men tá summarið nærkast, mugu tey úr bústaðnum, tí hann skal leigast út til ferðafólk. Hetta er als ikki í lagi. Tað elvir til ótryggleika, tí hvar skulu fólk búgva í teir mánaðirnar, ið tey mugu úr bústaðnum [...] bústaðnum? Skipanin við stutttíðarleigu er vorðin óburðardygg, og tørvur er á heimild til kommunurnar at skipa økið betur. Løgtingið má eisini gera leigulógina strangari, so fólk ikki verða koyrd út úr [...] í heilum. Í Tórshavnar kommunu eru væntandi áleið 800 tóm býli. Heilt nógv av hesum kunnu brúkast til fastan bústað, men í løtuni kunnu fólk ikki búgva har fast, tí talan er um stutttíðarleigumál. Hetta
mar, at skriva og myndprýða til børn og at útgeva sína fyrstu bók. Kári Sverrison spælir nøkur løg, og høvi verður at keypa bókina fyri serprís. Barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt [...] somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka hellið, líka til hann dettur út av eggini … Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar [...] yrkingar, Ferðin til Kongurvág er hennara fyrsta barnabók. Silja Eystberg er myndprýðari og listafólk. Hon hevur millum annað myndprýtt Fornt eftir Elina á Rógvi, sum var tilnevnd til barnabókmentavirðisløn
Eitt flogfar hjá Porter Airlines, sum skuldi til Toronto í Kanada, noyddist hósdagin at venda aftur til terminalin. Orsøkin var, at eitt smábarn ikki vildi sita í trygdarbelti. Flogfarið var farið út á [...] Airport í Kanada, tá manningin legði til merkis, at eitt smábarn stóð uppi í sínum setri. Bæði foreldur og manning royndu at fáa barnið at binda seg í trygdarbelti, men til fánýtis. Barnið varð ikki at tosa [...] flogfelagið sambært CTV News. Úrslitið varð, at manningin í flogfarinum tískil noyddist at koyra innaftur til terminalin fyri at fáa ferðafólkini, sum áttu barnið, úr flogfarinum. Familjan fór úr flogfarinum,
aðru ferð í ár, at Skótahjálpin letur úr grunninum til brádliga íkomnar neyðstøður. Fyrru ferð var í juli mánaði, tá Skótahjálpin lat 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í sambandi við jarðskjálvtarnar [...] Skótahjálpin pening til tvær vælgerandi verkætlanir – eina í Føroyum og eina í útlondum. Harumframt verða í minsta lagi 10 prosent av innsavnaða peninginum hvørt ár latin í grunn til brádliga íkomnar neyðstøður [...] Kolombia. Arbeiðið at savna inn pening til Skótahjálpina fer fram í viku 39 á hvørjum ári, so í næstum fara skótar aftur at ganga hús í hús at savna inn pening til Skótahjálpina.
Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av flóðini. Átakið fevnir millum annað um leiting og bjarging, fyrstuhjálp [...] peningastuðul til rakt húski. Serligur dentur verður lagdur á at hjálpa húskjum, sum hava mist heimið, familjum, har fólk eru deyð, saknað ella særd, og avbyrgdum bygdum, har atgongdin til aðra hjálp er [...] hevur tað stóran týdning, at hjálpin kemur skjótt fram til tey, sum eru harðast rakt. Stuðulin verður latin gjøgnum Reyða Kross-rørsluna og fer til neyðhjálpararbeiðið hjá Nepalska Reyða Krossi, sum veitir
at verða viðgjørd og brúkt til at taka avgerð um staðsetingina, skrivar landsstýriskvinnan. Apotekið eisini til viðgerðar Sambært svarinum verður samstundis tikin støða til framtíðina hjá Suðuroyar apoteki [...] tað er bæði til fyrimuns fyri borgarar og heilsustarvsfólk at savna virksemið í einari heilsumiðstøð. – Landsstýriskvinnan er samd við borgarstjórunum í kommununum í Suðuroynni í, at tað er til fyrimuns fyri [...] k og borgarar, og samsvarar tað eisini við ynski hjá bæði kommunulæknum og læknum undir útbúgving til kommunulækna, at tað verður ein heilsumiðstøð fyri alla oynna, skrivar hon. Kommunurnar hava svarað
Umroknað til fulla tíð vóru 117 kvinnur arbeiðsleysar, og tað svarar til 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri. Hjá monnum vóru 192 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulla tíð vóru [...] fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsleys var talið 288. Tað eru 38 færri enn í juli í fjør. Fulltíðararbeiðsloysi merkir, at tíðarskeiðini hjá teimum arbeiðsleysu verða roknað saman til fulla tíð. Hava [...] hevði verið uttan arbeiði í ein til tríggjar mánaðir. Tey vóru 35 prosent av øllum teimum arbeiðsleysu. Í juli høvdu 40 fólk verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað svarar til 12 prosent av teimum arbeiðsleysu
fríggjadegnum og til eftir jarðarferðina. Eingar fastar reglur eru um landasorg í Noregi, og tí hevur stjórnin givið út eina vegleiðing. Har verður mælt til at vísa sorgina á virðiligan hátt. Til ber millum [...] flagga á hálvari stong til eftir jarðarferðina. Arbeiðið hjá norsku stjórnini heldur í høvuðsheitum fram sum áður. Í Stórtinginum verður stórur partur av arbeiðinum tó lagdur til viks til eftir jarðarferðina [...] valorð. Sambært norsku grundlógini skal nýggi kongurin møta í Stórtinginum og svørja trúskapareið til grundlógina. Hetta verður væntandi gjørt innan fáar dagar. Tá Haraldur gjørdist kongur í 1991, svór
tvíkilju, sum nú er klár at nýta til uppgávur á føroysku alifirðunum. Nýggja tvíkiljan er bygd og serliga útgjørd til tær fjølbroyttu og krevjandi uppgávurnar, sum hoyra til dagliga arbeiðið á einum alibrúki [...] hevur KJ bygt og handað eina røð av tvíkiljum til felagið. Royndirnar frá hesum samstarvinum eru samstundis við til støðugt at menna tvíkiljurnar og tillaga tær til broyttu krøvini í alivinnuni. Ein tvíkilja [...] dekkinum, fýra 3 tons koppar og ein hydrauliskur koblingsplátuhaldari. Hetta ger tvíkiljuna væl egnaða til millum annað arbeiði við nótum, fortoyningum og aðrari útgerð á alibrúkunum. Tvíkiljan er harumframt
Sandavági, frá Nullinum til Bartalsstovuhandilin, stongdur fyri ferðslu frá klokkan 17.00 til 19.00. Sjálvur seinsummardagurin er leygardagin, og tá er ein fjølbroytt skrá frá morgni til midnátt. Dagurin byrjar [...] kirkjukonsert og matsøla. Um kvøldið verða konsertir og dansur í tjaldinum. Við skránni er lagt upp til ein fjølbroyttan dag, har børn, ung og vaksin kunnu hugna sær og vera saman um felags upplivingar.