avmarkaður av teimum standardloysnum, sum altjóða veitarar bjóða. Fyritøkan mennir egnar føroyskar loysnir, sum verða knýttar saman við skipanum sum E-conomic, FlexPOS, Microsoft 365 og øðrum skipanum, sum kundarnir [...] ikki bundin av tí, sum ein standardskipan kann. Hevur kundin eina arbeiðsgongd, sum kann gerast betri, so menna og knýta vit okkara egnu loysnir uppí. Soleiðis fær kundin eina heildarloysn, sum passar júst [...] vitlíki ikki sæð sum eitt mál í sjálvum sær, men sum eitt amboð, ið kann gera arbeiðsgongdir bæði skjótari og snildari. – Vit síggja stórar møguleikar í vitlíki. Fleiri av loysnunum, sum vit arbeiða við
og tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, sum er undir strikuni. Um eina viku fær TB vitjan av Víkingi, sum er næstovast, og NSÍ fær vitjan av EB/Streymi, sum er botnlið við 8 stigum. Hóast NSÍ legði rygg [...] sigur hjá heimaliðnum, tá ið TB í Trongisvági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. TB vann 5-1, og tað er størsti sigurin, sum aldursforsetin hevur vunnið í ár. Hálvleiksstøðan var 4-1. Sigurin [...] maðurin hjá TBí dag Samudeen Musah, sum var trífaldur málskjútti. 25 ára gamli ganesarin hevur verið á Tvøroyri síðani 2020. Hann hevur nú skorað 13 av teimum 40 TB málunum í 1. deild í ár, og sambært
søguna. Kanningin er partur av granskingarverkætlanini LostToClimate , som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis . - Fyri oyggjar sum Mykines, Skúvoy og Fugloy [...] arktisk samfeløg hava sum avleiðing av veðurlagsbroytingum. - Í føroyska døminum leggja vit dent á at lýsa, hvussu hækkandi sjóhitin ávirkar fuglastovnin í so stóran mun, at veiða av nøkrum fuglasløgum er [...] matgerð, sum nú er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tá umstøðurnar broytast, og siðbundin livikor og handverk missa sín týdning, hava vit ikki somu amboð at skilja, hvat hesi tap hava við sær, sum vit hava
talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Tað upplýsir TDC Erhverv, sum skipar fyri átakinum saman við millum øðrum vinnufelagsskapum [...] aðrar fyritøkur. Smærri fyritøkur eru tó vorðnar meira útsettar seinastu árini. – Tað kemst av vitlíki, sum ger tað møguligt hjá áleyparunum at arbeiða meira skipað. Tí kann tað nú loysa seg hjá teimum [...] eru ikki bert hesir tímarnir, sum skulu gera fyritøkurnar betur førar fyri at standa ímóti netálopum. John Henriksen væntar, at luttakararnir fara at hava „eitt sindur av ilt í búkinum“ eftir venjingina
tann einasta skipanin, sum eigur at verða tikin av. – Tað eru nakrar skipanir eftir, sum áttu at verið tiknar av. Til dømis skattalættin til sjófólk, skattafyrimunir til tey, sum arbeiða uttanlands, og [...] r skeikla føroyska arbeiðsmarknaðin og eiga at verða tiknar av. Í samrøðuni við Frihedsbrevet nevnir hann serliga fiskavirkisskipanina, sum í fleiri ár hevur verið fyri hørðum atfinningum frá bæði ALS [...] – Eg haldi, at hetta er ein avoldað skipan. Ein rest av einum planbúskapi frá einari farnari tíð. Tað eru nakrar ónollur eftir, og hatta er ein av teimum. Eg haldi ikki, vit eiga at brúka pengar upp á
selja 20 prosent av Fifa til ein íleggjarabólk undir leiðslu av Joshua Kushner, sum er bróðir Jared Kushner, sum er versonur hjá amerikanska forsetanum Donald Trump. Harvið hevði ein partur av HM-endaspælinum [...] eina ætlan um at selja 20 prosent av ognarlutinum í Fifa-kappingum til ein bólk av íleggjarum. Gianni Infantino var sambært blaðnum ikki sjálvur á fundinum. Flestu av teimum fimm luttakarunum høvdu ongantíð [...] umstrídda ætlan um at selja partar av Fifa og HM-kappingini til privatar íleggjarar. Tað skrivar amerikanska blaðið The New York Times við vísing til tríggjar ónevndar keldur, sum hava kunnleika til fundin. Sambært
og áhugaður samlari, sum gjøgnum eitt langt lív savnaði eina fjølbroytta og áhugaverda mongd av lutum og listaverkum. Petur hevur latið vágbingum grunn, ið eigur lutir og list, sum hann savnaði gjøgnum [...] til at kaga inn í henda fjølbroytta heim og síggja ein part av tí list, sum Petur Nolsø savnaði. Framsýningin er ein heilsan til ein mann, sum við sínum áhuga og forvitni var við til at varðveita lutir [...] gjøgnum lívið. Millum annað eigur grunnurin eitt umfatandi úrval av listaverkum og málningum. Her eru verk eftir fleiri kend føroysk listafólk, millum onnur Rutt Smith, William Smith, Sámal Joensen-Mikines og
Holten er, at samfelagið eigur at víðka sína fatan av virði. Um vit bert meta tað, sum kann príssetast, gloyma vit tað arbeiðið, sum menniskju hvønn dag gera fyri at menna, verja og stuðla øðrum menniskjum. [...] hvussu fyrihalda vit okkum til umsorganararbeiði, sum í stóran mun verður fram av kvinnum? Hvussu sæst politiska raðfestingin aftur í mun til skipan av arbeiði, útbúgving og arbeiðsumstøðum? Fakdagurin [...] fyri, at samfelagið kann virka. Holten vísir á, at arbeiði sum uppaling, námsfrøði, røkt, umsorgan og annað relasjónsarbeiði skapar virði, sum ikki lættliga kunnu mátast í bruttotjóðarúrtøku ella øðrum
hevur í dag sett stóran part av degnum av til at viðgera uppskotið um at hækka orkuískoytið til fíggjarliga sperd húski. Talan er um eina munandi hækking. Orkuískoytið, sum eftir galdandi reglum er 5.000 [...] lesandi, fólka- og fyritíðarpensjónistar og stakir uppihaldarar, sum arbeiða niðursetta tíð, eru millum láginntøkubólkarnar, sum kunnu fáa ágóða av broytingunum. Orsøkin til uppskotið er hækkandi oljuprísurin [...] minni, samstundis sum stuðulin verður málrættaður teimum húskjum, sum hava lægstu inntøkurnar. Nógv fólk innkallað í dag Trivnaðarnevndin byrjaði fundin klokkan 9 í morgun, og ein røð av feløgum eru innkallað
grundað. – Tá eitt fremmant land ikki forðar fyri innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði, er tað ein ójavni, sum rakar amerikanskan handil og amerikanskar arbeiðarar, sigur hann [...] hava stevnt stjórnini hjá Donald Trump í sambandi við nýggju tollgjøldini, sum vórðu sett í gildi í juli. Sakarmálið er reist av statum, har annaðhvørt demokratiski guvernørurin ella løgmálaráðharrin stendur [...] Sambært Hvítu Húsunum er orsøkin, at londini ikki gera nóg mikið fyri at steðga innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði. Málið er lagt fyri U.S. Court of International Trade í New