í 1924 og gjørdist vrak. - Vrakið gjørdist okkara besta spælipláss, tá vit vóru dreingir í Hvalvík. Dekkið varð tikið úr, og vit sigldu inni í henni við flakum og tunnubátum, leggur hann aftrat. [...] gjár var Sverri Láadal framvið hjá Gerhardi Lognberg, fyrrverandi borgarstjóra í Skopun. Ørindini vóru at handa Gerhardi ein stóran nagla, ið er av sluppini, Golden Harp, sum hevur ligið sokkin á Hvalvíkini
á Íslandsryggin fyri at leita eftir djúpum ráki av køldum yvirflotssjógvi tvørtur um Ryggin, hava vit nú beinleiðis mátingar av, hvar tann djúpi yvirflotssjógvurin fer tvørturum. Áður hava streymmátingar [...] um 2003-2005, og vístu tær skiftandi rák niðri við botn millum yvirflotssjógv og atlantssjógv. Tí vóru mátingar gjørdar í 2016-2017 tætt við Ísland, í eini rennu, sum verður kallað ”Western Valley”. Greining [...] ovaru løgunum var so hart, at tað forðaði yvirfloti at fara tvørtur um Ryggin. Í hesi somu greining vóru ábendingar um, at yvirflotið møguliga kundi fara tvørturum mitt á Rygginum. Atlantssjógvur ger eitt
kovi í longdini. Í Føroyum elska vit fiskivinnukjak og at fara í tottarnar á hvørjum øðrum: politikarar, fiskimenn, reiðarar, serfrøðingar og onnur. Sum oftast koma vit til ta niðurstøðu, at tann eini parturin [...] fiskiskap, meðan hin lenar seg móti frágreiðingum um sveiggjandi náttúru. Vit skulu veiða, men ikki oyða, sjálvsagt. At síggja til hava vit ongantíð komið til nakra semju ella politikk, sum riggar. Eg havi ongantíð [...] sera løgnan atburð. Eisini hýsa og toskur vóru ávirkað. Fiskurin svam í klingur, á liðini, og summir fiskar svumu beinleiðis upp á land. Skúm og “slipa” vóru at síggja á sjónum summastaðni. Tá fiskurin
sunnudagin kyknaði eldur í skúlanum í grønlendska býnum, Maniitsoq, og hetta hendi, meðan arbeiðsmenn vóru í holt við at dagføra skúlan. Hildið verður eisini, at eldurin kyknaði í samband við arbeiðið at tekja [...] skúlans, helst hevur fingið vatnskaðar undir sløkkiarbeiðnum - og møguliga eisini av sjálvum eldinum. - Vit kunnu ikki lova, at skúlin stendur klárur at lata uppaftur í juni 2027, og tí noyðast næmingarnir helst
á Hotel Brandan. Vit høvdu egnan buss við góðum førara og sera dugnaligum ferðaleiðara. Koyrt varð víða um í Føroyum, og her fingu vit nógv at vita, bæði søguligt, mentanarligt, og vit upplivdu vøkru føroysku [...] og henda dagin vóru tey eisini rættiliga víða. Fyrst varð koyrt til Tjørnuvíkar. - Her hugdu vit okkum um í fornu bygdini. Síðan varð farið á kafé hjá Hans Esbern og konuni. Meðan vit drukku kaffi afturvið [...] Vinding-vinkonur vóru ovfarnar av fantastiska skúlanum og frálæruni, sum her er. Áðrenn farið varð aftur til Havnar, varð vitjað á Café Fríðu. - Tá vit komu aftur til Havnar, hildu vit 60 ára veitslu við
At vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum, og at samfelagið skal geva øllum góðar og javnar møguleikar. Hann var eisini upptikin av, at tað skuldi bera til at liva og virka kring alt landið. Hetta vóru sjónarmið [...] myndin omanfyri er frá. Tá vóru 56 ár liðin, síðan tann 20 ára gamli Hans Jørgensen var við til at stovna SU og varð valdur skrivari í fyrstu nevndini. Nú Hans er farin, minnast vit ein mann, sum gjørdist [...] gjørdi hann nógv burtur úr arbeiðinum fyri bypasssjúklingar og var altíð fúsur at tosa við onnur, sum vóru komin í somu støðu. Og Hans helt fram at vera virkin í Javnaðarflokkinum so leingi, sum heilsan loyvdi
blóðsukrið og kolesterolið nógv lægri, enn tey vóru frammanundan Ein týðandi partur av arbeiðnum hjá Reyða Krossi er at hava eina skipan við vitjunarvinum til eldri. Vit hava tosað við tveir vitjunarvinir, Johan [...] eldrarøktinum komin í ringt og tað er eitt mál, myndugleikarnir eiga at taka upp. Samstundis vísa vit á útrokningar sum vísa, at hesi næstu árini er tað neyðugt at byggja eldrastovnar fyri 1,2 milliard
javnt býtt kring landið. Ein uppgerð hjá Akstovuni vísir, at 43.504 akfør vóru skrásett í Føroyum 1. september 2026. Av teimum vóru 28.562 persónbilar. Tá ið akførstølini verða samanborin við nýggjasta hóskandi [...] Tann 1. juli 2026 búðu 48 fólk í Fugloy – 18 í Hattarvík og 30 á Kirkju. Men tveir mánaðir seinni vóru 58 akfør skrásett í oynni. Tað svarar til 1,21 akfar fyri hvønn íbúgva. Fugloy er sostatt einasta [...] millum annað tíggju viðfestivognar, fimm ellisakfør, fýra prutl og fýra vøruvognar skrásett. Hyggja vit bara at persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið
frásøgnini fylgja vit monnunum, eftir at teir komu til lands í Íslandi. Túrurin inn til strondina var vandamikil, og sjálvt tá ið teir vóru komnir inn um fjørðin, var langt frá vist, at teir vóru slopnir úr neyðini
og flennur. Sendingarnar vóru tiknar upp frá apríl til juni. Upptøkur vóru tvær ferðir um vikuna, og tað vóru langir dagar. ##med4## - Vit byrjaðu klokkan 7 um morgunin, og vóru ofta ikki liðug fyrr enn [...] luttakararnir hava fingið eitt serligt samanhald. - Eg havi fingið nógv góð vinaløg, vit hava havt tað gott saman líka síðani vit møttust til upptøkuroyndirnar. Umfatandi upptøkuroyndir Tað komu heili 5000 umsøkjarar [...] enn hinar, men hon smakkaði betri enn fleiri av køkunum sum vóru meira pyntaðar. Tey skuldu upp at fortelja um kakuna, hvørji tey sjálvi vóru, og hvør yndis luttari teirra var. - Hetta kom púra óvart, og