sínum egna heimlandi og vinnan í teimum londum, tey koma til, hevur samstundis eitt tryggari grundarlag. Fiskavirkisstjórin sigur, at útlendsk arbeiðsmegi í staðin fyri at hótta føroysku arbeiðsmegina hevði [...] Fiskavirkisleiðarin sigur, at soleiðis, sum støðan er á føroyska arbeiðsmarknaðinum, er í stóran mun brúk fyri útlendskari arbeiðsmegi. - Øll onnur lond gera tað, men her í Føroyum er tað "tabu". Tað, sum fis [...] til, er, at onnur lond hava nógva útlendska arbeiðsmegi, sum arbeiðir eftir heilt øðrum treytum enn teimum, sum arbeiðsorkan í viðkomandi landi annars hevur. - Tey, sum koma til londini at arbeiða, fáa væl
Irak innan eitt ár. Samstundis siga heili 53 prosent av teimum spurdu hermonnunum, at USA eigur at tvífalda hermannatalið og bumbuálopini í Irak fyri at steðga uppreistrinum. Ikki borgarakríggj Teir hørðu [...] at samstarva, og vit skulu hjálpa teimum at røkka málinum, segði forsetin við sjónvarpið ABC í gjár. Síðani ókendir menn søktu at einum shiamuslimskum halgidómi fyri einari viku síðani, hava meiri enn
samdir um at skerja tær almennu útreiðslurnar munandi fyri at skerja hallið á fíggjarlógini. CDU hevur sagt, at tað er neyðugt at skerja útreiðslurnar fyri at lækka skattin, men hesum hava sosialdemokratiskir [...] Hýrurin var góður á høvuðsskrivstovuni hjá teimum kristiligu demokratunum í Týsklandi sunnukvøldið, tá tað frættist, at veljararnir í býnum Dresden høvdu flokkinum eitt umboð afturat í samveldisdagin. [...] Úrslitið í Dresden ber í sær, at samgongan hjá CDU og CSU hevur 226 umboð í samveldisdegnum ímóti teimum 222 hjá sosialdemokratunum. Í Dresden fekk CDU 36,99 prosent av atkvøðunum, meðan SPD fekk 31,13
komin fyri at verða Terji Rasmussen hevur gjørt nógv burtur úr dystinum, sum skuldi verða á Ovastevnu millum tónleikarar. Liðini stillaðu upp soleiðis, at tónleikarar undir 30 leiktu móti teimum yvir 30 [...] alla tíðina framman fyri, og nakað út í seinna hálvleik var støðan ikki minni enn 11-5. Men so tóku teir yngru dyk á seg, og hetta - allarhelst saman við, at kreftirnar hjá teimum eldru so líðandi gingu
Adjágas er fólkatónleikur, sum allatíðina er borin uppi av joiksanginum hjá teimum báðum Sara Marielle Gaup og Lawra Somby. Tað eru fyri tað mesta tey bæði, sum mynda tónleikin. Ein tónleikari spældi bæði banjo [...] stórur partur av sterka útrykkinum. Allatíðina var tað siðbundni joikasangurin, sum var í miðdeplinum. Fyri tað mesta var tað rættiliga friðarligur tónleikur, sum tó onkuntíð varð bygdur upp til meira larmutan [...] fingu við, hvat lögini snúðu seg um. Tað sást, at tey elska tað, tey gera. Spæligleðin lýsti av teimum. Kanska hevði hetta riggað betur á einum minni palli, har tey vóru tættari við áhoyrararnar, men
fáa sín boðskap óskerdan út til veljaran, og at loyva øllum valevnum, eisini teimum ungu og nýggju, framat í sama mun sum teimum garvaðu. Í løtuni er tað bert heimasíðan hjá Fólkaflokkinum, sum nýtir sonevnt [...] stóran týdning í komandi valstríðnum, og allir fyrireika seg til avbjóðingina Tá vit spurdu okkum fyri hjá politisku flokkunum hvussu teir mettu týdningin av alnetinum í komandi valstríðnum, so vóru teir [...] vístu í gjár á, at alnetið fór at hava stóran týdning í valstríðnum og kanska fór at gerast avgerandi fyri valið. Og hóast ikki allir flokkar vilja fara so vítt, so síggja teir allir møguleikarnar í alnetinum
menn spældu ein fantastiskan seinnahálvleik, men normenninir vóru ótrúliga góðir. Leikferðin hjá teimum var ótrúliga høg, og hvørja ferð at okkara gjørdu ein feil, blivu vit straffaðir av normonnum. Eg [...] kemur allatíðina maður í mans stað. Hjá okkum hvílir ov nógv á einkultum leikarum. Men hvat skal til fyri at fáa okkara landslið á eitt enn hægri støði sambært Jóhani Danielsen? - Eg haldi, at tað er ógvuliga [...] ungdómslandslið. Á henda hátt ber betur til at lokka ungdómar til at blíva við at spæla hondbólt, ístaðin fyri at velja tað frá. Eisini er umráðandi, at ungir spælarar so sum Sveinur Justinussen fara av landinum
vikurnar hava fleiri av teimum heilt stóru stuðulsleikarunum boðað frá, at teir gevast á landsliðnum. Og nú skal venjarin, Raymond Domenech, eisini vera Vieira fyriuttan í tveimum teimum fyrstu dystunum í hesi [...] franska landsliðnum. Vieira fekk ein lærskaða undir EM-endaspælinum, og hann hevur ikki verið førur fyri at spæla við fullari ferð síðani. Tí er ikki væntandi, at hann verður klárur til komandi landsdystir [...] og Marcel Desailly frá, at teir ikki vildu spæla á landsliðnum longur. Tí er tað ein dyggur smeitur fyri landsliðið at missa ein av sínum royndastu leikarum, sum skal lyfta arvin eftir hesar leikarar. Domenech
møguleiki fyri broytingum, og vit hava sjálvandi eygu og oyru opin, men nakað ítøkiligt er talan ikki um í løtuni, staðfestir hann. Longu í vikuni leggja B36'arnir aftur til brots í venjingini, sum fyri tað [...] B36 Við hesum hevur B36 steðga teimum gitingum, sum seinastu tíðina hava verið frammi um landsliðsspælaran. Fróði var í fjør ein týðandi liður á liðnum hjá B36. Bæði á miðvøllinum, har hann fyrst og fremst [...] hann í nógvum førum var makkari hjá Pól Thorsteinsson. At hann so eisini skoraði avgerandi málini í teimum báðum seinastu dystunum, mundi ivaleyst eisini geva honum eitt eyka fet á popularitets-stiganum hjá
lærararnir hjá datamatikarunum hava sagt seg úr starvi, tí tey hildu seg ikki kunna arbeiða undir teimum umstøðum, sum tey høvdu á skúlanum. Síðani hevur leiðslan á Handilsskúlanum lagt eina ætlan fram [...] sigur seg vilja finna eina fullgóða loysn, kenna næmingarnir seg ikki tryggir við støðuna. Teir stúra fyri dygdini í undirvísingini, og at prógvið ikki fer at hava tað virðið, sum tað skuldi havt. Manglar [...] til Mentamálaráðið siga næmingarnir, at tað í eina tíð hava verið trupulleikar við útbúgvingini hjá teimum, og at tey síggja støðuna at vera kritiska. Tí ynskja tey fund við Mentamálaráðið. ? Vit hava verið