Viðareiðis, ein í Horni í Klaksvík og tvær til Svínoyar. Tey eru mong kring landið, sum eru ættað frá hesum fimm døtrunum hjá Líggjasi í Keldhúsinum í Hattarvík. Onnur av teimum báðum, sum fóru til Svínoyar, [...] døtur: Tann eldra var Alisa, sum var fødd í 1927, og sum doyði í mars 2000. Hon var gift Torbjørni Hjelm úr Vági, og tey búðu í Klaksvík. Og so var tað Tórgerð, sum í dag hevur rokkið teimum áttati. Eisini [...] við Olivuri í Gøtu, sum fór at føra Harald, tá ið Jóannes druknaði í 1937, og sum seinni var við Polarfarinum. Eftir at tey vóru komin til Klaksvíkar, arbeiddi Símun Petur í grótbrotinum í nøkur ár. Tey
fótbóltslandsliðnum í seinna dystinum á venjingarleguni í Cadiz í Spania. Eftir at hava tapt fyrra dystin 0-6 móti Pólandi, vunnu føroyingarnir 4-2 á Luksembourg, hóast teir vóru aftan fyri 0-1 í hálvleikinum [...] vóru Súni Olsen í vinstru, Christian Høgni Jacobsen í høgru, og so teir báðir Johan Byrial Hansen og Atli Danielsen í miðverjuni. Á miðvøllinum leiktu Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen [...] góðar venjinar, ið hópurin hevur havt í Spania. Næsta uppgávan hjá føroyska landsliðnum verður so landsdysturin ímóti Hollandi í juni. Dysturin verður leiktur í Lausanne í Sveits, og Henrik Larsen vónar, at
um í landinum og handaði fólki gassmaskur, var hann eisini í lítlari bygd í Norðoyggjum. Tá hann kemur til bygdina, møtir hann trimum gentum, allar í sama slag reyðpuntutum kjóla. Hann hyggur upp í vindeyguni [...] Har eru gardinurnar reyðpuntutar. Konan í húsinum er í reyðpuntutum turriklæði. Eisini í hinum húsunum eru gardinurnar reyðpuntutar, og konan í seinasta húsinum er í reyðpuntutum fyriklæði. Tá dugir hann [...] kvinna og skald. Fleiri sálmar, sum hon hevur yrkt ella týtt, eru í Sálmabókini. Heima í Føroyum var Dánjal eitt skifti vikarur í skúlanum í Kvívík. Men mest plagdi hann at siga frá einum øðrum arbeiði, hann
at koma nær í námind av søguligum tilfari, uttan at teir skulu fremja søgumanipulatión og søgufalsan. Og hetta avdúkar Zakarias longu í grein síni og í lýsingini eftir stuðlum. Hann sigur í grein síni t [...] fyrsti løgmaður í nýggjari tíð. Teir vóru mótpolarnir í føroyskum politikki í nógv ár, so teirra virksemi hevur verið á sama støði. Umframt teirra politiska virksemi eru teir nevndir í bílætateksti – Jóannes [...] Jóannesi Paturssyni, so nevndi Jógvan E. Ósá í sendingini Álvaratos í útvarpinum í samband við nýggju kirkjuna á Argjum sera vakra sálmin Fedranna kirkja í Føroya tjóð sum sálmin hjá Jóannesi Paturssyni
Hon var fødd 1927 í Miðvági sum tað fjórða av átta systkjum. Foreldrini vóru Aksel Niclasen og Thomina Niclasen, fødd Johannesen, bæði úr Miðvági. Abbi bygdi hús í býlinginum Í Húsi í Miðvági og her búleikaðist [...] tá ið man er uppvaksin í Miðvági, størsta grindaplássi í Føroyum. Níggju ára gomul fekk mamma tuberklasjúkuna og var innløgd á sjúkrahúsinum, har hon var í 10 mánaðir. Tað var í hesum tíðarskeiði, at hon [...] Hesa tíðina búði hon í barakkini, har sjúkrasystranæmingarnir vanliga búðu. Í 1947 hitti mamma komandi manni sínum, Daniel Johannes Kragesteen, vanliga nevndur Hannis. Tey hittust í Sjónleikarahúsinum og
