Amerikanska løgreglan hevur handtikið ein mann í skottilburðinum av konservativa aktivistinum Charlie Kirk. Tað segði forsetin í landinum, Donald Trump, í beinleiðis samrøðu við Fox News, skrivar tíðindastovan [...] handtøkuna seinni í dag. – Eg havi júst fingið boðini, sigur Trump. Charlie Kirk, 31 ára gamal, sum er kendur stuðul hjá Donald Trump, varð skotin undir einum kjaki mikudagin á universitetinum í Utah Valley [...] varð skotin í hálsin. Hann varð fluttur á sjúkrahúsið, har hann doyði. Amerikanskir myndugleikar hava síðani almannakunngjørt myndir og video frá trygdarmyndatólum, sum vísa ein ungan mann í myrkum klæðum
Oliver Joensen heldur, at miðlarnir í Havn arbeiða fyri lokalum áhugamálum í høvuðsstaðnum, og á tann hátt eru teir einki øðrvísi enn Norðlýsið, sum hevur síni áhugamál í Norðoyggjum. – Vit føldu, at teir [...] agenda í Havn, sum vit gjørdu her norðuri. Eitt nú ringdu gøtumenn til okkum, tá Víkingur hevði vinnuni ein dyst í Havn. Tá var tað ikki Víkingur sum hevði vinnið, men HB hevði tapt. Øll bløðini í Havn, [...] eisini var hann í Grønlandi við línubátinum Stella Maria, sum tá royndi eftir toski við snellu. Síðani fór Oliver Joensen niður at ganga í skúla. Hann gekk á handilsskúlanum Købmandshvile í eitt ár. Síðani
hetta samsvarar illa við veruleikan, sum borgarar á Tvøroyri hava livað í leingi. Hvar var ábyrgdarfulla leiðslan á P/F Varðin Pelagic í alt summar, meðan vaksin og børn gingu við migrenu og máttu rýma úr [...] smildra eitt heilt grannalag og leggja tað undir mold? Ella tá fjørðurin fleyt í snykutari evju og fólk máttu lata vindeygu aftur í besta summarveðri fyri ikki at spýggja? Hvar var útstrekti armurin tá? Tað [...] eina goymslu við 34 tonsum av ammoniakki í miðbýarkjarnanum á Tvøroyri. Hetta umboðar ein dagligan vanda og djúpa ræðslu, sum borgarar á Tvøroyri skulu liva við. Í londunum rundan um okkum er kravið til
og lige ud i Vandet. Rasmus hevur umrøtt hetta í fyrilestri um Forarnar og sigur soleiðis við pápa sínum, Edvardi í Skorini sum keldu: … Og sum vit síggja í hagabýtinum, so er millum Fornarnar og Knúgvarnar [...] fær navnið á Knúgvunum. Hendan avgerðin er tikin í samband við at nýggjur innkomuvegur er til bygdina og hetta strekkið av Korndalsvegið er nú blindvegur. Í sambandi við at navn skuldi finnast til hetta strekkið [...] verður kallað, Á Knúgvunum Viðmerkingar til navnið: Á Knúgvunum er elligamalt navn fyri júst hetta staðið. Vit síggja tað í sáttmálanum um býtið millum Norðurhelvt og Suðurhelvt frá 14. maj 1823. Har stendur
Netanayhu segði, at tað var júst hetta, sum Ísrael gjørdi, tá landið leyp á Katar týsdagin við tí endamáli at raka Hamas-leiðarar. Ísraelski forsætisráðharrin segði í røðuni í gjár, at landið hevur roynt [...] stóðu aftanfyri 7. oktober-hópdrápini í Ísrael. Dagbladet endurgevur í morgun úr røðuni hjá ísraelska forsætisráðharranum og ger eisini burtur úr álopinum á USA fyri júst 24 árum síðan. Øll greinin kann lesast [...] Í gjárkvøldið helt ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanayhu, røðu, har hann kom við nøkrum hørðum útsagnum til heimsins lond, sum hýsa fólki, ið Ísrael sær sum yvirgangsfólk. Sambært útlendskum
