Patrik Johannesen í ár, og hetta var fyrsta ferðin síðani 31. mai, at hann var málskjútti í landskappingini. Eftir hornaspark frá Árna Frederiksberg úr høgru sneiddi Páll A. Klettskarð bóltin í málið til 4-1 [...] hevur nú skorað 20 mál í ársins landskapping. U-21 landsliðsspælarin Virgar Jónsson minkaði um munin til 4-2, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru og við høvdinum sendi bóltin í málið. Tá restaði eitt korter [...] Fyrra royndin hjá KÍ ímóti EB/Streymi í fýra dagar eydnaðist væl. Eftir tveir málleysar javnleikir á heimavølli glapp tað aftur hjá FM favorittunum, sum vunnu 6-2, og sum nú eru seks stig omanfyri NSÍ
- Í dag er 112 dagur í Gjáarlon, Látipípuni og Kongskjallaranum. Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag. Tað er dagstovnaøkið, sum skipar fyri 112 degnum í Vestmanna. - Børnini sleppa at síggja og [...] eisini sjúkrabilur og løgregla. Eitt frálíkt tiltak, har børnini fáa innlit í, hvat tað er, sum hendir, tá bjargingarátøk verða sett í verk.
Vestmanna kommuna skrivar, at listakvinnan var beinavegin sinnað at fara undir uppgávuna, og við nærlagni hevur hon arbeitt upp á listaverkið, sum nú er handað kommununi og komið upp á pláss. Um listaverkið [...] listaverkið sigur Silja - Málningurin eg havi málað, bjóðar áskoðarunum inn í eitt rúm, har sum persónar, lutir og umhvørvi eru tætt samanknýtt. Myndin fevnir um tvey stør lørift og lýsir, við bæði persónligum [...] persónligum og meira sakligum tilgongdum, longsul og nærleika og menniskjaligari samveru. Fólk taka í hvønn annan, halda hvørjum øðrum, nerta við hvønn annan, halda hvørjum øðrum uppi. Ein undirtóni av sorgblíðni
Vestmanna kommuna skrivar, at í hesum sambandi eru øll børn í Vestmanna boðin í høllina at hyggja og fáa autograf ella mynd við leikarunum eftir venjingina. Venjingin í kvøld er liður í fyrireikingunum [...] m til EM-undankappingina, sum byrjar í oktober og til HM-endaspælið í Týsklandi, sum byrjar í november.
mikukvøldið í næstu viku. Úrslitið í kvøld ber við sær, at Víkingur styrkir um sína støðu á fjórða plássi. Víkingur hevur 34 stig, og B36 hevur á fimta plássi 32 stig. At Víkingur í ikki stinnastu útgávu í kvøld [...] Tað endaði málleyst, tá ið KÍ og Víkingur í kvøld settu punktum fyri 22. umfar. KÍ varð roknað at vera stórfavorittur, meðan meistararnir í Víkingi spældu uttan tríggjar av føstu monnunum, sum vóru le [...] kvøld megnaði javnleik í Klaksvík er staðfesting av stóra spenninginum, sum bíðar í steypafinaluni. Hon verður fríggjakvøldið 31. oktober millum KÍ og Víking. -Hetta var spennandi og stórur intensitetur.
30 fer Alex Troleis at bríksla fyri fyrstu ferð í Klaksvík, har meistararnir í Víkingi eru gestir hjá FM favorittunum í KÍ, sum framvegis eru ósigraðir í ársins landskapping. Hallur Hansson, René Shaki [...] var skaddur í nógvar mánaðir, avloysir á vongverjanum í vinstru, og so eru Ingi Arngrímsson í miðverjuni og Arnór Brandsson á miðvøllinum ungir spælarar, sum ikki hava so nógvar royndir í bestu deildini [...] vóru skaðadarvaðir, og at tað var neyðugt við hvíld. Í kvøld eru teir allir millum teir fyrstu ellivu hjá Magnusi Powell. Tað er eitt sindur óvæntað. Í Sosialinum undan vikuskiftinum varð sagt, at René Shaki
endað eru 35 bølutir í Haraldssundi. Nú er málið latið til Matrikul, sum setur mark, rættar kort og matrikul, og avroknar fyri útskiftingina. Onnur útskiftingarmál eru eisini ávegis. Í Depli fyri Norðan og [...] frá, at ongin hevði kært. Útskiftingin í Haraldssundi er sostatt endað. Uml. 100 ognir vórðu ávirkaðar av útskiftingini. Tvey ógreið eigaraviðurskifti vórðu fingin í rættlag. Øki sum er farið undir veg eru [...] góðskumetingin løgd fram og latin til kæru. Útskiftingarlógin gevur tí almenna møguleika at ognartaka í samband við innangarðsútskifting. Ognartøkugjaldi er við til at fíggja útskiftingina. Meðan góðskumetingin
m. Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag. Víst verður á, at í Vestmanna búgva fleiri tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju. - Til setanina av fjølmentanarvikuni [...] an 2025 verður sett í Vestmanna í seinnu hálvu av oktober. - Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum [...] vísa á nakað av tí, sum heimland teirra umboðar. Fjølmentanarvikan verður sett í Vestmanna hin 22. oktober, og hon heldur fram í eina viku runt landið. - Skráin fyri setanina verður almenn hálvan oktober,
Í dag sendi Rumenia upp tvey jagaraflogfør, tí ein russisk drona var komin inn í rumenskt loftrúm. - Hetta hendi í einum russiskum álopi á undirstøðukervið í Ukraina, nær markinum til Rumenia, upplýsir [...] bæði í ES og Nato og hevur eitt 650 kilometra langt mark móti Ukraina. Tað er fleiri ferðir hent, síðan Russland leyp á Ukraina, at leivdir frá russiskum dronum eru dotnar niður í rumenskum øki. Í dag sendi [...] sendi Rumenia so upp tvey F-16 jagaraflogfør, eins og ibúgvar í Tulcea-fylkinum, nærindis Donau, vórðu bidnir um at søkja sær skjól. - Dronan kom ikki inn yvir bygt øki og var ikki til vanda fyri íbúgvarnar
Í nátt eru trý fólk dripin í russiskum álopum á ukrainsku regiónina, Sumy, sum hevur mark til russisku Kursk-regiónina. Guvernørurin í regiónini, Oleh Hryhory, upplýsir, at tríggir íbúgvar í Sumy - ella [...] ella nærindis Sumy - vórðu rakt í russiskum dronu-og rakettálopi. Haraftrat eru fimm fólk í økinum særd í russiska álopinum. Tíðindastovan NTB veit at siga, at russiski herurin roynir at bróta ígjøgnum [...] markinum millum londini. Russar hava soleiðis eisini í fleiri mánaðir roynt at fingið fótafesti í Sumy-regiónini, og tað hevur eydnast at taka onkrar smábygdir í økinum. Men, her hava russar ikki havt nøkur munandi