Løgreglan sigur, at ferðirnar vóru sera vandamiklar. Fólkini sótu trongt í skjóttgangandi bátum, sum sigldu í ringum veðri, og í summum førum vóru ferðafólk bundin saman fyri at forða teimum í at detta fyri [...] annað rán, avpressing, frælsisrán og hvítvasking av pengum. Spanska løgreglan hevur staðið á odda fyri kanningini við hjálp frá fronsku og portugisisku løgregluni og pólsku marknaverjuni. Sambært AFP hevur [...] bannaðir í Spania vegna stóru motormegina og drúgvu siglingarlongdina. Løgreglan hevur lagt hald á 18 slík før. Bátarnir vórðu brúktir til at flyta rúsevni og migrantar á altjóða sjógvi nær við sponsku
Veðurforsøgnin bendir tó á, at veðrið batnar, sum kvøldið líður, og at longri verður ímillum ælini. Sambært Veðurstovuni verður lot til frískt lot av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, í støðum upp í 10 [...] útsynning, samstundis sum ælini verða færri. Hitin verður 12 til 13 stig seinnapartin, men fellur niður í umleið 10 stig í kvøld. Tímabýtta veðurforsøgnin siga, at tað kunnu vera nøkur æli seinnapartin [...] talan bert um lítið avfall, og frá umleið klokkan 19 verður væntandi turrari. Vindurin minkar eisini niður í umleið 4 til 7 metrar um sekundið. Sambært Veðurstovuni verður í kvøld og í nátt samdrigið við onkrum
Nakrar tekniskar villur og brend skot, og so vóru tað sviar, sum vóru omaná seinastu løtuna. Okkara runnu aftaná seinastu løtuna og var tað bert óhepni og smálutir, sum gjørdi at tað ikki rakk til í minsta [...] dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum. Dysturin byrjaði við høgari leikferð, og tað komu nógv mál í báðum endum. Føroyar [...] uppá langskot. Føroyar fyri yvir til at verja 5-1 um miðjan hálvleik, og hepnaðist hetta eisini væl í mun til at steðga skotsterku sviunum. Sviar vóru tó omaná og fóru liðini til hálvleiks við 17-16 til
filmsfólk og virki, sum arbeiða við filmsframleiðslu í Føroyum. Endamálið er at gera føroysku filmsvinnuna sjónligari og fáa ein felags pall at vísa sínar førleikar og tænastu. Tað skal gerast lættari at seta [...] filmsfólk og bíleggja tænastu frá teimum. Filmsbókin finst á føroyskum og enskum og kann sostatt geva føroyingum og útlendingum eitt greitt yvirlit yvir førleikar og tænastur sum finnast í Føroyum og styrkja [...] skráin er álítandi og dagførd. Filmsbókin er onnur skipan sum Filmshúsið hevur ment í hesum árinum. Fyrst kom Stroyma har føroyskar framleiðaru verða savnaðar og kunnu stroymast og síðani Filmsbókin við
Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur flytur av 10. og aftasta plássi og fram á áttanda plássið. Nú eru tað Skála og B68, sum eru undir strikuni. Skála, sum hevur 14 stig, fer mánakvøldið at spæla á útivølli ímóti [...] góða tíð til tað, og eg vóni, at spælararnir tá fara at vísa tað, sum skal til, um vit skulu varðveita plássið í bestu deildini, sigur Sigfríður S. Clementsen. Marius Nielsen javnaði til 1-1, og Gutti Dahl-Olsen [...] stríddust fyri sakini, og tað er og verður neyðugt, tá ið støðan er, sum hon er. Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi er samdur við Tór-Ingar Akselsen: -Tað bylgjaði báðar vegir, og tá ið alt kom til
Klokkan er farin av 15, og sambært tímaprognosuni hjá Veðurstovu Føroya verður ikki meira regn av týdningi í Klaksvík restina av degnum. Tað verður skýggjað, og hitin fer at liggja um 12-13 stig seinnapartin [...] Um klokkan 20 verður hann um 8 m/s, um 7 m/s klokkan 22 og niður í um 5 m/s á midnátt. Almenna forsøgnin sigur eisini, at tað verður hálvskýggjað og sum frá líður bert okkurt ælið, samstundis sum vindurin [...] útlitini rættiliga góð hjá teimum, sum skulu á Summarfestival í kvøld: Skýggjað og svalligt, men fyri tað mesta turt – og minni vindur, jú longri út á kvøldið líður.
steðgin var tað Markus Klein Danielsen, sum við brotssparki skoraði NSÍ málið. Hetta var fyrsta málið hjá 17 ára gamla Markusi í ár. Um eina viku fær NSÍ vitjan av HB, og tá fer Víkingur á heimavølli at spæla [...] Tað gongur strúkandi hjá teimum næstbestu víkingunum. Í dag vóru teir hinumegin Gøtueið og spældu grannauppgerð ímóti NSÍ, og teir høvdu trivaligan 4-1 sigur við sær aftur í Sarpugerð. Nú annar triðingur [...] triðingur av kappingin er liðugur, hevur Víkingur 42 stig, og tað eru bara tvey stig fram til B71, sum er oddalið, og sjey stig eru aftur til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi. Um tvær vikur verður toppuppgerð
skrivar, at eisini á Føroyabanka var eitt sindur av lús at síggja, og fiskurin hevði onkur smá sár. Er ov nógv til, og fiskurin stendur tættur, fær hann ofta lús og aðrar sjúkur. - Haldi, at trupulleikin [...] Tá lús var at síggja á fiskinum, var tað gott tekin, søgdu teir gomlu, tí tá var nógv til. Soleiðis var eisini í 2019 og 2020. Tá var so nógvur toskur til, at hann svam á land. Ein vísir á, at sjógvurin [...] Maðurin spyr tískil, um tað eru aðrir, sum hava lagt hetta til merkis í summar. Tað eru fleiri, sum viðmerkja á tráðnum hjá manninum, sum fiskar við ferðafólki, og tað eru eftir øllum at døma fleiri, sum vita
tríggjar dystir og tapt tveir dystir. Nú er FC Hoyvík á áttanda plássi við 19 stigum. Tað eru tvey stig aftur til HB, og tað eru 12 stig aftur til EB/Streym. Um eina viku fer FC Hoyvík at spæla ímóti B71 [...] triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra. Í dag spældi FC Suðuroy seg til fleiri støður og fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið 17 ára [...] Tað letur til, at tað er álvari í bjargingarroyndini, sum FC Hoyvík fór undir í juni, tá ið Bárður Olsen tók við venjarastarvinum. Í dag átti FC Hoyvík heimavøll ímóti favorittunum í FC Suðuroy, og tað
umfør hevur 22 stig, og at tað eru fimm stig aftur til niðurflytingarpláss. HB er á níggjunda plássi við 17 stigum. Um eina viku fer TB at spæla á útivølli ímóti B36, og tá fer ÍF at eiga heimadyst ímóti [...] plássi, og at tað eru átta stig fram til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi, og sum er besta boðið upp á lið, sum saman við favorittunum í B71 fer at flyta upp.’TB tapið í dag ber við sær, at TB eftir [...] Tað endaði við 3-0 sigri til gestirnar, tá ið Karl Løkin og hansara menn í ÍF seinnapartin vóru gestir hjá TB í Trongisvági. Úrslitið ber við sær, at ÍF, nú tveir triðingar av kappingini eru lagdir aftur