upp á í hesum máli er, at Føroyar, sum sjálvstøðugt tolløki, saktans kann gerast limur í WTO uttan at tað er í stríð við grundlógina. – Eg havi sjálvur, eins og dugnaligu løgfrøðingarnir í Land [...] nevndini varð almannakunngjørd á middegi. Har fekk Føroyar viðhald í sínum páhaldi frá Hægstarætti – eitt mál, sum togast hevur verið um í 10 ár. Teir tríggir hægstarættardómararnir vóru samdir við [...] serfrøðingunum frá Løgmansskrivstovuni. Umboðini fyri danska løgmálaráðið vóru ímóti og hildu uppá, at hetta var í stríð við grundlógina. Spurdur um hetta broytir arbeiðið við ríkisrættarligu
ella ikki loyvir, sigur løgmaður. Løgmaður sigur eisini í samrøðu við Sosialin, at tað var júst hesum, tey fóru eftir. – Málið hevur koyrt í meira enn 10 ár. Eg minnist, at eg á allar fyrsta fundinum [...] nevndini, sum landsstýrið og danska stjórnin gjørdu virkna at gera av, um limaskapur Føroya í egnum navni í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya. Og svarið er, at slíkur [...] samd við løgfrøðiligu niðurstøðuni hjá landsstýrinum um, at limaskapur Føroya í egnum navni í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya. Samstundis harmist eg
nakað, hóast sera lítið, í mun til at hann var álitið hjá føroyingum í øldir. Nýggjari háttur at nýta bátin, í eini tillagaðari útgávu, er í kappróðri. Og hóast nógv kjak er um, í hvønn mun hetta er sami [...] bátasmíð, so er kappróðrarbáturin súðubygdur og er í roynd og vera tann báturin, sum flestu føroyingar kenna í dag. Júst tí at siðbundnu bátarnir fækkast í bátahyljunum og neystunum kring landið. Og tí bátasmiðir [...] stóran týdning fyri okkara fólk, av misgáum ella ráðaloysi fer í gloymskunnar hav. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í Útbúgvingarmálum: 1. Hvat er gjørt ígjøgnum tíðirnar fyri at kanna
pornografi, tá pornobløð blivu seld í handlunum. – Tað eru júst 40 ár ímillum samtyktina í 1983 og samtyktina í 2023. Vit kunnu tí staðfesta, at Løgtingsins vilji er tann sami í dag, sum hann var fyri góðum 40 [...] vístur í talgilda veruleikanum, sum vit standa í í dag, soleiðis at “talgildu pornobløðini” vera løgd aftur um diskin, eins og tey fysisku í 1983, sigur Steffan Klein Poulsen. Hann vísir síðani á at í februar [...] Bretland: í 2023 bleiv “Online Safety Act” samtykt, sum inniheldur eina røð av tiltøkum, sum verða sett í verk í stigum. Í ár bleiv krav um aldursváttan, sum skal vera “highly effective” sett í verk fyri
sigur Maia Sandu. Eisini er stúran í Brússel fyri, at tjóðartingsvalið í Moldova í ringasta føri kann enda við eini umlegging móti Russlandi. Hetta er partvíst hent í Georgia, sum áður varð mett at vera [...] Í røðu fyri Evropatinginum ákærdi forsetin í Moldova, Maia Sandu, Russland fyri at royna at ávirka komandi tjóðartingsvalið í landinum, sum er ES-valevni. Valið skal vera 28. september. Á henda hátt roynir [...] Moldova burtur frá at gerast limur í ES, heldur Sandu: - Í dag standa vit framman fyri einum óavmarkaðum hybridstríði á einum støði, sum ikki er sætt áðrenn fullu innrásina í Ukraina. - Endamálið hjá Kreml