Higartil hevur Rás 2 húsast í leigaðum hølum við Hoyvíksvegin í Havn. Men nú flytir alternativa útvarpsstøðin í egin høli í Søldarfirði. Tað var tann 14. desember í 1999, at Rás 2 sendi á fyrsta sinni [...] ment støðina, sum í dag røkkur 95% av øllum føroyingum. Tey, ið lurtaðu eftir rásini mikukvøldið varnaðust, at støðin varð sløkt. Hetta var tí, at tey tá fluttu sendaran inn í Søldarfjørð í nýggju hølini [...] ? higani støðin nú sendir. ? Í september í fjør keyptu vit egin hús, og higar flyta vit nú alt okkara virksemi, sigur Petur Jacobsen. Petur Jacobsen og øll hini, ið starvast á støðini, búgva á Skálafjørðinum
vanliga flaggdagshaldið í Havn, og aftur hesaferð er tað Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri. Byrjað verður sum vant kl. 15.00, tá Hornorkestrið gongur á odda fyri skótaliðunum í skrúðgonguni oman á Vaglið [...] vælkomin. Eftir at nakrir sangir verða spældir, er tað so flaggdagsrøðan, sum er á skránni, og verður tað í ár Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sum skal halda hesa.
loysn er í eygsjón. – Kringvarpið koyrir bara ein veg, og tað er niðureftir, og tí havi eg valt at fara í annað starv, segði Hans Andor Johannsen, sum tá eisini váttaði, at hann skuldi byrja í starvi sum [...] og Joannes Steingrund hava stovnað, varð stovnað fríggjadagin og hevur bústað á Berjabrekku í Havn. Stjóri í felagnum er Hans Andor Johannesen. Felagið hevur hjánøvnini: Sp/f AVLux Event, Sp/f AVLux Production [...] ljóð-, ljós-, video- og pallútgerð umframt miðlaframleiðslu og annað virksemi í hesum sambandi. Tá hann segði seg úr starvi í Kringvarpinum, segði Hans Andor Johannesen við in.fo, at tekniska grundarlagið
búgva á somu oyggj, sum garðurin er á. Tað ger Óluva Zachariasen ikki. Hon býr og arbeiðir í Havn, men garðurin er í Hesti. Nú er ikki talan um nakran stóran garð, har til ber at forvinna til dagsins [...] ndið út í Hest er gott, so eg meti, at tað ber væl til at røkja garðin, sjálvt um eg búgvi í Havn, sigur Óluva Zachariasen. Óluva Zachariasen hevur seinastu mongu árini arbeitt í Kringvarpi Føroya
gjørdar, um ein nýggjur sjónvarpsbygningur kann byggjast saman við Útvarpshúsinum í Sortudíki, upplýsti Jógvan á Lakjuni í sínum svari. [...] Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, tá ið hann svaraði einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard í løgtinginum týsdagin. Sjálvstýrismaðurin hevði spurt landsstýrismaðurin, um hann tók undir við møguleikanum [...] Jógvan á Lakjuni ikki. ? Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya hava ikki av tilvild havt bústað frá byrjan í høvuðsstaðnum, og tað haldi eg, at stovnarnir, tá ið teir eru samanlagdir, framvegis eiga at hava, segði
Pálmasunnudag í 1959 kom løgmaður Petur Mohr Dam aftur av samráðingarferð í Danmark, og í Havn tók ein stór mótmælisgonga ímóti honum. Tað er byrjanin til søguna um hernaðarstøðina í Mjørkadali, sum Útvarpið [...] Útvarpið fer at kasta ljós yvir í eini sendirøð við sjey ella átta sendingum. Fyrsta sendingin verður send pálmasunnudag og snýr seg um júst hendingina pálmasunnudag fyri 46 árum síðani. Sendirøðin fer [...] frá politikkinum kring Mjørkadal, tosað verður við politikarar, leiðarar og fyrrverandi starvsfólk í Mjørkadali, og persónssøgur um kvinnur, sum komu heim við Mjørkadalsmanni og giftust við teimum, verða
fyri Rás2, og eitt lítið studio er á 1. hædd í Miðlahúsinum. Tá virksemið hjá Sosialinum í apríl 2005 flutti av Argjum í Vágsbotn, varð longu avgjørt, at loftið í Miðlahúsinum skuldi setast av til loftmiðlar [...] hugsandi, at aðrir partaeigarar koma við í felagið, og hesum arbeiða vit við í løtuni, sigur Jonhard Hammer. Júst hvussu innihaldið verður í útvarpsrásini, er enn ikki greitt. Jonhard Hammer sigur, at [...] gjørligt, sigur Jonhard Hammer, ið er stjóri í P/f Miðlavarpinum. Miðlavarpið tekur yvir útvarpsstøðina 1. oktober. Tað er Jonhard Hammer, sum er stjóri í P/F Miðlavarpinum - Vit eru sera spentir. Tað
var ein samrøða við Niels Juel Arge útvarpsstjóra í Sosialinum í sambandi við at stovnurin fylti 25 ár og var fluttur í nýggju útvarpshúsini í Sortudýki. Í sambandi við dagin vóru meira enn 200 fólk boðin [...] úr útvarpshøllini hetta kvøldið við Big Band og Dansifelagnum í Havn. Upp á fyrispurning um at ætlanin var at seta meira fólk í starv í nýggja útvarpshúsinum, sigur Niels Juel Arge, at ætlanin var at [...] Í dag 6. februar eru 50 ár liðin síðan Útvarp Føroya sendi alment fyri fyrstu ferð. Fyrsti útvarpsstjórin Axel Tórgarð beyð vælkomin, síðan las Hjørdis Thomsen veðurtíðindi. Eisini segði landsstýrismaðurin
beinleiðis úr Studio Pegasus í Klaksvík. Sendingarnar verða at hoyra á Rás 2, sum í løtuni hoyrist av úti við tveimum triðingum av Føroya fólki - í høvuðsstaðnum, í Eysturoynni og í Klaksvík. Steintór Rasmussen [...] úr Pegasus í Klaksvík við ISDN-sambandi til Rás 2 í Havn, sum síðani sendir tær út í luftina. Ymiskar sendingar Nógvar og ymiskar sendingar eru á skránni teir fimm tímarnar, Pegasus er í luftini. Talan [...] Sundskarð. Øll fólkini eru búsitandi í Klaksvík, og talan er um fólk við meiri og minni royndum í fjølmiðlaarbeiði. Á egnum beinum Rás 2 hevur sent av Brúnaskarði í Klaksvík í tvær vikur, og hetta hevur havt
NM-kappingina í innandurarógving verður. Hendan verður í Havn tann 25. november, og sleppa bestu føroysku rógvararnir soleiðis við til NM-kappingina. Hendan verður í Gladsaxe í Danmark í døgunum 27. og