klokkan 21, at løgreglan steðgaði knallertini. Tá løgreglan kannaði hana, vísti tað seg, at hon kundi koyra 74 kilometrar um tíman. Tann, sum koyrdi, var bara 13 ára gamal og sostatt ov ungur at koyra prutl [...] prutl. Eigarin av knallertini er skuldsettur fyri at hava latið ein persón koyra, sum ikki hevði loyvi til tað. Prutlið skal nú um Akstovuna, áðrenn tað kann skrásetast aftur. – Hvar eru foreldrini í slíkum [...] slíkum føri, spyr vaktleiðarin, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst at lata børn koyra á prutli, sum kann koyra 74 km um tíman.
tíverri sera trupul at sleppa av við. Tí er tað sera óheppið, at skøran enn í ár er til sølu í føroyskum handlum. Vit kunnu ikki øðrumegin brúka tíð, pengar og arbeiðsmegi upp á at basa eini innræsnari plantu [...] nógva orku í at basa innræsnu skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara náttúru. Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri [...] hinumegin loyva, at sama planta framvegis verður innflutt og seld. Við okkara viðkvomu náttúru eiga vit at hava greiðar reglur fyri, hvørjar plantur kunnu innflytast til Føroya. Og skøran eigur at vera millum
júst í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð nakað heilt serligt fyri meg at spæla her heima á klettunum”. Eivør greiðir víðari frá : Nýggja útgávan ber heitið “Tungl”, og hon er á mangan hátt sprottin víðari [...] í samband við at komandi útgávan hjá Eivør “Tungl” kemur út 16. oktober, kunngjørdi Eivør fyrr í vár konsert í Norðurlandahúsinum 17. oktober. Vegna stóran áhuga hava vit valt at seta eina eyka konsert [...] fram, og tá er talan um eina umfatandi konsertferð um stóran part av Europa. Um útgávuna greiðir Eivør soleiðis frá : “Hendan útgávan stendur hjarta mínum sera nær og eg gleði meg ótrúliga nógv at hátíðarhalda
verður tó ikki miðað eftir at seta ein lækna av ávísum kyni. Landsstýriskvinnan sigur, at Heilsutrygd í setanartilgongdini fer at fylgja setanarpolitikki landsins og leggja dent á at seta tann umsøkjaran, sum [...] sum úr einum heildarsjónarmiði er best skikkaður til starvið. Hon vísir samstundis á, at nýggja skipanin við heilsuøkjum hevur givið borgarum størri møguleika at velja millum kommunulæknar. Vágar eru partur [...] spurt, nær nýggja kommunulæknaviðtalan verður sett, og um arbeitt verður fyri, at kommunulæknaskipanin í Vágum eisini fer at fevna um ein kvinnuligan kommunulækna. Sambært landsstýriskvinnuni hevur samskifti
Tórshavnar kommuna skrivar, at endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kirkjubø og eisini at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum [...] 00 verður borgarstjórin at hitta í Lágabø 5, har øll eru vælkomin at leggja leiðina framvið. Fyrr í ár flutti borgarstjórin sína skrivstovu út í Hest og til Velbastaðar, har hon og umsitingin saman við [...] teimum á hjarta. - Eg gleði meg at koma eitt sindur runt í bygdini og at tosa, læra og lurta eftir teimum, ið koma á gátt, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Byrjað verður klokkan 12.30
Sjúkrahúsi. Hon spyr, um Sjúkrahúsverkið nú er liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum skulu til fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon vil eisini hava at vita [...] num á sjúkrahúsinum. Um so ikki er, spyr hon, nær væntast kann, at fyrstu MR-skanningarnar av bróstum kunnu setast í verk. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at landsstýriskvinnan í svari upp á [...] segði, at útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar væntandi skuldu verða klár undan summarfrítíðini í ár. – Nú summarferian er farin aftur um bak, loyvi eg mær at seta henda fyrispurning, fyri at vita,
sett fram móti Danmark og Grønlandi. – Tað er í tíðum sum hesum, at tætta norðurlendska samstarvið av álvara vísir sítt stóra virði og sína styrki, sigur hon. Føroyar og Grønland á skránni Eitt annað mál [...] felags fyribyrgingarmegi okkara, millum annað við at gagnnýta nýggjastu vitanina frá hermótinum í Ukraina, sigur Mette Frederiksen sambært Ritzau. Hon vísir á russisku innrásina í Ukraina og hóttanirnar [...] ararnir hittast hósdagin í Danmark til árliga summarfundin. Fundurin verður á Høvelte Kaserne, sum er høvuðsstøðin hjá Den Kongelige Livgarde, og á Marienborg. Mette Frederiksen og Beinir Johannesen, løgmaður
prógv um, at bera vit byrðuna í felag, gerst hon lættari. Tey eru fyrimynd á so mangan hátt. Og helst kunnu vit siga, at tey eru tenninar í tannhjólinum, ið vit ikki hugsa um, men hava hug at taka sum eina [...] maðurin Rúni er burturstaddur í arbeiðsørindum. Grundgevingarnar og myndir síggjast her: Heri Mørk Hjelm Tað finnast oddvitar, ið longu á ungum árum vísa, at mansevni og vit ganga hond í hond, og at framburður [...] Tí varð gjørt av at heiðra Hera Hjelm. Men tað vísti seg, sum so ofta, at vit eiga bert løtuna, og kenna ikki dagin og løtuna, - og sjúkan vann tíverri, innan heiðursløtan upprann. Tó er merkismaðurin Heri
á skeiðnum og er við til at tryggja, at føroysku viðurskiftini, sum ofta eru øðrvísi enn uttanlands, verða tikin við í undirvísingina. Skeiðið í Filmshúsinum endar mánadagin. Vónin er, at luttakararnir [...] kanska ikki verið nóg góð til at miðla, hvat leikluturin hjá einum framleiðara fevnir um. Men tá ein filmsverkætlan skal mennast og gerast til veruleika, er sera týdningarmikið, at bæði leikstjóri og framleiðari [...] innlit í framleiðaraleiklutin, og at skeiðið kann vera við til at styrkja grundarlagið undir fleiri føroyskum filmsframleiðarum. Filmshúsið vónar og væntar samstundis, at hetta ikki verður seinastu ferð
Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde. Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina [...] víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði fyrr í dag. Tá var metingin, at ein ósemja hevði verið millum teir báðar 16 ára gomlu, men at hon ikki hevði samband við eitt kriminelt umhvørvi. Ófriður tók seg upp [...] inn til seinasta partin av rættarfundinum. Ein teirra rópti móti tí skuldsetta: – Tað er tín skyld, at vinmaður mín er deyður nú. Løgreglufólk førdu síðani unga mannin úr rættarsalinum. Eftir rættarfundin