oljuútreiðslunum. - Oljugjaldið hevur alla tíðina hingið sum eitt tvíeggjað svør yvir fiskimonnum síðani 2005, tá tað kom inn í sáttmálan gjøgnum eitt protokollat. Tað hevur verið nýtt til at leggja trýsta [...] reiðararnir ganga eftir, og einki gjøgnumskygni. Felagið hevur brúkt nógva orku upp á at kanna, um manningargjaldið fyri oljuna fer rætt fram. Úrslitið hevur í fleiri førum verið, at tað fer tað ikki. Lagt verður [...] hava ikki ráð til at rinda part av rakstrinum av skipunum. - Eftirmetingar, sum Fiskimannafelagið nú hevur gjørt, vísa, at frammanundan hart fyrispentu fiskimenninir missa í tíggjutúsundavís av krónum um árið
valinum hevði undirtøku frá 57,8 prosentum av veljarunum, nú hevur undirtøku frá 51,6, og at andstøðan, sum hevði undirtøkur 42,2 prosentum nú hevur undirtøku frá 48,4 prosentum. Tað vil við øðrum orðum siga [...] Føroya Løgtingið, hóast hon missir tveir tingsessir til andstøðuna. Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevur størstu afturgongdina. Flokkurin missir 2,9 prosentstig í mun til løgtingsvalið í fjør og ein tingsess [...] í juli, tá flokkurin einans fekk undirtøku frá 15,7 prosentum av veljarunum. Tjóðveldisflokkurin hevur størstu framgongdina í veljarakanningini. Flokkurin fær 21,8 prosent, sum er ein framgongd í mun til
Hesa seinasta tíðina hevur ALS gjørt nógv burtur úr at førleika menna arbeiðsleys. Men tað var ein ávís hending, sum serliga setti ferð á hendan partin av virkseminum hjá Arbeiðsloysisskipanini. - Tað [...] vit, at ALS skuldi ikki longur bara verða ein skipan, sum bara rindar pening ut til arbeiðsleys. Tí hevur ALS hesa seinastu tíðina gjørt nógv fyri at førleikamenna arbeiðsleys við undirvísing og starvsvenjing [...] fólk, sum vilja sigast úr starvi. - Men tað er dýrt, tí nú eru 10 daga bíðitið at sleppa í ALS og hevur tú sjálvur sagt teg úr starvi, er bíðitíðin ein mánaði. - Somuleiðis eru karantenurnar herdar fyri
næstan síðan tey komu heim frá Rødbygaard í Danmark. Teirra búfelagsskapur hevur virkað væl, og vit hava havt ta fatan, at væl hevur verið tikið sær av teimum. Hví ikki geva teimum frið at búgva saman og lata [...] Tórun Poulsen, avvarðandi. Mótmæla Tey avvarðandi hjá øllum fimm búfólkunum hava mótmælt, men einki hevur hjálpt. Tey avvarðandi hava verið á fundi við Petru Jónsdóttir, stjóra í Nærverkinum. Á fundinum fingu [...] fund við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Tey avvarðandi vísa á, at Almannaverkið hevur brotið grein 19 í ST-sáttmálanum, sum sigur, at øll fólk hava rætt til sjálvi at gera av, hvar tey
nevnd, sum hevur útvalt trý nøvn til hvønn heiður. Síðani skulu allir liðskipararnir og venjararnir, umframt fjølmiðlarnir velja hvør skal fáa heiðurin sum ársins leikari og so víðari. Nevndin hevur eisini [...] sum eisini verður kunngjørt á gallatiltakinum. Nógvar meiningar Tað er altíð torført at velja hvør hevur verið best í føroyskum fótbólti, tí vit hava ikki somu møguleikar sum aðrastaðni, har møguleiki er [...] vikuskiftið. Tað vil tað altíð verða ymiskt hvussu eyguni síggja – serliga í Føroyum. Størst áhuga hevur helst heiðurin ársins leikari. Her eru fleiri umboðið hjá bæði kvinnum og monnum. Hjá monnum eru teir
