ella økjast við upp til fimm prosent um árið, alt eftir lívfrøðiligu støðuni (tó kann skerjingin undir serligum umstøðum verða størri). Tað kundi givið meining, um fiskidagarnir vóru tann bindandi avmarkingin [...] mest møguligt virði burtur úr hvørjum fiskidegi. Skip leggja seg tí eftir teimum fiskasløgum og teimum fiskileiðum, sum geva størst virði, eins og í tax-free døminum. Men júst hetta verður ein [...] spurningurin tí ikki, um vit skulu hava fiskidagar ella kvotur. Kanska er spurningurin, um vit regulera tað rætta. Góð regulering snýr seg um at seta greið mørk fyri úrslitinum, ikki um at stýra arbei