vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at greiða frá, hvussu langt fyrireikingarnar av einum tunli til Vestmanna eru komnar. Í einum skrivligum fyrispurningi eftir grein 52a í tingskipanini spyr hann Jacob [...] ðurin ætlar at leggja uppskot um verklagslóg fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, og um ætlanin er at raðfesta Vestmannatunnilin frammarlaga í nýggju langtíðarløguætlanini hjá landinum. 2,4 milliónir játtaðar [...] a tunnilin í 2019. Síðan 2022 skulu játtanirnar millum annað vera brúktar til at kanna ymiskar møguligar loysnir og jarðfrøðina. Á fíggjarlógini fyri 2026 eru 2,4 milliónir krónur settar av til at halda
Ágóðin av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti fer hesa ferð til áhugafelagið CP Føroyar. Liðini, ið møtast í dystunum um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum [...] drúgvastar, og í báðum førum var VÍF næsti avbjóðarin. Og hjá monnunum, ið spæla sunnudag klokkan 18, møtast Kyndil og H71. Hoyvíkingar royndust í fjørvetur bestir av øllum og vunnu greipuna, tí bæði í Burn-kappingini [...] umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst. Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin klokkan 16 millum Kyndil og VÍF. Kyndilskvinnur vunnu greipuna, tí bæði í SMS-kappingini og í Faxe
Tíðindaskriv: Í kvøld, 4. september kl. 21.00, fáa vit vitjan av einum av royndastu fólkatónleikabólkunum í Føroyum, tá Spælimenninir fara á pall í Listastovuni. Spælimenninir hava spælt kring landið síðan [...] síðan 1974 og hava sostatt meira enn hálva øld av tónleiki og samanspæli við sær. Síðan 1977 hava teir eisini ferðast nógv uttanlands – serliga í Evropa og USA – og eru helst millum teir føroysku bólkarnar [...] áðrenn aldarskiftið. Tónleikurin er fjølbroyttur, lættur og undirhaldandi fólkatónleikur, borin fram av drúgvum royndum og einum samanspæli, sum er ment gjøgnum mong ár. Spælimenninir eru: Lars Kristensen
Í kvøld var fyrsti dystur í 18. umfari í Meistaradeildini hjá monnum. Hann var á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur vann 3-2 ímóti EB/Streymi. Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur flytur av 10. og aftasta [...] hann verið millum teir fyrstu ellivu – bæði í 2-1 tapinum á Toftum og aftur í kvøld. Ímóti EB/Streymi var hann í fyrra hálvleiki tvífaldur málskjútti, og higartil í ár hevur hann skorað fýra mál, og harvið [...] 25 ára gamli svenski álopsspælarin kom í fjør til 07 Vestur. Hann hevur nú sambært FaroeSoccer spælt 29 dystir í Meistaradeildini, og hann hevur skorað 9 mál. Í kvøld legði hann heimaliðið framum 1-0,
stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. Knøpp 660 vóru bert tøk av og á, og fastbúgvandi fólk vóru skrásett á adressunum. Hini 541 vóru tøk meginpartin av tíðini, og eingin var skrásettur at búgva á adressunum [...] vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum av tí slagnum, sum føroyska uppskotið gevur kommununum heimild at seta. Noreg hevur tó ásett dagamark fyri stutttíðarútleigu av íbúðum í eigarafeløgum. Føroyar kunnu sjálvandi [...] og gjørt stórar íløgur í áliti á galdandi reglur. Tí eigur at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað
venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum, umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum. Í verandi trygdarpolitiska landslagnum [...] viðvíkja Føroyum, verða tiknar í Føroyum, og at átøk, ið viðvíkja Føroyum, verða framd í tøttum samstarvi við myndugleikarnar í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum [...] Á fundi í Tinganesi umrøddu teir, hvussu verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður
við í átakinum. Løgreglufólk hava flogið við dronu í fleiri tímar yvir búðarøkinum. In.fo hevur verið í sambandi við Føroya Politi, sum váttar, at »ein hending er í Fuglafirði«, men løgreglan kann í løtuni [...] løtuni ikki siga meira um, hvat er hent – og fer heldur ikki at greiða nærri frá í kvøld, verður upplýst av politistøðini í Havn. Vegurin, har hendingin fór fram, hevur eisini verið sperraður, og fólk sluppu
bótina skal dálkarin eisini rinda útreiðslurnar av at rudda dálkingina upp. Er talan um tilætlaða dálking ella grovt ósketni, kann revsingin verða nógv strangari, í ringasta føri upp til tvey ára fongsul. [...] verður nú kannað nærri, og sambært løgregluni verður ábyrgdin vanliga løgd á tann, sum hevur ábyrgdina av bunkringini. Tað kann vera skiparin, maskinmeistarin ella annað fólk úr manningini. Bøturnar fyri
Seinnapartin í dag vistu grønlendskir miðlar at siga, at stórur eldur var í skúlanum í grønlendska býnum, Maniitsoq. Skúlin kallast Atuarfik Kilaaseeraq. Grønlands Politi heitti á borgarar í býnum um at [...] seinnapartin í dag. Hann dugdi ikki at siga, hvussu langa tíð átakið at sløkkja eldin í Maniitsoq fór at vara. - Skúlin var undir renovering, og eldurin kann vera íkomin í samband við brenning av takpappi
liðfelagarnir í Bergsøy fyrsta kappingardystin í hesum kappingarárinum. Á útivølli spældi Bergsøy - sum spælir í bestu norsku hondbóltsdeildini - dyst móti Gloppen úr triðbestu deildini í dysti í norsku st [...] steypakappingini. Bergsøy vann seg trygt víðari í steypakappingini. Dysturin endaði við risasigri 41-14 til Bergsøy. Í steðginum var støðan 21-6. Ovi skoraði fýra mál og Pauli skoraði trý mál. Komandi leygardag [...] leygardag klokkan 17.15 leggur Bergsøy fyri í bestu norsku hondbóltsdeildini. Tá fáa Pauli, Ovi og liðfelagarnir vitjan av Kolstad.