Hentze. Vit í AB eru sera fegnir um at leingja sáttmálan við Sámal Erik, hann hevur verið her í hálvttriðja ár og hevur bygt eitt gott lið við ungum argjadreingjum upp. Vit mugu fáa umleið tríggjar royndar [...] Argja Bóltfelag hevur longt sáttmálan við 1. deildar venjaran Sámal Erik Hentze. AB setti seg í samband við Sámal Erik í 2010 um at fáa hann at koma út á Argir. AB skrivaði sáttmála við Sámal Erik fyri [...] um vit hava havt bæði upp og niðurtúrar í hesum kappingarárinum, eri eg sannførdur um, at hettar hevur verið við til at ment serliga teir ungu leikararnar. Tá eg kom til felagið var ynski frá felagnum
EB/Streymur hevur leingi verið favorittur at vinna meistaraheitið, men við javnleikinum móti KÍ í gjár, so er tað ikki longur upp til felagsliðið at gerast meistarar. Við sigri á NSÍ hevur ÍF nú yvirtikið [...] hava tey leingi verið oddalið, men nú bara trý umfør eru eftir, so hevur ÍF yvirhálað felagsliðið. Liðini hava eins nógv stig, men ÍF hevur eina málúrtøku, ið er níggju mál betri. Tað er óhugsandi, at EB/Streymur [...] KÍ í góðar álopsstøður og millum annað Páll Klettskarð er nær minst tvær ferðir. Seinastu løtuna hevur KÍ alt spælið og mundu verða vónsviknir av at vera aftanfyri, tá Lars Muller bríkslaði fyri seinastu
Ein nýggjur kommunubygnaður hevur verið á skrá leingi, men lítið og einki er hent seinastu 20 árini. Tosað hevur verið um at leggja ábyrgdarøki út til kommunurnar, eitt nú eldraøkið og skúlaøkið [...] Gamaní hava fleiri kommunur sjálvbodnar lagt saman, men tað hevur einki við politikkin hjá teimum skiftandi landsstýrunum at gera – tað hevur verið gjørt av skynsamum og uppløgdum orsøkum, sum [...] kommunurnar halda fram við tí meira ella minni tilvildarliga samanleggingarpolitikkinum, sum hevur verið framdur seinastu árini. Og tað er spell, tí best var um leisturin var skilagóður og greiður
har heimaliðið vann 3-0, og harvið er Víkingur á fimta plássi. HB hevur við einstakum undantaki leingi verið sera sannførandi, og tað hevur borið liðið fram á fjórða plássið. Í kvøld vitjaði HB við Margáir [...] 07 Vestur hevur í dag tryggjað sær pláss í bestu deildini næsta ár. Vágamenn vitjaðu á Svangaskarði, og teir fóru vestur aftur við 4-1 sigri. Veteranarnir Tór-Ingar Akselsen og Jovan Panic skoraðu tvey [...] tveimum teimum síðstu umførunum er greitt, at einki av hinum liðunum kann røkka 07 Vestur, sum harvið hevur vunnið gull og uppflyting. Steðgurin hjá 07 Vestur í næstbestu deildini var í hesum umfarinum bara
Coronasmittan hevur sent nógv fólk í sóttarhald, men COVID-19 spyr ikki eftir um tú ert ríkur ella kendur. Fyrr í dag boðaði heimskenda sjónleikaraparið, Tom Hanks og Rita Wilson, frá at tey eru smittaðaði [...] spælararnir hjá Real Madrid eru eisini í sóttarhaldi, eftir at ein kurvabóltsspælari frá Real Madrid hevur fingið staðfest smittuna. Kurvabóltsspælararnir og fótbóltsspælararnir venja í somu venjingarstøðini [...] Manchester City í Champions League útsett. Leicester City, sum vann enska meistaraheitið í 2016, hevur í dag boðað frá, at tríggir spælarar í hópinum hava tekin um coronasmittuna. Her verður væntað, at