fýra íbúðum. Sniðið verður við íblástri frá siðbundu føroysku húsunum, og Norðsetur fer at standa fyri sjálvari byggingini. Sagt verður, at nú sáttmálin er undirskrivaður við Nes kommunu, fer Sp/f Lund
eftir stóra tilflytarastreymin. Millum annað hevur italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, stúrt fyri, at fólkini kunnu ferðast víðari norður í Evropa. Ceuta er tó ikki partur av Schengen-samstarvinum
vístu radarar, at dronan kom inn í Rumenia úr grannalandinum Moldova umleið 24 kilometrar norðan fyri býin Galati í landsynningspartinum av landinum. Dronan varð skotin niður klokkan 05.01 lokala tíð
í ár, og fáar dagar seinni varð tað doypt í Venezia. Viking Mira hevur 499 ferðafólkakømur og rúm fyri upp í 998 ferðafólkum. Skipið er 54.300 bruttotons og siglir sítt fyrsta ár í Miðjarðarhavinum og
Kharg liggur í Persaflógvanum umleið 30 kilometrar úr iransku strondini. Oyggin hevur stóran týdning fyri iranska oljuframleiðslu og oljuútflutning. Mánanáttina almannakunngjørdi amerikanski forsetin, Donald
Rumenia tók í dag eitt sjáldsamt stig fyri at tryggja kølingina av einasta virkandi kjarnorkuverkinum í landinum. Við einari stýrdari spreinging varð ein klettur í Donau sprongdur burtur, so meira vatn [...] hjá Renault, sum framleiða Dacia- og Ford-bilar, samtykt at steðga framleiðsluni fram til 19. august fyri at minka um orkunýtsluna. Donau er næstlongsta áin í Evropa og rennur ígjøgnum tíggju lond.
hana vera nøktandi. – Føroysku vaktar- og bjargingarskipini Brimil og Tjaldrið hava stóran týdning fyri okkum sum fiskivinnutjóð bæði í sambandi við eftirlit og bjarging, vísir Eirikur í Jákupsstovu á í
spyr, um Sjúkrahúsverkið nú er liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum skulu til fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon vil eisini hava at vita, um [...] summarfrítíðini í ár. – Nú summarferian er farin aftur um bak, loyvi eg mær at seta henda fyrispurning, fyri at vita, hvør støðan er í hesum máli, skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í viðmerkingunum til
tveir kilometrar, men sambært honum hava tey stóran týdning fyri ferðsluna í bygdini. Annað strekkið gongur frá avkoyringini á Ovaravegi oman fyri skipasmiðjuna og oman gjøgnum Skála. – Har er vegurin í sera [...] ferðsluna oman á vinnuøkið. Hitt strekkið er uttasti parturin av Skálavegi, frá Gjógvará beint uttan fyri bátahylin og suður úr bygdini. Eisini hetta strekkið er sambært løgtingsmanninum í sera ringum standi
leggja verklagslóg fyri Løgtingið, áðrenn verkætlanin kann bjóðast út. Ein av hægstu farleiðunum Í fyrispurninginum verður Vestmannatunnilin lýstur sum ein týðandi samferðsluverkætlan fyri Vestmanna, Norð [...] prosjektera tunnilin. Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot um verklagslóg fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, og um ætlanin er at raðfesta Vestmannatunnilin frammarlaga í nýggju [...] millum annað vera brúktar til at kanna ymiskar møguligar loysnir og jarðfrøðina. Á fíggjarlógini fyri 2026 eru 2,4 milliónir krónur settar av til at halda fram við fyrireikingunum av nýggju farleiðini