taka annað skinn um bak og gera broytingar bæði á eldraøkinum og á útbúgvingarøkinum. Tí støðan er tíverri hættislig. Búskaparráðið hevur víst á, at tørvurin á starvsfólkum verður upp ímóti 750 ársverk komandi [...] starvsfólk. Nógv starvsfólk á eldraøkinum arbeiða niðursetta tíð, so veruligi tørvurin á starvsfólkum verður uppaftur størri! Bara demografisku broytingarnar hava við sær ein øktan tørv á umleið 450 starvsfólkum [...] hava fleiri avvarandi alment kært sína neyð. Teirra kæru eldru fáa snøgt sagt ikki ta hjálp teimum tørvar. Tað er óvirðiligt. Stórt trot er á røktarheimsplássum, sum er kommunal ábyrgd. Men størsta trotið
Havstovan. Víst hevur millum annað verið á, at uppskotið víkir frá galdandi umsitingarætlan og veiðireglu, kann økja veiðitrýstið á botnfiskastovnarnar og møguliga fáa avleiðingar fyri MSC-góðkenningarnar [...] Málið er fyrsta mál á dagsskránni hjá Løgtinginum í dag og er til triðju viðgerð. Uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, gevur bátunum í bólki 5 B 750 felags fiskidagar [...] Meirilutin vísti á, at miðalavreiðingin hjá bólki 5 B higartil í ár hevur verið umleið 440 kilo fyri hvønn fiskidag. Verða 750 dagar lagdir afturat, svarar tað til eina væntaða veiðu á umleið 330 tons.
við serligum átøkum, fyri at fáa stovnin á beint aftur (júst sum við lundanum). Skipanir við endurbyggingarætlan eru kendar frá fleiri fiskasløgum og hava eisini verið brúktar á okkara leiðum seinastu árini [...] ina). Tá skipanin varð eftirmett í 2024, varð roynt at fáa semju um at fáa inn endurbyggingarætlanin, sum – eins og við sildastovninum – skal fáa virkna tá gýtingarstovnurin er niðanfyri eitt ásett vandamark [...] orsøk doyr út. Steðgingin ella avmarking í at fleyga lunda er ikki gjørd fyri at gera seg inn á veiðimenn ella á húskini í nærumhvørvinum, men fyri at seta í verk serlig átøk at verja lundastovnin, tá hann
Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt at satsa á sín ítrótt uttan samstundis at seta útbúgving og framtíðar arbeiðslív á pausu. Eisini á øðrum økjum kann altjóða samstarv [...] samfelag sum Føroyar er hetta serliga áhugavert. Vit kunnu ikki hava fremstu serfrøði á øllum økjum her heima. Men vit kunnu fáa atgongd til vitanina og royndirnar uttanlands og flyta tær heim. Ein føroyskur [...] ítróttarstovnar. Hetta kann eisini verða týdningarmikið, um vit fáa eina føroyska úrvalsmiðstøð. IDAN mælir til eina slíka miðstøð, har íðkarar kunnu fáa atgongd til eitt nú fysiologiska testing, styrkivenjing
Sum vit síggja tað, er torført at fáa krøv um hægri prísir og lønir ígjøgnum, tá búskapurin er nøkulunda í javnvág, sum hann er nú. Vit síggja tí heldur ikki stóran tørv á rentuhækkingum, er metingin hjá [...] vit ikki rokna við, at rentuhækkingin í dag verður tann síðsta á hesum sinni, sigur hann. Hann metir, at rentulækkingar kunnu koma upp á tal aftur í 2027. Tað veldst tó í stóran mun um, hvussu stríðið [...] prosentstigum. Rentan fer sostatt úr 2,25 upp í 2,50 prosent. Avgerðin var í samsvari við væntanirnar á fíggjarmarknaðinum. Hetta er aðru ferð í ár, at ECB hækkar rentuna. Fyrra hækkingin var í juni. Sambært
(SSO) á HF, og skúlar verða eggjaðir at lata næmingar gera fleiri skrivligar uppgávur á skúlanum undir skipaðum umstøðum. – Vit hava ein veruligan trupulleika við ov nógvum ungum, sum brúka vitlíki á ein [...] felagið um, at allir skúlar nú kunnu fáa somu skipan fyri eftirliti undir próvtøkum. Eisini formaðurin í Danske Erhvervsskoler og Gymnasier heldur, at størri tørvur er á at hugsa um, hvussu undirvísing skal [...] sína miðnámsútbúgving. Fleiri kanningar og frágreiðingar hava í seinastuni víst á, at hetta hevur havt neiliga ávirkan á skrivligu førleikarnar hjá næmingum.
sum varð skiftur inn fram ímóti endanum á fyrra hálvleiki. Síðani venjaraskiftið hevur FC Hoyvík vunnið tríggjar dystir og tapt tveir dystir. Nú er FC Hoyvík á áttanda plássi við 19 stigum. Tað eru tvey [...] Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra. Í dag spældi FC Suðuroy seg til fleiri støður og fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag heitir á myndugleikarnar um at tryggja, at náttúruatlit fáa avgerandi týdning í sambandi við ætlanina um eina fjallasúkklubreyt við Fjallið og Vesturvarða. Økið við Lítlafjall [...] øðrum inntrivum og kann tí vera uppskot til staðseting, har fjallasúkklubreytin hevur minni ávirkan á órørt náttúrulendi. FNU tekur tó ikki støðu til, hvussu ein møgulig breyt ítøkiliga skal leggjast, men [...] men heldur tað vera avgerandi, at ymisku staðsetingarnar verða mettar út frá teirra samlaðu ávirkan á náttúru og landslag. FNU mælir tí til, at ætlanin við Fjallið og Vesturvarða ikki verður framd, fyrr
Tey seks norðurlendsku fótbóltssambondini hava mist álitið á FIFA-forsetan og hava álvarsligar stúranir um leiðsluháttin og avgerðargongdirnar á ovasta stigi í felagsskapinum, siga sambondini. Tey krevja [...] aftur letur upp fyri privatum ognarskapi í kappingum sínum. Samstundis siga tey seg hava mist álitið á FIFA-forsetan Gianni Infantino. Fótbóltssamband Føroya stendur saman við fótbóltssambondunum í Danmark [...] ætlanir sum FIFA Forward Enterprise ikki verða tiknar fram aftur. Við hesi ætlanini varð arbeitt við at fáa uttanhýsis íleggjarar inn í partar av virkseminum og kappingunum hjá FIFA. Ætlanin er nú slept. No
tikin við upp á ráð. Síðani hevur Infantino slept ætlanini, men atfiningarnar eru ikki tagnaðar. Millum annað hevur Evropeiska Fótbóltssamgongan, Uefa, sambært The New York Times mist álitið á Fifa-forsetan [...] Fifa-forsetin Gianni Infantino royndi dagin undan HM-finaluni í juli at fáa leiðsluna í altjóða fótbóltssamgonguni at góðkenna eina umstrídda ætlan um at selja partar av Fifa og HM-kappingini til privatar [...] ónevndar keldur, sum hava kunnleika til fundin. Sambært blaðnum varð ein loyniligur skundfundur hildin á Waldorf Astoria-hotellinum í New York, har fimm leiðandi embætisfólk í Fifa fingu fram til miðnátt at