Týska løgreglan hevur sett eina kanning í verk, eftir at ein veiðimaður seinnapartin í gjár fann part av einum mannakroppi nærindis Glücksburg í Týsklandi. Umrødda skógarøkið liggur beint við markið millum [...] millum Týskland og Danmark, og mannakroppurin varð pakkaður inn í plastik, veit løgreglan í Flensburg at siga í tíðindaskrivi. - Við atliti til umstøðurnar kring tað, sum er funnið, er illgruni um, at ein [...] løgreglan aftrat. Løgreglan í Flensburg leggur aftrat, at motivið fyri brotsverkið, og hvør hin deyði er, er partur av kanningararbeiðnum hjá løgregluni. Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at umleið 40
kjarnorkustovninum (IAEA) hava funnið nøkur tons av kjarnufysiskum tilfari á einari støð í Sýria, sum hoyrdi til fyrrverandi Assad-stjórnina. Leiðarin í IAEA, Rafael Grossi, rósar sýrisku myndugleikunum [...] kallar støðina "... ein partur av arvinum" eftir fyrrverandi stjórn landsins. Uttanríkisráðharrin sigur, at tilfarið verður varðveitt í Sýria, men verður undir eftirliti av altjóða kjarnorkustovninum. - [...] tons av kjarnufysiskum tilfari, sum kann misbrúkast, sigur Rafael Grossi. Sambært sýriska uttanríkisráðharranum, Asaad al-Shaibani, søgdu sýrisku myndugleikarnir IAEA frá um støðina miðskeiðis í juli,
Klokkan 19.40 í gjárkvøldið varð boðað frá eini grind út fyri Boðaes yvir við Strond í Havn. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um eina lítla grind. Men framvegis verður mett, at havnarfólk [...] havnarfólk hava nóg mikið av grind aftan á stóru grindina, sum var í Havn 27. mai. Tí varð avgjørt at lata grindina sleppa. Annars hevur verið sera friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.
Har slapp hann at sova rúsin av sær, og málið hevði ongar aðrar avleiðingar. Løgreglan steðgaði einum bilførara í Suðuroy, sum er undir illgruna fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka. Bilførarin varð [...] Løgreglan hevði eisini eina uppgávu í Havn í gjárkvøldið, har ein maður órógvaði skilhaldið. Sambært vakthavandi var maðurin so drukkin og ófantaligur, at løgreglan valdi at taka hann við á politistøðina [...] við til blóðroynd, sum nú skal staðfesta, um promillan var ov høg. Málið verður avgreitt, tá úrslitið av blóðroyndini fyriliggur.
Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag, og í báðum førum gjørdist talan um sigrar. Árni Nóa Atlason (myndin) og Ári Olsen fingu báðir fulla spælitíð, tá lið teirra, Vendsyssel [...] Esbjerg. Harald Tangen legði Vendsyssel á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tá eitt lítið korter var leikt av seinna hálvleiki økti tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn Pedersen til 2-0. Hetta var annar [...] rað hjá Vendsyssel FF, ið er nummar seks í deildini við átta stigum. Fyri leikligu avrikini fær Ari karakterirnar: 7,7 frá Soccerstand og 7,5 frá Sofascore (av 10 møguligum). Árni Nóa fær karakterin: 7
so streyk bólturin millum allar og í málið. Tá ið tap var í hendi, sá tað út til, at hetta var úrslit, sum av álvara var við til at draga B68 nærri niðurflytingini, og í meiri enn ein tíma avrikaði 07 Vestur [...] á Svangaskarði hittast at venja í morgin. Hjá Tór-Ingar Akselsen snýr tað seg um at sannføra sínar menn um, at teir í næstan 70 minuttir í dag avrikaðu sum tað er liðið í bestu deildini verdugt. Fríggjadagin [...] bríkslað fyri síðstu ferð á Svangaskarði í kvøld. Máltalvan vísir 2-1 til heimaliðið, og tað er einki at siga til, at tað er stórur fagnaður í B68 leguni, og at tað í 07 Vestur leguni er øgiligt vónbrot. B68
framhaldandi at leiga teir. Fleiri verkætlanir í gongd Fróði Sigvardsen sigur, at hann hevur í løtuni fleiri verkætlanir, bæði grundstykki og bygging av íbúðum, handilsbygningum og skrivstovubygningum [...] hevur fleiri bygningar í Eysturoynni. Nýggja eigarasamansetingin kann tí geva Eysturlon fleiri møguleikar framyvir. Ein av møguligu verkætlanunum er íbúðarbygningurin við Heygsvegin í Havn, har stoypiarbeiðið [...] sum stjóri í íløgufelagnum Tjaldri og Reyniservice og Auto Service. Teir hava stovnað íløgufelagið SR Invest, sum hevur keypt Eysturlon Sp/f. Feløg hjá teimum báðum eiga hvør sína helvt av SR Invest. –
skjótt at fáa nógv ferðafólk og manning trygt av skipinum í einari neyðstøðu. Støðin er samansett av einari uppblásiligari skakt, sum leiðir beinleiðis niður í stórar bjargingarflakar, sum liggja á sjónum [...] MES-støðirnar á Smyrli verða dagførdar frá í morgin 8. september til 23. september 2026. Strandferðslan boðar frá, at í hesum tíðarskeiðnum verður ferðafólkatalið á Smyrli avmarkað, so at hann bert hevur [...] ferðaætlanina hjá Smyrli. Mikudagin 16. september og mikudagin 23. september verða túrarnir av havnini kl. 08.45 og av Krambatanga kl. 11.30 ikki sigldir. Ein MES-støð (Marine Evacuation System) er eitt savningar-
Sunnudagin var hátíðardámur í Hvalvík, tá ið Tummas Lykke Kannuberg varð skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann tekur við eftir Jákup Erlingsson Petersen, sum [...] urguleikarin skrivað preludiumið: Parafrasa yvir ‘Í Sundalagnum ein sólskinsdag’. Hvalvíkar kirkja er hin elsta av teimum sokallaðu gomlu trækirkjunum í Frøoyum, bygdar um sama mundið. Serligt við Hvalvíkar [...] sum stóð úti á Reyni í Tórshavn. Á hesum prædikastóli hava navnframir sum Lucas Debes og Kristian Osvald Viderø áður staðið. Lucas Debes var prestur í Suðurstreymi seinnapartin av 17. øld, meðan Viderø
at leita eftir brúkiligum tilfari í donskum bókmentum, ið kundi verða til ein film við queer sum evni. "Manor" var heilt vist besta boðið, sum eisini rópti til himmals í filmiskari styrki - og hey, hesa [...] hugsað og staðsett langt burturi frá meginlandsmentanini, á sama hátt sum Bram Stoker pallsetti Dracula í Transsylvania. Føroyar, henda frumkenda søgnin, trúarheimurin og ferðin hjá eini móðir, at skilja sonin [...] hóast Egor og Pilou manna høvuðsleiklutirnar, so er tað Sofía, ið er hin veruligi høvuðsleikluturin, tí av øllum er hon tann, ið mennist og broytir seg mest. Ævintýrið hjá H.C. Andersen "Søgan um eina móðir"