væntar sambært Copernicus, at El Niño, sum nú er undir menning, fer at styrkjast skjótt komandi mánaðirnar . Seinasta sterka El Niño-fyribrigdið var í 2023–2024. Copernicus vísir á, at sera høgir sjóvarhitar [...] hevur seinastu mánaðirnar tikið skap í Kyrrahavinum. Mátingar hjá evropeisku Copernicus-tænastuni vísa, at sjóvarhitin í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum liggur væl oman fyri miðal. Serliga sæst hetta [...] stórum parti av ekvatoriska Kyrrahavinum, eisini í sokallaða Niño 3.4-økinum, sum verður brúkt til at fylgja við El Niño. Sambært Copernicus hevur hetta hitamynstrið verið sjónligt síðani apríl, og summastaðni
Bjarni Johansen, at tað eigur at vera upp til kommunurnar sjálvar at taka støðu til kommunusamanleggingar. Hann helt, at betri loysnin er at styrkja samstarvið millum kommunur heldur enn at leggja tær saman [...] eigur landsstýrið als ikki at blanda seg upp í, um kommunur leggja saman ella ikki. Hann heldur, at kommunur kunnu loysa nógvar avbjóðingar við at samstarva um uppgávur, uttan at tað krevur eina formliga [...] løgmaður við Sosialin. Hann vísti á, at fleiri kommunur leingi hava tosað um sjálvbodnar samanleggingar, og at landsstýrið í fyrstu atløgu vil geva teimum møguleika at finna loysnir sjálvar. – Vit vilja
ið hava stóran týdning. Eitt nú at vera kreativur, duga at samstarva, duga at taka ábyrgd og mest av øllum evnið til at hugsa sjálvstøðugt. Tískil eiga vit ikki bert at máta børnini út frá fakligum úrslitum [...] væl at arbeiða saman við øðrum. Allir hesir eginleikar hava virði, og samfelagið hevur brúk fyri øllum. Harafturat hevur tað eisini stóran týdning, at børn sleppa at dyrka sínar gávur og uppliva, at tey [...] og hava nakað at geva. Harafturat eiga vit at hava skipanir, sum byggja á álit. Børn mennast best, tá tey sleppa at fáa ábyrgd, læra og ikki minst gera mistøk. Tað er júst á hendan hátt, at tey vaksa. Foreldur
stuðul, og eg fari at gera mítt fyri, at íðkararnir, sum við tolni hava bíðað eftir býráðnum, kunnu fáa eina veruliga breyt at venja og súkkla í. Vit halda, at tað eigur at bera til at finna eina felagsloyn [...] vita, at tað ikki ber til at loysa hetta við at seta skeltir upp. Burtur frá meldrinum Sum býráðspolitikari er neyðugt at kenna Havnar søgu. Gjørdi býráðsmeirilutin tað, so vistu tey eisini, at ríðingin [...] fram á fundum, at andstøðan skal hava ábyrgdina av ætlaðu staðsetingini á Vesturvarða. Hetta er grovt og heilt einfalt ikki rætt. Søgan er tann, at býráðið játtaði fjallasúkklufelagnum at venja har í 2015
einki at siga til, at tað er stórur fagnaður í B68 leguni, og at tað í 07 Vestur leguni er øgiligt vónbrot. B68 sigurin ber við sær, at toftamenn við 15 stigum nú eru røttu megin strikuna, og at 07 Vestur [...] eftir steðgin kendist tað sum um, at viljin og hugburðurin hjá teimum á heimaliðnum vóru frægari, og B68 vann seg til fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at skora. At Fríði í Túni Petersen og Jovan [...] sá tað út til, at hetta var úrslit, sum av álvara var við til at draga B68 nærri niðurflytingini, og í meiri enn ein tíma avrikaði 07 Vestur sum lið, ið ikki eigur at vera kandidatur at flyta niður. So
men at tey raktu hava møguleika at fáa málini roynd í rættarskipanini, skriva uppskotssetararnir. KRIS eigur at verða við Í viðmerkingunum verður dentur lagdur á, at nýggja heildarætlanin eigur at verða [...] kynslig brotsverk at fyrna? Ein týðandi partur av uppskotinum er at endurskoða lóggávuna. Uppskotssetararnir vilja hava mett um revsing, fyrningarfreistir og heimildir hjá myndugleikunum at kanna talgild brotsverk [...] brotsverk. Teir vísa á, at nógv, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, ikki megna at siga frá fyrr enn fleiri ár seinni – ofta sum vaksin. Tá kunnu brotsverkini vera fyrnað. – Vit eiga at gera upp við hetta
Treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum skulu endurskoðast. Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at herða reglurnar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á [...] og luttøku í føroyska samfelagnum. Landsstýrið vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum. Samstundis skal lóggávan [...] karmar fyri, hvør kann fáa varandi uppihald. Málið er at finna eina javnvág millum tørvin á arbeiðsmegi og ynskið um góða integratión. Landsstýrið væntar at leggja fram lógaruppskot um økið í komandi tingsetu
undan kavi, at samgongan er ósamd um ferðavinnulógina. Í ískoytinum til ólavsøkurøðuna verður boðað frá, at lógin um burðardygga ferðavinnu eigur at verða endurskoðað. Samstundis verður nevnt, at burðardy [...] takast av, og at bøndur skulu fáa møguleika at taka gjald frá ferðafólki. Tá Løgtingið umrøddi røðuna í morgun, segði Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at flokkurin ynskir at broyta lógina [...] sigur hann. Hann vísir á, at ferðavinnulógin varð samtykt undir undanfarna landsstýrinum í semju millum samgonguna og Sambandsflokkin. – Vit fara ikki at taka undir við at spola hesi tingini aftur, staðfestir
ikki óvanligt, at fólk vera burturflutt í Nigeria, og tað er ikki langt síðan, at vápnaðir bólkar burturfluttu heili 300 fólk. Sagt verður, at eitt av endamálunum við at burturflyta fólk, er at fáa loysipengar [...] tíðindi úr landinum í dag siga, at 24 fólk eru dripin í einum álopi í nigerianska landslutinum, Plateau. Tað veit tíðindastovan, AFP at siga. Fólk, sum yvirlivdu álopið, siga, at tey, sum lupu á, vóru vápnað [...] loysipengar fyri at lata íbúgvarnar leysar aftur. - Vápnaðir bólkar, sum lúra eftir at tjena pengar á slíkan hátt, eru vorðnir ein stórur trupulleiki í Nigeria, veit AFP at siga.
dag kom fram, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru ósamdir um, hvussu lógin skal broytast. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevur sagt, at flokkurin fer ikki at taka undir við at rulla lógina [...] segði hann. Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at samgongan fer at endurskoða lógina um burðardygga ferðavinnu. Samstundis er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið á 20 krónur fyri hvørja gistinátt [...] um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar skulu ikki gjalda fyri at ganga í haga,