, Tass. Hon leggur aftrat, at vesturheimurin við átakinum "normaliserar" piratvirksemi, sum hon rópar tað. Í norska løgmálaráðnum verður sagt, at russiskir myndugleikar ikki fingu fráboðan um tøkuna av [...] Noregi er enn eitt dømi um vestliga nihilismu og lógloysi, sum hann rópar tað. Ráðharrin leggur aftrat, at Russland fer at kæra norsku avgerðina um at leggja hald á skipið. Tað var eftir boðum frá Naftogaz [...] Í russiska uttanríkisráðnum eru tey alt annað enn fegin um norsku avgerðina at leggja hald á russiska skipið, Professor Molchanov í Barentsburg á Svalbard. - Hetta er sjórán, sigur talskvinnan hjá russiska
Nú í nakrar dagar hevur nærum ikki verið dagur, at ikki okkurt nýtt hevur verið at frætt um skip og bátar í mínum nærumhvørvi her á Glyvrum, í Saltangará, Runavík og í Søldarfirði. HAV LEITI Í farnu viku [...] víða um við skrivstovum bæði í Noregi og Skotlandi. Hjartaliga tillukku við prýðiliga nýbygninginum Hav Leiti. Aðrir nýbygningar eru á veg og nógv er at gleðast um í framtíðini. DUNGA JÁKUP Um somu tíð [...] t eg um eina sera virkna kommunu, har alt, sum stendur í hennara makt, verður gjørt fyri at betra um undirstøðukervið á flestu mótum. Við havnalagið, har støðugt verður lagt nógv fyri at betra um bryggjukantin
kom stjórnin hjá Giorgiu Meloni upp á 1.413 samanhangandi dagar við valdið í Italia. Harvið fór hon fram um aðru stjórnina hjá Silvio Berlusconi, sum sat í 1.412 dagar. Metið er serliga merkisvert í einum [...] arbeiðsloysið er komið niður um seks prosent. Eisini talið av óregluligum tilflytarum, sum koma til Italia, er minkað munandi. Í 2023 vóru 157.651 skrásettar komur, meðan talið í 2025 var 66.316. Men hóast nýggja [...] Meloni gjørdist forsætisráðfrúa 22. oktober 2022, eftir at høgrasamgongan vann tjóðartingsvalið. Hon er samstundis fyrsta kvinnan, sum hevur verið stjórnarleiðari í Italia. Sambært World Visualized hevur
vinnumálum, ikki hevði heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum. Sambært svarinum vórðu tænastuboðini tí tikin aftur. Kortini segði Jacob Vestergaard í sama svari, at hann var ósamdur [...] at óheimilað tænastuboð ikki verða givin? Reisir spurningar um rættartrygd Í viðmerkingunum til fyrispurningin skrivar Liljan Weihe, at málið reisir álvarsligar spurningar um rættartrygd og embætisførsluna [...] Tjóðveldi, hevur sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning um eftirlitið við landsstýrisfólki. Fyrispurningurin er reistur í kjalarvørrinum á málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík. Í svari frá 18
Fólkakirkjan skrivar, at tá hon var sett sum dómpróstur, var tað ein týðandi uppgáva, ið hon valdi at átaka sær. Tað var samstundis eitt týdningarmikið søguligt fet í menningini av fólkakirkjuni. Nú eru [...] í leiðslu fólkakirkjunnar. At kvinnur átaka sær leiðandi leiklut í kirkjuni hevur stóran týdning, ikki einans í mun til javnstøðu, men eisini fakliga vísandi til sjónarmið og royndir, ið seta dám á tær [...] sjónarmið í ymsum málum, bæði innankirkjuliga og í samfelagnum sum heild. Tí leiðsla snýr seg eisini um umboðan og ávirkan. Tá bæði menn og kvinnur eru við, har tær týdningarmestu avgerðirnar verða tiknar
