hetta er gjørt, hevur tann sami sáttmáli fingið aðrar ábøtur, sum kosta reiðarum meira enn hesi nevndu 2%, og er hann tí dýrari fyri reiðaran nú enn eftir hesa lækking. Afturat tí kann verða nevnt, at hesin [...] eigur ein nevndarlim. Okkara mest ítøkiliga íkast við sjálvan Fiskamarknaðin var umskipanin fyri 2-3 árum síðani, sum innibar, at Fiskamarknaðurin var býttur sundur í tvey feløg. Upprunaliga felagið [...] hvussu er verið hildið tørn á hesum øki. Hetta gjørdist ikki aktuelt, tí Jan Højgaard vildi sjálvur yvirtaka hesar nevndarsessir, og tað er sum so einki løgið í tí. Jan verður tískil á aðalfundi hjá l
Á Rás2 í gjár vildi Rigmor Dam vera við, at slíkar argumentatiónir vísa, hvørja avskeplaða mynd føroyingar hava av okkum sjálvum og okkara søgu. Hon vísti á, at vit hava tað best og síggja [...] eiga at taka í nógv størri álvara, enn at lesa um gamlar garpar og hetjur og fosturlandssangir. Hetta eiga tey, sum ráða fyri borgum at gera nakað við. Vánaligu Pisa-úrslitini siga í veruleikanum [...] umstøður. Vitan og lærdómur hava so ómetaligan týdning fyri okkara samleika og fyri at yvirliva sum tjóð!
vegin aftur við egnari hjálp, og sagt verður úr Skálavík, at tað var ein bilur hjá IR-lastbilum, sum loysti uppgávuna. ##med2## Sum skilst, tók tað bara eina løtu frá tí, at kranabilurin kom, til IRF-bilurin
seinastu ferðirnar. 1 Erla Kongsdóttir 05:06.20 2 Firvaldur 05:08.22 3 Drekin 05:09.02 4 Havfrúgvin 05:20.11 5 Blikur 05:23.01 Støðan 1 Erla Kongsdóttir 34 2 Drekin 29 3 Firvaldur 26 4 Blikur 20 5 Havfrúgvin [...] aftasta plássinum. Ta kappingina vann Havfrúgvin við einari bátslongd. Í hinum endanum vóru tríggir bátar við í kappingini um sigurin. Bæði Drekin og Firvaldur bjóðaðu seg fram beinanvegin, og leingi
hansara. Abbin, Petur bóndi, og omman, Sigga Sofía (dóttir Nólsoyar Páll) áttu einki barn eftir 8 ára hjúnalag. Tey fóru suðureftir at ferðast og komu aftur við einum ættleiddum dreingi, [...] Petur Mohr Dam. Hetta vóru javnaðarmenn sera misnøgdir við. Alkunnigt er, at hóast Jóannes og Gazet vóru brøður, so vóru teir ikki samdir politiskt, tí Gazet var javnaðarmaður. Nú øll vápn skuldu [...] Bara at fara út á alnótina við slíkum ber ikki til, tí hetta stendur í eini bók, og tá útlendskir søgumenn um hundrað ár fara at skriva Føroya søgu, kunnu teir siga, at her er ein frásøgn, sum
eini ótrúligari sálarstyrki og gudsótta. Í brævinum, skrivað 25.3., dagin eftir jarðarferðina, greiðir Fríðrik fyrst frá sjálvari vanlukkuni. Hann skrivar, at allir sum doyðu, lógu í koyggjuni. Hans Dorius [...] verða endurgivin frásøgnin hjá Fríðrik um síðstu løtuna hjá Pola: ”Vores kjære Søn hensov klokken 2 om Dagen, (sum vanlukkan hendi um morgunin). Jeg var hos ham til det sidste Aandedrag, og han sagde [...] Vit eru fegin um, at henda søgan nú eisini er komin á prent. Manningin 1. Carl Anton Joensen, skipari 2. Joen Joensen 3. Hans Jacob Joensen, 23 ár 4. Poul Erik Nólsoy 5. Christian Johannes Jacobsen 6. Frederik
Harumframt skulu Smyril Line og avvarðandi myndugleikar gjøgnum venjingina og eftirmetingina kunnu betra um mannagongdirnar, sigur Henny á Líknargøtu, marknaðar- og sølustjóri á Smyril Line. [...] umborð á Norrønu og boðaði frá, at ein bumba var umborð, stutt eftir kyknaði eldur á dekkunum 2, 5 og 7. – Venjingin skal tryggja, at mannagongdir í sambandi við kreppustøðu á Norrønu virka sum
botnliðnum, Gróttu. Støðan: Nr. Lið: Dystir V J T Málmunur +/- Stig 1 Valur 19 17 0 2 588:440 148 34 2 Fram 18 14 2 2 494:421 73 30 3 Haukar 19 14 0 5 531:446 85 28 4 ÍR 18 6 3 9 424:431 -7 15 5 Selfoss [...] 5 4 9 411:452 -41 14 6 Stjarnan 18 5 0 13 409:499 -90 10 7 ÍBV 18 3 3 12 400:466 -66 9 8 Grótta 18 2 2 14 406:508 -102 6 [...] noterað fyri tríggjar bjargingar. Kappingarneytin, íslendski landsliðsmálverjin, Hafdís Renötudóttir hevði 10 bjargingar. Valur er fremst í deildini við 34 stigum, og verður í ringasta føri næstfremst
umleið 2 prosent eru á muni í veljaraundirtøku. Gamaní er hetta frægari samanborið við tað, ið hendi á seinasta vali, tá ið Tjóðveldisflokkurin fekk ein meira enn Sambandsflokkin, hóast hann hevði 2 prosent [...] d’Hondt-háttinum, sum vit enn brúka, býta vit í valdøminum atkvøðutalið hjá einstøku flokkunum við 1,2,3,4. Tað er viðurkent millum valserfrøðingar, at d’Hondt-uppgerðarhátturin gevur størri frávik frá [...] hevði bert fingið ein tinglim. Fyri Tjóðveldisflokkin hevði verið talan um eina yvirumboðan upp á 2,4 %, fyri Sjálvstýrisflokkin ein undirumboðan upp á 1,7 %. Um vit vilja hava val við skili í Saint
broytingar og avbjóðingar og tey hugtøk og fyribrigdi, sum eru knýtt at samfelagstilgongdini. Hetta merkir ikki, allar áður framdar niðurstøður og ástøði skulu vrakast. Nøkur ástøði kunnu nýtast til at forklára [...] empiriska tilfarið avdúkar, at skipanir við tingræði veita størri stabilitet enn forsetaskipanir. Um hetta er so, er tað áhugavert í sambandi við ta vanligu fatanina av valdstríbýtinum, tí so er [...] loysnir, sum her verða eftirspurdar, tí tær finnast neyvan. Tað er viljin at royna at skapa betri loysnir, ið ein sóknast eftir. Fyrisitingarstaturin – tað fjórða valdið? Eitt menningareyðkenni í