møguleika at finna loysnir sjálvar. Tað er tann besta loysnin, segði løgmaður. Men hann legði samstundis afturat, at um einki er hent, tá hetta kommunala valskeiðið er liðugt (í 2028), kann landið taka stig [...] ##med2## – Eg veit ikki, um tað endiliga skulu vera sjey kommunur. Tað týdningarmiklasta er, at tær eru sterkar, segði løgmaður við Sosialin. Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, er tó ósamdur í hesi tilgongdini [...] Harvið hómast eitt politiskt orðaskifti um framtíðar kommunuskipanina, har landsstýrið letur upp fyri møguleikanum at seta krøv um samanleggingar, meðan í hvussu er ein borgarstjóri staðiliga mælir frá,
num RÚV. – Eg síggi hetta ikki sum eitt afturstig. Eg síggi tað sum ein sigur fyri fólkaræðið. Meira enn 80 prosent av fólkinum tóku lut í einari fólkaatkvøðu um eitt mál sum hetta, segði sosialdemokratiska [...] fólkaatkvøðuni um ES eitt afturstig. Hon kallar tað heldur ein sigur fyri fólkaræðið. Tað skrivar tíðindastovan AFP, eftir at íslendingar hava atkvøtt um, hvørt landið skuldi taka samráðingarnar um limaskap [...] steðgaði tó í 2013, tá ein stjórn, sum var meira ivasom um ES, tók við. Í 2015 bað Ísland um ikki longur at verða mett sum umsøkjaraland. Umsóknin er kortini ongantíð formliga tikin aftur við góðkenning frá
Bjørgfinnur Nielsen hevur í nógv ár savnað søgurnar um føroysku lyftisteinarnar. Hann hevur skrásett og kannað meira enn hundrað høv og veit søguna um fleiri av monnunum, sum skuldu hava roynt seg við teimum [...] sterkasta manni i Eysturoy. Men Bjørgfinnur er ikki sjálvur farin kring landið at lyfta steinarnar. Tað eru frásagnirnar, fólkaminnini og spurningurin um, hvat er søgn og hvat kann hava verið veruleiki, sum [...] manninum, sum var við til at kveikja áhuga hansara fyri høvum og søgum. Les alla søguna í Sosialinum hetta vikuskiftið. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos
m og biðja Løgtingið um pengar, meðan Landsverk er byggiharri. – Hesin skilnaður millum ábyrgd og myndugleika hevur víst seg ikki at rigga nóg væl, stendur í svarinum. Ætlanin er tí, at hvørt aðalráð sjálvt [...] hvat nýggja skipanin fer at kosta Landsstýrismaðurin kann tó ikki siga, um nýggja skipanin verður bíligari. – Tað er ilt at meta um, hvør kostnaðurin verður av at fyrisita landsins bygningar og bygging, [...] Hon hevur spurt um byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki í sambandi við ætlanina at býta verandi byggideild sundur. Landsverk hevur síðan 2001 verið byggiharri á meira enn 500 byggi- og an
teirra á nýggju føðideildini. Um tú hevur tørv á at tosa við vakthavandi ljósmóður eftir kl. 10 týsdagin 1. septembur, so ringir tú enn sama nummar - 304500 - og biður um vakthavandi ljósmóður. So taka [...] miðvísa arbeiðinum hjá Landssjúkrahúsinum at menna og framtíðartryggja heilsutænastuna. Málið er at skapa enn betri karmar kring arbeiðið og harvið geva bæði starvsfólkum og sjúklingum eina góða uppliving [...] upp í 1924 – tá nevnt Dronning Alexandrines Hospital – og fer nú at húsast í nýggjum umstøðum á H2. Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga á facebook. Seingjardeildin flytur nú í nýggjar føðistovur
Skånela. Sostatt gjørdist talan um ein samlaðan 77-55 sigur. Eisini í dag slapp Skånela undan dystinum at skjóta seks brotskøst. Tær settu fýra av seks brotskøstum í netið. Hetta ger svenska hondbóltssambandið [...] spenningi í uppgerðirnar millum lið úr bestu deildini, sum t.d. Skuru og lið úr lægru deildunum. Enn er ikki staðfest hvørjum liði Skuru møtir í áttandapartsfinalunum. [...] Gylta Djurhuus á Neystabø, ið er annar av málverjunum hjá Skuru IK vann seg saman við liðfeløgunum trygt víðari til áttandapartsfinalurnar í svensku steypakappingini. Á heimavølli vann Skuru fyrr í dag
grøv. Og neyvan hevur nógv verið tosað um hetta. Havið hevur nógv at siga í føroysku fólkasálini. Upphav er um røtur, stríð hjá forfedrum. Um upphav og havið, og um at hava og ikki hava. Við upprunasjónleiki [...] sorgina. Hon skuldi tigast burtur. Sum um, at um ongin setti orð á, so hvarv alt hetta syrgiliga av sær sjálvum. Hendan mentanin hevur livað upp til okkara dagar, men helst er hon nú í stóran mun ein farin tíð [...] fingið eina leikuppliviing, ið merkist, ið kemur út um pallkantin (sum ikki rættiliga er har), og sum gevur áskoðarum okkurt at hugsa um. Tí hugsa vit okkum um, ella grnska eitt sindur í egnum jørðildi, so hava
vraka uppskotið um at taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Tað vísa tøl hjá íslendska kringvarpinum RÚV, nú fimm av teimum seks valdømunum eru tald upp. Bert eitt valdømi er eftir, men sambært [...] sambært RÚV skal ja-síðan vinna hetta valdømið við í minsta lagi 9.599 atkvøðum, um hon skal vinna fólkaatkvøðuna. Tað verður mett at vera ósannlíkt. Hóast bert eitt valdømi er eftir at telja, letur endaliga [...] búgva. Endaliga valluttøkan er ikki kunngjørd, men væntað verður, at hon hevur verið høg. Meira enn 188.000 atkvøður vóru taldar upp fyrrapartin. Ísland søkti fyrstu ferð um limaskap í ES í 2009, árið eftir
hagtølum og innihaldi, sum er gjørt til at vekja kenslur heldur enn hugsan. Næmingarnir hava ikki uppfunnið hetta sjálvir Tað hevði verið lætt at gjørt hetta til enn eina søgu um ein ungdóm, sum ikki dugir [...] Hvussu vita vit, um ein kelda er álítandi? Hvat er munurin á samanhangi og orsøk? Hví kunnu tvær kanningar koma til ymiskar niðurstøður? Hvat merkir vísindalig óvissa? Og hví er tað tekin um styrki - ikki [...] lesiførleika er álvarsamt. Men lesiførleiki er at enda eitt amboð. Tað hjálpir lítið at duga at lesa eina vísindaliga kanning, um tú longu hevur avgjørt, at tín egna kensla vigar meira enn úrslitið. Tí er 59 prosent
monnum enn hjá kvinnum. Í juli vóru 131 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulla tíð vóru 117 kvinnur arbeiðsleysar, og tað svarar til 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri [...] ð í Føroyum var 0,9 prosent í juli. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í juli í fjør. Tilsamans vóru 323 fólk rakt av arbeiðsloysi í juli, og tað eru 53 færri enn sama mánað í fjør. Umroknað til fulltíð [...] arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað svarar til 12 prosent av teimum arbeiðsleysu. Sambært Hagstovuni hevur talið av langtíðararbeiðsleysum verið rættiliga støðugt yvir tíð. Uppgerðin fevnir um fólk í aldrinum