Joensen, Óli í Skúla í Klaksvík 1876 - 1964 Andrass Samuelsen í Fuglafirði 1873 - 1954 Johan M. Fr. Poulsen á Strondum 1890 - 1980 Hans Iversen, Hanus í Kollinum í Kvívík 1884 - 1984 Trygve Samuelsen í Tórshavn [...] Harnæst vóru tað javnaðarmenninir: Jacob Edvard Jacobsen í Klaksvík 1889 - 1947 Jákup Frederik Øregaard í Gøtu 1906 - 1980 Jákup í Jákupsstovu í Sørvági 1922 - 1976 Jóan Petur Davidsen á Sandi 1890 - 1972 [...] okkara. Í 1930, tá ið danski forsætisráðharrin Stauning hevði verið siglingartúr í Grønlandi, legði hann inn í Føroyum á vegnum. Her fekk hann tað hugskot, at tað var rætt at halda eina fólkaatkvøðu í Føroyum
eru stórar ættir, sum hava sett síni spor í samfelagnum. Ein av hesum er Geilaættin í Havn, sum hevur verið nógv umrødd í hesum teigi. Mamma tann gamla Djóna í Geil var Anna, dóttir Andrass. Annað dømi [...] burtur at læra, og hetta vildi pápi hansara gera møguligt. Í 1844 kemur hann til Danmarkar og fer í læru sum skipasmiður. Hann er liðugur í 1846 og fer heim aftur til Føroya. Tað verður sagt, at hann [...] Roskilde í 1846. Niels giftist 10. juni 1853, 30 ára gamal, við Mariu Jákupsdóttir úr Klokkarastovu í Havn. Á yngri árum varð Niels kallaður Smiðurin og seinni Gamli Smiður. Hann kom at vera við í nógvum
aftur á jóansøku í Vági var tað fjórðu ferð, at tey hittast, teir gomlu klassafelagarnir, sum fóru í fyrsta klassa í Vági í 1943 og 1944. Og tá var barnatalið í Vági øðrvísi enn tað er í dag, tí tilsamans [...] vóru tey yvir 90 børn, sum byrjaðu í fyrsta klassa í Vági hesi bæði árini. Afturat teimum komu so børnini úr Porkeri, Hovi, Lopra og Sumba eisini at ganga í skúla í Vági í ledri klassum, umframt at onkur [...] skúla fóru tey, sum vera man, í hvør sítt herðashorn, har leiðin nú einaferð førdi tey og har, tey settust niður. Nógv teirra búleikast eyðvitað enn í Vági og aðrastaðni í Føroyum, men tey eru eisini nógv
Barnamøti kl. 11. Vit eru við í tiltakinum í Havn við Jens Garnfelt. Missiónsvikan í KFUM og K í Klaksvík Leygardagin kl. 10 kaffi, te og rundstykkir. Bíbliutími við Johannes Mortensen trúboðara. Evni: [...] Lamhauge, Heygsbreyt 2. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, Guttorm Zachariasen sigur frá. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli [...] evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 10, 14 og kl. 20 seminar í læraraskúlahøllini v/ Jens Garnfeldt, í morgin kl. 11 og 18 møti v/ Jens Garnfeldt. Mánadagin kl. 20
suðuri í Sandvík (sögdu maoistarnir í Skrivarastovu). Fast skorðaður í afturlítandi hugmyndir um tjóðskap frá tíðini um og eftir 1946 (sögdu Framamenn). Sjálvur helt eg hann vera í so burturheftan í eina [...] aranum í skaldsöguni Barba og harra Pál, honum dámdi at resonnera. At ivast í sær sjálvum og öðrum. Og víst var hann sjálvstýrissinni inn í mergin. Men nei, hann hevði ongantíð verið limur í Tjóðve [...] eina skaldsliga uppgerð við ættarlið í føroyskum bókmentum sum eg í ungøði míni og fleiri við mær í besta lagi hildu vera óviðkomandi. Men maðurin sum tók ímóti mær á skrivstovuni úti á Háskúlanum var annar