Jens verið ein fyrimynd bæði í Frælsi og í føroyska rennarumhvørvinum sum heild. Tí var tað eisini ein væl uppiborin heiður, tá Jens R. Weihe í dag varð gjørdur til heiðurslim í Frælsi. Hjartaliga tillukku [...] sera væl aftur. Jens hevur í nógv ár verið ein trúgvur partur av føroyska rennarumhvørvinum. Áðrenn renniskógvarnir gjørdust ein so stórur partur av gerandisdegnum, var tað serliga fótbólturin, sum fylti [...] og eitt stórt tal av hálvmaratonum og øðrum kappingum. Síðstu árini hevur hann runnið umleið 3.500 kilometrar um árið. Jens er í dag 78 ár, men ferðin er framvegis góð. So seint sum í gjár rann hann Føroya
(COO) í kompasbank, har ið hann saman við stovnaranum situr í stjórnini og hevur ábyrgd av eitt nú rakstri, sølu og kreditti. Áðrenn hann fór til kompasbank, arbeiddi Rune Nørregaard í 13 ár í Føroya [...] Føroya Banka-samtakinum. Í 12 av hesum árunum sat hann í samtaksleiðsluni sum eitt nú kredittstjóri og fíggjarstjóri. Hann hevði ábyrgd av fíggjar- og greiningarøkinum, ‘treasury’, kreditti, kt og fleiri týðandi [...] Ellefsen, nevndarformaður í P/F Tryggingarfelagnum LÍV. Rune Nørregaard hevur meira enn 15 ára royndir úr fíggjar- og tryggingarvinnuni í Danmark, Føroyum og hinum Norðurlondunum. Hann er í dag bankastjóri og
Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu: Samandráttur av frágreiðing, sum Eldraráðið í Tórshavnar kommunu hevur handað kommununi Uppgávan hjá Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu er at vera talurør fyri tey eldru í kommununi [...] uttan vanda fyri at detta í ánna. Neyðútgongd í Tilhaldinum í Nólsoy Av tí at hesi viðurskifti økja um vandan fyri álvarligum avleiðingum, um ringasta støðan skuldi komið í, verður staðiliga heitt á kommununa [...] Støðini, sum Eldraráðið vitjaði vóru røktarheim, sambýlir, tilhald og heimarøktin í kommununi. Vitjanirnar fóru fram í tíðarskeiðnum febr. – mai. 2026. Samskift var við; brúkarar/búfólk, avvarðandi og
Avgerðin hjá russiskum myndugleikum kemur í kjalarvørrinum av, at týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul, hevur givið russum boð um, at russiska konsulátið í Bonn skal lata aftur. Týski uttanríkisráðharrin [...] harrin hevur nevniliga lagt Russland undir at standa aftanfyri dropuálopið á flogvøllin í Leipzig í byrjanini av august. [...] Øll starvsfólkini á týska konsulátinum í russiska stórbýnum, St. Pætursborg, skulu verða farin úr Russlandi innan hin 18. september. Tað upplýsir russiska uttanríkisráðið sambært almennu russisku tíði
skanning av bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon spyr, um Sjúkrahúsverkið nú er liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum skulu til fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar [...] bróstskanningar longu verða gjørdar í 3 Tesla-skannaranum á sjúkrahúsinum. Um so ikki er, spyr hon, nær væntast kann, at fyrstu MR-skanningarnar av bróstum kunnu setast í verk. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur [...] vísir á, at landsstýriskvinnan í svari upp á ein fyrispurning fyrr í ár segði, at útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar væntandi skuldu verða klár undan summarfrítíðini í ár. – Nú summarferian er farin
særd í álopunum, harav trý børn. Ein røð av ógvusligum spreingingum vóru at hoyra í ukrainska høvuðsstaðnum, eftir at loftverjan í Kyiv ávaraði um eitt russiskt ballistiskt álop. AFP-tíðindafólk í Kyiv [...] himmalinum í náttarmyrkrinum. Russar siga seg hava lopið á orku-og hernaðarmál í Kyiv og Odessa, sum er ein av ukrainsku svartahavsbýunum. Ukrainskar dronur hava eisini lopið á mál í Russlandi í nátt, og [...] Almenna ukrainska tíðindastovan Ukrinform veit í morgun at siga, at átta fólk eru dripin í russiskum rakettálopi á Kyiv í nátt. Sagt verður, at seks av teimum dripnu høvdu starv hjá almenna jarnbreytarfelagnum
umsiting av hav- og sjótilfeingi, umframt týdningin av øktum samstarvi um trygd og tilbúgving í Arktis. Í sambandi við ráðstevnuna hevði landsstýrismaðurin eisini fund við ES-nevndarlimin í hav- og f [...] Landsstýrismaðurin tók lut í samrøðu á palli við aðalstjóran í DG Mare, Charlina Vitcheva, á tiltaki við heitinum “The Arctic today”. Í samrøðuni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av altjóða samstarvi, [...] umboð fyri upprunafólk at viðgera viðurskifti í Arktis. Á skránni eru evni sum altjóða samstarv, burðardygg og búskaparlig menning í Arktis, avbjóðingar í sambandi við veðurlagsbroytingar, samstarv millum
álit á Infantino. Fótbóltssambondini í Svøríki og Wales hava harumframt tikið stuðulin til eitt møguligt afturval av Infantino aftur, og í gjár skuldsetti forsetin í jordanska fótbóltssambandinum Fifa fyri [...] gjørd, eftir at uppskotið lak til miðlarnar, stendur í brævinum, sum bæði Gianni Infantino og aðalskrivarin í Fifa, Mattias Grafström, hava skrivað undir. Í brævinum biðja teir um umbering fyri mistøkini og [...] Tað gongur fram av einum brævi, sum Fifa hevur almannakunngjørt sambært Sky News. – Vit viðurkenna, at mistøk vórðu gjørd í tilgongdini kring uppskotið um at stovna Fifa Forward Enterprise. Vit viðurkenna
skundpakka við trimum átøkum fyri at basa misnýtslu av vitlíki á gymnasialu útbúgvingunum í Danmark. Ein av størstu broytingunum er, at skúlar skulu taka í nýtslu skipanir, sum hava eftirlit við skíggjanum [...] Eisini formaðurin í Danske Erhvervsskoler og Gymnasier heldur, at størri tørvur er á at hugsa um, hvussu undirvísing skal skipast í einari vitlíkis-tíð, heldur enn bert at seta eftirlitstiltøk í verk. Danska [...] veg, og at ein landsfevnandi strategi fyri nýtslu av vitlíki í skúla- og útbúgvingarskipanini skal gerast. Hetta er fyrstu ferð, at ein heilur árgangur av studentum hevur havt atgongd til vitlíki gjøgnum
Gaard, sum í útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti hjá Kringvarpinum leggur dent á, at náttúrukunnleikin hjá børnum eigur at styrkjast. Hann fegnast um, at nýggja náttúruverndarlógin kom í gildi í 2024, og [...] lívfrøðingurin. Útsagnirnar vórðu bornar fram í fjórða parti av útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti , sum Kringvarpið hevur sent um trýstið á føroysku náttúruna orsakað av útbyggingum og vaksandi menning. [...] partur av uppgávuni. – Yvirhøvur hava fólk umsorgan fyri tí, tey kenna. Tí eiga vit at skipa so fyri, at fólk fáa tættari samband við náttúruna, sigur Magnus Gaard. Hann vísir á, at lívfrøði fyrr í størri