teir tríggjar høvuðsstaðirnar í Útnorðri styrkjast. Fundur ímillum umboð fyri býráðini í Tórshavn, Reykjavík og Nuuk hevur júst verið í Reykjavík. Leivur Hansen, Býráðsformaður í Havn sigur, at á tí fundinum [...] ímillum teir tríggjar høvuðsstaðirnar í útnorðri. Næsta ár verður fundur í Reykjavík. Hetta kemst av, at tí, at í íslendski høvuðsstaðurin er ein av teimum níggju býunum í Evropa, sum eru útnevndir at vera [...] býráðini í teimum trimum høvuðsstaðunum góðkenna reglugerðina. Reykjavíkar Býráð skuldi viðgera reglugerðina í dag, Tórshavnar Býráð fer at viðgera málið hóskvøldið, men tað er óvist, nær býráðið í Nuuk fer
borgarstjórin í Runavík um tær ætlanir, sum eru fyri mentanarpolitikkin í kommununi. Runavíkar Kommuna er í støðugum vøkstri. Fólk flyta til, og stórur áhugi er fyri grundstykkjum, sigur borgarstjórin. Í ár eru [...] sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík. Í dag búgva beint oman fyri 2.500 fólk aftur í Runavíkar Kommunu. Tá mest var áðrenn kreppuna, búðu 2.543 fólk í kommununi. Men tað krevur eisini nakað [...] gamlir og í ávísan mun eisini niðurslitnir. Tað hevur leingi verið eitt ynski, at fáa eina endaliga loysn á skúlamálinum, og tað fer at verða arbeitt álvarsliga fram í móti at fáa hana avgreidda í hesum árinum
Soleiðis yrkti Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík í táttinum “Gentukæti”, sum byrjar við vælkendu orðunum: “Til Havnar vit fara...”. Í dag er synd at siga, at nógv skip duffa á Vestaruvág, men mær kemur til [...] til hugs henda tátt, sum enn verður kvøðin á gólvi og sungin í góðum veitslulag, sjálvt um hann varð yrktur í 1894. Tí í valstríðnum í Havn er gamla fiska- og flakavirkið Bacalao nevniliga komið á breddan [...] familjur í Havn, og har forvann mangur drongur og mong genta sínar fyrstu krónur í fiskaarbeiði, men “nú er alt bara minnir”, sum Jens Eli Ellefsen syngur í einum av sínum vælkendu sangum. Í 2011 keypti
sæti á tingi sum varalimur. Nú er hon limur í eldraráðnum í Havn. Eisini innan kristiligt virksemi er Eydna virkin. Hon hevur í fleiri ár verið ein vertur í útvarpsstøðini Lindin og hevur staðið fyri nógvum [...] 70 ár ---- Í gjár - tann 21. apríl – fylti Eydna Háberg í Havn 70 ár. Hon er dóttir Hjørdis og Petur Háberg. Tey koma bæði frá kendum ættum. Foreldrini hjá Petur vóru Malla, ættað úr Geil í Havn, og Napoleon [...] Eydna vaks upp í Magnus Heinasonargøtu í Havn saman við sínum fimm systkjum, Beintu, Jógvan Páll, Elmu, Pætur og Maluni. Umframt tey vóru eisini omman, Elisabeth, og mostirin, Rikka, í húsi. Hetta var
næstu árini, verður eginpeningurin uppi í 2023. Kassin hjá ALS tømist rættiliga skjótt, tí í august í 2009 hevði skipanin eina eginogn á 742 milliónir krónur, men í dag er hon komin niður á 300 milliónir [...] arbeiðsloysið. Sostatt verður neyðugt at seta tiltøk í verk í næstum fyri at framtíðartryggja haldførið í ALS Hetta er eisini eitt mál, tey arbeiða við í ALS, men enn eru tey ongan veg komin. Fyribils eru [...] stjórin fyri ALS. Við í viðgerðini eru tískil eisini møguleikarnir at vera við í inntøkuskapandi virksemi. Hinvegin hevur hann ikki hug at fara í smálutir, nú ið tey eru komin so stutt í viðgerðini. Men y
