skil. (3)Politikarar í meginfyrisitingini við løgmannni og landsstýrisfólkum mugu vera virðilig umboð Føroya fólks bæði úti og heima.(4) Karakterstyrki og vilji eru sjálvsagdir
verður nevnt Listagilið. Tey gomlu virkishúsini og verksmiðjurnar hýsa nú ymsum lista- og mentanarvirksemi bæði til framsýningar og beinleiðis luttøku fyri ung sum eldri. Broytingin verður hildin at hava hepnast [...] Akuroyri og Tórshavn eru av somu stødd og í nakað somu støðu á so mangan hátt. Skal fólkið støðast og fjølgast er neyðugt alsamt at menna møguleikarnar í vinnulívi, útbúgving, mentunarlívi og frítíðarlívi [...] fyri og annað eftir, og tí vóru akuroyringar ikki rættiliga uppi í dansinum, sum fekk so álvarsamar avleiðingar fyri Ísland. Teir vóru longu av álvara farnir undir at menna møguleikarnar í býnum og hildu
kvinnur og menn, enn millum ymiskar politiskar flokkar – borgarligar og sosialistiskar. Kvinnur raðfesta mál sum skúla, barnagarð, mentan og heilsu- og almannamál hægri enn vinnumál, vegir og annað by [...] hoyrdu vit sostatt løgmann siga, at tá ein ung kvinna situr uttanlands og umhugsar at flyta heim aftur, skal hon síggja land okkara sum ein miðdepil við góðum og vælvirkandi vælferðartænastum. Spurningurin [...] landnámið hava búð í Føroyum, eru teirra avrik og eginleikar at kalla ósjónlig í søguskriving, í tjóðarskaldskapi og eyðsýniliga eisini í høvdinum hjá løgmanni og hjá teimum, sum ráðgeva honum í at skriva røður
stevnu skulu verða børn og ung, sum hava nátt eitt hægri støði innan tónleikin. Fólkatingið skal lata pening til stevnuna, og mentamálaráðið skal útgreina, hvør kann taka lut, og hvussu peningurin skal [...] Børneparlamentet koma úr øllum danska ríkinum, og tingmannabýtið verður so at siga tað sama sum í Fólkatinginum, t.v.s. tveir limir úr Føroyum og Grønlandi, og so er restin býtt javnt um alt Danmark. Ikki [...] fóru saman við lærara sínum, Eyðolvi Dimon, beinan vegin at arbeiða við hesum, og tá ið freistin til at lata uppskot og fyrispurningar inn, var úti um mánaðarskiftið, vóru næmingarnir í 8.b. komnir við