leygardagin. Tað er í morgin, hin 29. august, at Viðareiði aftur verður karmur um Norð Festivalin, og nú festivalurin er nær, sæst týðiliga, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran fyri dagin [...] á Viðareiði við barnalandi, kamping, mati og festivalstemningi í serstøku náttúruni har norðuri. Ókeypis bussar koyra eisini úr Klaksvík til Viðareiðis regluliga gjøgnum dagin og náttina, og náttarbussur [...] hesaferð verður útseldur, siga fyriskipararnir. D-A-D á odda fyri stórari skrá Norð Festivalurin hevur í ár eina fjølbroytta skrá við bæði stórum útlendskum og føroyskum nøvnum. Stóra høvuðsnavnið er legendariski
Á spinnarínum í Klaksvík ganga rokkarnir. Her fær gamla yrkið at virka ull nýtt lív. Guðrun Elttør er forkvinna í áhugafelagnum Spinnaríið. Áhugafelagið byrjaði sítt virksemi fyri fýra árum síðani, og [...] spinnarí í 1966. Tann ætlanin bleiv tó slept, í staðin standa nakrar av maskinunum og prýða hølini, og vísa á gamla framleiðsluháttin. Tá tey høvdu staðfest at gomlu maskinurnar ikki fingust í gongd aftur [...] Onkuntíð er ullin full í mosa, grasi og sandi, og onkuntíð er hon púra rein. - Vit hava vaskimaskinu og trumlu, og tá hon er full í ull, drússar so nógvur sandur burturúr at gólvið er svart í sandi. Seyðurin
stig, fer í annaðkvøld at seta punktum fyri hesum umfarinum ímóti KÍ í Klaksvík. Tey trý, sum undan hesum umfarinum vóru niðast á støðutalvuni fingu eitt stig í part. B68 vann fyrr í dag eitt stig í Gundadali [...] Tað endaði 1-1, tá ið Skála ÍF í kvøld undir Mýruhjalla hevði vitjan av 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at Skála flytur eitt pláss upp. Skála er nú – í hvussu so er inntil í annaðkvøld – á sjeynda plássi [...] odda. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Høgni Egilstoft Nielsen var málskjútti í Meistaradeildini, har hann ikki hevur skorað mál í meiri enn trý ár. Eitt korter eftir, at 07 Vestur hevði lagt seg á odda
Í kvøld klokkan 18.30 verður fimti og seinasti dysturin í 21. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur. Á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík tekur KÍ móti EB/Streymi. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum [...] dystinum. KÍ er næstfremst í deildini við 38 stigum. EB/Streymur er nummar átta við 20 stigum. 20. mars endaði dysturin millum EB/Streym og KÍ við Margáir í Streymnesi við javnleiki 0-0. 30. mai vann KÍ
U.S. Coast Guard eru serliga áhugað í ferðamannaskipum og trygdarkrøvum í havnunum, og møguligt var at eygleiða ferðamannaskip, sum lógu við havn. Yvirgangsatsóknin í New York hin 11. september 2001 er [...] seta í verk fyribyrgjandi tiltøk í verk ímóti yvirgangsatsóknum o.ø. ímóti skipum og havnum. Tað er serliga umráðandi fyri USA, at havnir, hagar amerikanskir borgarar ferðast, lúka trygdarkrøvini í ISPS-koduni [...] Landsverk vitjaðu 4 av teimum 14 ISPS -havnunum. Vitjað var í Havn, Klaksvík, Fuglafirði og Runavík. Hetta var triðja vitjanin hjá U.S. Coast Guard í Føroyum.
Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið, tí eitt barn í bilinum ikki var spent fast. Ein annar varð skrivaður fyri at brúka fartelefon undir koyring, sum eisini gevur klipp í koyrikortið. Eitt prutl varð
farloyvisstarvið er galdandi í eitt ár. - Hans Andrias Olsen er 41 ára gamal, uppvaksin í Klaksvík og er búsitandi í Norðragøtu. Hans Andrias varð útbúgvin námsfrøðingur í 2014 og hevur starvast innan [...] býráðsfundi hin 13. juli samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at seta Hans Andrias Olsen í farloyvisstarvið sum leiðari á Dagstovninum við Kráir í Hvalvík. Hann byrjar í starvinum komandi týsdag, 1. september [...] frítíðarskúla- og dagstovnsøkið, umframt serøkið. Í Sunda kommunu vísa tey á, at síðan 2019 hevur hann starvast sum leiðari í Frítíðarskúlanum við Stórá í Runavíkar kommunu. - Eitt stutt skifti starvaðist
1,5 Tesla-skannarin verða brúktur í staðin. Kemur ikki í staðin fyri mammografi MR-skanning av bróstum verður ikki eitt vanligt tilboð til allar kvinnur og kemur ikki í staðin fyri mammografikanningar. [...] eftir ætlan MR-skannaðar fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november. Skanningarnar skulu serliga brúkast til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba. Sjúkrahúsverkið er komið so [...] MR-skanningar av bróstum væntandi kunnu byrja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november 2026. Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu. Elsebeth
hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum hetta kappingarárið. KÍ vann báðar dystirnar móti EB/Streymi við Djúpumýru í Klaksvík, meðan dysturin við Margáir endaði við javnleiki [...] Javnleikurin við Margáir var fyrsta stigið EB/Streymur fekk móti KÍ í bestu mansdeildini síðani 6. august 2017. Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 5-1 til KÍ. EB/Streymur-KÍ
endaði við 3-0 favorittsigri til heimaliðið, tá ið KÍ og EB/Streymur í kvøld í góðveðrinum í Klaksvík settu punktum fyri 21. leikumfari í Meistaradeildini. Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur 41 stig og er [...] Klettskarð í 69. minutti og seks minuttir eftir, at hann var skiftur inn, úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið. EB/Streymur spenti álopsbogan, og í eina løtu vóru tað fleiri spentar støður í KÍ brotsteiginum [...] er trý stig frá NSÍ, sum er topplið og favorittur at vinna FM. Tapið í Klaksvík í kvøld ber við sær, at EB(Streymur framvegis er á áttanda plássi við 20 stigum. Tað eru tvey stig aftur til 07 Vestur og fýra