hava ikki verið í samband við felagið í Gøtu, og vit vita tí í løtuni ikki um felagið í Gøtu, sum hevur víst seg at vera opið fyri kapping, kanska eisini vildi verið við í verkætlanini í Fuglafirði. Vit [...] skal byrja at taka ímóti makreli longu í summar. Ætlanin ikki slept Sosialurin hevur spurt Sigurd Simonsen, borgarstjóra í Fuglafjarðar kommunu, um uppsjóvarætlaninar í Fuglafirði nú eru sleptar, tá eitt nýtt [...] kemur at standa uppi í Fuglafirði áðrenn langt um líður, sigur borgarstjórin. Ikki hugalig tíðindi Sigurd Simonsen ásannar, at tað eftir hansara tykki hevði verið betri fyri verkætlanina í Fuglafirði, um
sandvíkingar fingu ikki nógvan skurð úr Lítlu Dímun í ár. Mánadagin vóru tey í oynni, sum tey siga, í bestu líkindum, sum hugsast kundi Við vóru 40-42 mans og uppi í oynni vóru 35-36 mans. Eliesar Poulsen, sum [...] sum í ár, merkist tað í nøkur ár. Hann sigur, at einasti máti at fáa seyðatalið upp, er at taka minni, tí nú sleppa teir ikki at longur at føra seyð út í oynna. Teir kunnu bara føra brundar út í oynna [...] verið 10 ár ímillum, at seyður er sleptur í oynna. Men nú er langt síðani síðst, tí seinast var fyrst í áttatiárunum. Annars varð seyður sleptur út báði í 1972 og í 1977, so nú halda teir, at tað kundi trongt
sundur í samband og sjálvstýri, og tað var eisini í hesum árinum, at Tingakrossur kom út fyrstu ferð og sama ár varð parlementarisman sett í gildi í Danmark. Fólkatalið í Føroyum var 15.230 og í Havn búðu [...] um eina heila øld at siga. Í stuttum kann sigast, at meira er hent í lívstíðini hjá Onnu enn í øll hini 1000 árini, Føroyar hava verið bygdar. Her kann nevnast, at tað var í 1901, at okkara politiska skipan [...] framvegis púra klár, og hvønn dag situr hon uppi og bindur. Minni hennara er heilt ótrúligt. Hon minnist kongavitjanini í Havn í 1907 - fyri 98 árum síðani. Tað var í hesum árinum, at brennivínslógin varð samtykt
er bygt í 1914 og hevur verið brúkt til eitt sindur av hvørjum gjøgnum árini. Fyrstu árini var tað fiskiskip, síðan nøkur ár sum ferja. Í fleiri ár lá skipið á einum skeri. Í 1978 bleiv tað sett í stand [...] hevur fyrr verið í Føroyum, lá í Vágsbotni og var tá á ferð til Grønlands. Framstig sigldi kring jørðina á eini ferð, ið vardi 2½ ár. Herímillum steðgaði skipið í Papa Ný-Guinea. Umborð í hugnaligu og sum [...] a. havt framsýning í listaskálanum og hevur í løtuni framsýning í Grimsby, Skotlandi. Meðan vit sita og práta koma vit av óvart til at vekja hann. Men hann, eins og hinir báðir, eru í góðum lag. Teir eru
skipanini. Í august í 2000 avdúkaði ein kanning ikki færri enn 3.500 brek í elektrisku skipanini umborð á »Columbia«. Í oktober sama ár mátti ein ferð hjá ferjuni avlýsast, tí vandi var fyri spreinging í einum [...] vanlukkuna við rúmdarferjuni »Challenger« í 1986 varð avgjørt at steðga øllum ferðum við rúmdarferjunum í tvey ár. Hesi árini setti NASA trygdina í hásætið, og á heysti í 2000 bað tann serliga rúmdarnevndin [...] »Challenger« í 1986, mugu vit taka neyðug stig alt fyri eitt. Tann alt ov tunga og útslitna »Columbia« má takast úr flúgving beinanvegin, segði Don Nielson í einari av sínum ávaringum. Men leiðslan í NASA lurtaði