Ápostulin er, tí luturin, sum hann hevur havt í høgru hond, er brotin av. Var tað ein lykil, kann talan vera um Pætur ápostul. Var tað serligi krossurin, sum Andras ápostul vanliga ber, kann tað vera hann [...] gólvinum í miðaldarbønhúsinum. Hon fekk tíverri forfall, men kanningarnar eru ikki steðgaðar. Tjóðsavnið hevur 3D-skannað steinin og sent tilfarið til rúnufrøðingar, sum nú samstarva um tulkingina. Leinkja til [...] ly/pMNwC Staðfest er, at fyrsta metingin – at orðini „hvílir her“ standa á steininum – var røtt. Enn er tó ógreitt, um eitt persónsnavn kann lesast framman fyri orðini. Tveir rúnufrøðingar koma tí til Føroya
Anna Røskva nógv um at alt bleiv filmað, tey fingu bara tveir tímar at baka í, og køkurin var fremmandur, men tá ein løta var farin, hugsaði hon ikki um tað meira, og hugsavnaði seg bara um baksturin. - Eg [...] Annu Røskvu náddi ikki at uppliva dóttir sína í sendingini, tí hon er ikki millum okkum longur. - Eg hevði ynskt at hon hevði kunna fylgt við, hon hevði verið so errin og fortalt øllum um hetta. Mamman er [...] Upptøkur vóru tvær ferðir um vikuna, og tað vóru langir dagar. ##med4## - Vit byrjaðu klokkan 7 um morgunin, og vóru ofta ikki liðug fyrr enn klokkan seks um kvøldið. Tað var stravið at fáa alt at ganga
miðdepil fyri altjóða kjak um Arktis, hav, veðurlagsbroytingar, lívfrøðiligt margfeldi og burðardygga menning. Magni fekk eisini ráðstevnuna Football is Medicine til Føroya í 2020. Hon varð sama ár kosin Ársins [...] ítøkiligum hugskotum til komandi ráðstevnur og tiltøk, sum Føroyar kunnu bjóða seg fram at hýsa. Endamálið var bæði at hugsa stórt og djarvt og at fáa eyga á smærri fakfundir og ráðstevnur, sum kunnu skapa altjóða [...] altjóða ráðstevnan, sum higartil hevur verið hildin í Føroyum. Ráðstevnan varð hildin Við Tjarnir og var sera væl samskipað av toyminum hjá Fróðskaparsetri Føroya saman við veitarum úr ferðavinnuni. Karmarnir
Fráboðanin um oljudálkingina kom klokkan 11.55 í gjár, og vegurin varð ikki latin heilt uppaftur fyrr enn umleið klokkan 15.45-15.50. Sostatt var ikki koyrandi í nærum fýra tímar. Talan var um vegastrekkið [...] dryppað javnt yvir eitt langt vegastrekki, kann oljan breiða seg nógv. Løgreglan vil enn ikki siga meira um, hvussu hon er komin fram til møguligu kelduna, tí fleiri vitni skulu avhoyrast. ##med2## – Vit mugu [...] vegastrekkið av Skipaneskrossinum til avkoyringina til Syðrugøtu, sum var stongt hesar umleið fýra tímarnar. Løgreglan vísir á, at tað ikki neyðturviliga skulu nógvir litrar av olju til fyri at skapa stórar
g uttan samtykki, og gera tað sannlíkt við at lýsa hendingina. Skipanin fevnir ikki bara um snyril. Hon fevnir eisini um kvinnur, sum uttan samtykki fingu hormonstav lagdan undir húðina ella fingu hor [...] við KNR, at hon vónar, at endurgjaldið kann geva teimum raktu kvinnunum nakað av friði. Hon heldur tó ikki, at fyrstu endurgjøldini merkja, at punktum nú kann setast fyri snyrilsmálið. – Um tað ber til [...] 1991. Higartil hava 353 kvinnur søkt um endurgjald. – Vit eru fegin um, at vit longu nú kunnu lata fyrstu kvinnunum endurgjald. Tað eru tær, sum hetta snýr seg um. Kvinnurnar hava borið pínuna eftir ágangin